Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • 22. apríl 2008 SkotlaNd 11 Ferðaskráin sær soleiðis út: Scrabster Scrabster er ikki ein ókend havn fyri føroyingar. Í mong ár hevur Scrabster verið ein av høvuðsavskipingarhavnum føroyinga. Hendan "Highlands & Islands" rundferðin leggur leiðina vesturum Scrabster, koyrandi ígjøgnum avbera flott fjallalendi. Fyrsti teinurin endar í Ullapool. Ullapool (1. nátt) Í havnabýnum Ullapool búgva uml. 2.300 fólk og býurin er stak hugnaligur og kann bjóða ferðafólkum alt teimum tørvar. Í Ullapool eru góð hotellir, B&B's, pubbir, handlar, bankar og annað. Býurin liggur í flottari náttúru har eitt nú vill djór búðleikast. Eitt nú skotskir køttar og ørnir fjakka har um leiðir. Frá havnini í Ullapool er sjóvegis samband til Isles of Lewis and Harris. Isle of Lewis, Isle of Harris (2. og 3. nátt) Søguligu oyggjarnar Lewis and Harris eru víðagitnar fyri 5000 ára gomlu steinarnar, sum standa enn tann dagin í dag. Harumframt hava skotar uppafturbygt aldargamla býin Gearrannan í Lewis. Seallam Visitor Centre á oynni Harris hevur framsýningar, grundaðar á søguna, mentanina og fornfrøðina hjá oynni. Isle of Skye (4. og 5. nátt) Eftir ein fergutúr frá Isle of Harris kemur man til Isle of Sky. Ein brúgv knýtur Isle of Sky til meginlandi. Á Isle of Sky ber til at síggja mangt og hvat; eitt nú flotta Armadale Castle & Gardens. Her er møguligt at uppliva 1500 ár av søgu, flottar havar, fjallagøtur, slott sum eru løgt í oyði, matstovur, spælipláss og aðrar miðstøðir. Hugnaligi býurin, Portree, er avgjørt verdur eina vitjan. Drumnadrochit Loch Ness Inverness/Beauly (6. nátt) Leiðin norðuraftur gongur framvið navngitna Loch Ness. Loch Ness kendur fyri at húsa tiltikna forndjórinum Nessie. Frá filmum sum eitt nú The Highlander, The World is Not Enough (James Bond) og Loch Ness kenna vit slottið Eilean Donan Castle. McRay familjan eigur tann dag í dag slottið, og tað er opið alt árið. 23 km sunnanfyri Inverness liggja restirnar Urquhart Castle, sum rúmar fleiri hundrað ár av bretskari søgu. Urquhart Castle gevur teimum ferðandi møguleikar at læra meira um søguna hjá tí einaferð so sterku háborgini hjá skiftandi enskum kongum og seinni eisini avbjoðarum til skotsku trónina. Inverness er við sínum 50.000 fólkum størsti býur í The Highlands. Býurin er somuleiðis politiska háborgin í økinum. Í Inverness finnst alt sum hoyrir einum stórbýi til. Har eru góðir gistingarmøguleikar, nógvir handlar – eitt stórt menturnar úrval til teirra sum hava hug til at vita meira um skotskar siðvenjur og søgu. Harumframt liggur Inverness sera væl um man hevur hug til at royna góðar golfbreytir, whisky og vakra náttúru. Caithness Á veg norðuraftur til Caith­ nessøkið liggur leiðin framvið strondum, dølum og fjøllum. Eitt nú er hugnaligi býurin Dornoch verdur at vitja. Heimskenda Madonna lat son sín Rocco doyp í søguliga og vakra Dornoch Cathedral. Wick/Castle of May/ Thurso (7. nátt) Á leiðini norðureftir liggur gamli fiskibýurin Wick; í Wick búgva uml. 9.500 fólk. Í gomlum døgum plagdu føroysk fiskifør at kroka í Wick. Fyri ferðafólk er vert at leggja leiðina forbí "Wick Heritage Museum" og ikki minst Pulteneytown Distillery, sum er kent fyri sítt single malt whisky. Uml. 20 km eystanfyri Thurso liggur Castle of Mey, har tann Bretska konga­familjan búðleikast ein part av árinum. Síðsti býurin á leiðini er Thurso. Thurso er við sínum uml. 10.000 íbúgvum størsti býur í Caithness umráðnum. Onnur áhugaverd støð har um leiðir eru St. Peters (Thurso), forminnisavnir, fjallagøtur, Donrey Kjarnorkuverkið og tað víðagitna Caithness Glass Visitor Centre. Smyril Line tilskilar sær rætt til at broyta rundferðina. Rundferð í egnum bili Highland & island rundferð Ein øðrvísi og spennandi rundferð í Highlands og á skotsku oyggjunum Lewis, Harris og Isle of Skye Isle of Lewis, Tolsta Beach & rocks Torridon Mountains, by Achnasheen, Ross-shire A GRANNIE’S HEILAN’ HAME EMBO, DORNOCH LEWIS ISLE OF SKYE TUMMEL VALLEY PERTHSHIRE 1 NÁTT 1 NÁTT 1 NÁTT 2 NÆTUR ULLAPOOL BEAULY FRAMSÝNING LOCH NESS STUTTLEIKA PARK MONSTER ACTIVITIES ISLE OF SKYE BRORA INVERNESS LOCH NESS WICK THURSO 2 NÆTUR PITLOCHRY BALLACHULISH SCRABSTER NAIRN LOCHLOY HOLIDAY PARK NAIRN HARRIS