Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • 22. apríl 2008 SkotlaNd 9 Scrabster kann kanska tykjast at verða eitt troystarleyst pláss at koma til, men hetta havnaannleggið er portrið til eina stóra og ríka verð so sum tað spennandi skotsku søguna. Tað sum er mest hugtakandi við skotsku søguni, er hvussu væl hon er varðveitt gjøgnum mongu søguligu bygningsverkini og toftirnar, sum eru kring alt landið. Tó nýtist einum ikki at koyra Skotland tunt fyri at skoða prýðiligar borgir. Ikki so fáar av teimum finnast í Norður- Skotlandi, og kunnu røkkast uttan ein alt ov drúgvan biltúr. Dunrobin Castle Á eysturstrondini ávegis úr Scrabster til Inverness, 8 km. sunnanfyri fiskiplássið Brora ber til at vitja Dunrobin Castle. Henda borgin er ikki bara eitt prýðiligt bygningsverk, men hevur eisini ein so undurvakran urtagarð. Elsti parturin av borgini er frá 13. øld, men nógvar uppíbyggingar vórðu gjørdar um hálvu 19. øld. Við sínum 189 rúmum er Dunrobin Castle størsta “heimið” í skotska hálendinum. Tí talan er um eitt veruligt heim. Burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði, tá Dunrobin Castle var ein dreingja-kostskúli, so hevur borgin verið heimið hjá Sutherland-jallunum, og avkomi teirra. Tann vitjandi sleppur ikki at vitja øll rúmini í Dunrobin Castle, men ein farleið er avmerkt til tey vitjandi, har tey ganga inn í fleiri rúm, sum boða frá søguni hjá Sutherland-ættini, og søgu Skotlands. Har ber til at síggja størri og smærri lutir, enntá amboð hjá einum sløkkiliði, sum hevði heimstað í Dunrobin Castle. Eisini lutir frá kvinnum og børnum, sum hava havt Dunrobin Castle, sum sítt heim kunnu skoðast á forvitnisligu ferðini. Føroyingum nýtist ikki at fara til Grikkaland, Italia ella Egyptaland fyri at skoða spennandi søguligar bygningar. Ein túrur til Skotland røkkur langt í so máta, og væl tað Slott í Skotlandi Whisky Skotar eru víðagitnir fyri at framleiða gott whisky, og sløgini eru næstan endaleys. Alla staðni kring Skotland eru smærri og størri whisky-virki, har dentur verður lagdur á at framleiða teirra egna slag av whisky. Skotska Single Malt Whisky’ið er kent kring allan heimin, og á ferð í Skotlandi ber rættiliga til at seta seg inn í whisky framleiðsluna. Whisky sløgini í Skotlandi verða vanliga býtt upp í øki, haðani tey koma, og í Highland eru nógv whisky-virki at vitja. Vanliga hava allir framleiðarar av whisky opið fyri ferðafólki, sum kunnu fáa ein frágreiðing um, hvussu júst teirra slag av whisky verður framleitt, og hvør søgan er aftanfyri tað. Í Highland verða sløg sum Dalmore, Dalwhinnie, Glenmorangie, Oban, Glendower og mong onnur sløg framleidd. Sum eitt minni um eina góða ferð í Skotlandi ber sjálvandi til at keypa sær eina fløsku av góðum skotskum whisky við heimaftur. Golf Golf er ein sera væl umtókt ítróttargrein í Skotlandi, og sjálvir kalla skotar Skotland fyri the home of golf – heimið hjá golfspælinum. Kring Skotland eru fleiri enn 560 golfbreytir við 18 holum, og nógvar slíkar breytir eru í norðara parti av Skotlandi. Nógv fólk koma úr útlandinum til Skotlands at spæla golf, og eisini føroyingar hava vitjað golfbreytirnar í Skotlandi. Ein av kendastu breytunum í Skotlandi er Royal Dornoch, sum liggur nærindis frítíðardeplarnar í Dornoch og Nairn, men hópin av øðrum breytum eru eisini í økinum, og um tú hevur hug at royna teg sum golfspælara, so er Skotland júst rætta landið at vitja. Á heimasíðuni www.teetimesscotland.com ber til at finna golfbreytir at spæla á. Dunrobin Castle Rovfugla framsýning á Dunrobin Castle