Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2008 29 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Intertotodystirnir hjá HB verða veruliga søguligir. HB kann spæla heimadystin á graslíki, og mótstøðu­ liðið, Elfsborg leikar sínar heimadystir á graslíki Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Gamli dreymurin hjá føroyingum gerst veruleiki í summar. Ì samfull 20 ár hava vit droymt um, at okkara leikarar sleppa at spæla sínar heimadystir á graslíki, og nú brestur fyri nev. Ovari vøllur í Gunda­ dali hevur tað undirlagið, sum UEFA hevur góðkent til evropeiskar dystir. Hetta gevur HB og B36 – og EB/ Streymi og NSÍ, um tey velja at leggja heimadystin í Gundadali – ein fyrr ótroyttan møguleika, nevn­ liga at leika heimdystin á tí undirlagnum, sum ein er vanur við, og í tí umhvørv­ inum ein ferðast í dagliga. Í so máta er talan um duppult hepni hjá HB. Ikki bara eru teir í HB javnaldrar við IF Elfsborg, sum eisini er stovnað í 1904, 26. juni fyri at verða nágreiniligur. Heimavøllurin hjá Elfsborg, sum nevnist Borås Arena hevur nevnliga eisini graslíki, sum undirlag. Pláss er fyri 17.000 áskoðarum á Borås Arena. Meistarar 5 ferðir Elfsborg hava verið meist­ arar fimm ferðir. Teir spældu fyrstu ferð í bestu svensku deildini í kapp­ ingarárinum 1926/27. Hetta var í tíðini, áðrenn svensk­ arar løgdu kappingina eftir kalendaraárinum. Elfsborg hevði sína bestu tíð seinast í 1930­unum. Teir vunnu svenska meistaraheitið í 1936, 1939 og í 1940. Tvey tey seinastu meistaraheitini hava teir vunnið í 1961 og í 2006. Elfsborg vann sven­ sku steypakappingina í 2001 og 2003, so í hesi øldini hava teir verið rættu­ liga stinnir. IF Elfsborg hevur heimstað í býnum Borås, sum hevur uml. 64.000 íbúgvar, Borås liggur í Östra­Götalandi, nakað eystanfyri stórbýin Göteborg. Millum okkum, sum vóru smádreingir í 1970­unum er Borås kendur, sum heimsstaðurin hjá fyritøkuni AB Hobex. Frá AB Hobex bar til at bíleggja kinesarar, stink­ bumbur, og aðrar stuttligar, og minni skaðiligar skemti­ lutir. Men neyvan er nakar undir 35 ár, sum kennist við AB Hobex í dag. Kendasti viðhaldsmaðurin Kendasti viðhaldsmaðurin hjá Elfsborg er fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Ingvar Carlsson. Ingvar Carlsson gjørdist forsætis­ ráðharri í 1986, tá Olof Palme var myrdur. Carlsson sat sum forsætisráðharri til 1991, tá Carl Bildt gjørdist forsætisráðharri. Ingvar Carlsson gjørdist aftur forsætismálaráðharri í 1994, men í 1996 lat hann sessin floksfelagan, Göran Persson. Ingvar Carlsson, sum í dag er 73 ára gamal býr í Borås. Hann er millum drúgvastu og trúgvastu við­ haldsmennirnar, sum Elfs­ borg eigur. Heri Eysturlíð í Stokkhólmi dugir væl at herma eftir hásu røddini hjá Ingvar Carlsson, tað hava bæði føroyingar og svensk­ arar sannað. Sjálvur plagar Ingvar Carlsson at skemta við, at orsøkin til, at hann hevur so hása rødd, er tí hann hevur rópt so nógv á Elfsborg í sínum fótbóltsíð­ inskapi. Tað hevði nú verið stuttligt, um Ingvar Carlsson hevði verið millum áskoð­ arnar hjá Elfsborg, sum koma til útidystin í Før­ oyum. Hann hevði havt nakað meir á hjartað enn Al Gore. Og eisini deiligt við kendum fólkum, sum ikki halda seg verða ov “góð” at verða ør í fótbólti! 3 kendir spælarar Tríggir leikarar eru á Elfs­ borg­liðnum, sum føroying­ ar kennast við. Talan er um Teddy Lucic, Anders Svens­ son og Frederik Berglund, sum allir hava leikt við svenska landsliðnum. Berg­ lund kenna fólk frá tíðini hann spældi við FCK og Esbjerg. Anders Svensson spældi 127 dystir fyri Southampton, árini 2001 til 2005. Teddy Lucic, sum hevur spælt við Bologna í Italia, Leeds í Onglandi, Bayer Leverkusen í Týsk­ landi, og so eisini í IFK Göteborg. Elfsborg hevur eisini ein íslendskan spæl­ ara, talan er um Helga Valur Danielsson, sum hevur leikt við íslendska landsliðnum. Ífjør rukku teir í Elfsborg triðja undanumfarinum í Champions League. Teir vunnu fyrst samanlagt 1­0 á Linfield úr Norður­ Írlandi. Í næsta umfarinum vunnu teir eisini samanlagt 1­0 á Debrechen úr Ungarn. Ì triðja umfarinum møttu teir Valencia, og tapti Elfsborg 0­3 og 1­2. Tað eydnaðist kortini Elfsborg at vinna seg í UEFA­Cup bólkaspælið. Har taptu teir 1­6 ímóto Fiorentina, 1­3 ímóti Mladá Boleslav og 0­ 2 ímóti Villareal. Elfsborg fekk eitt stig heima ímóti AEK Athen, tann dysturin endaði 1­1. So teir í Elfsborg vita hvat skal til í evropeiskum høpi. Á graslíki ímóti liðnum hjá Ingvar Carlsson Í heyst var Elfsborg við í UEFA-Cup kappingini, har teir eitt nú spældu móti Fiorentina og Villareal Mynd: Polfoto/AP Estetisk ungdómslið hjá Støkk luttaka í altjóða kapping í Prag, sum verður tann 26. og 27. apríl Fimleikur Tíðindaskriv Kvinnuunglingar 14­16 ár luttaka í World Challenge Cup II. Hesar hava vunnið gull í báðum steypakapp­ ingunum í Føroyum og hava eisini vunnið steypa­ kappingina. Tað eru sjey fimleikarar á kvinnuung­ lingaliðnum. Í World Challenge Cup II luttaka lið úr ymsum londum í heiminum sum Finland, Estland, Russland og Kanada. Gentuliðið 12­14 ár er boðið av kekkiska fimleika­ sambandinum at luttaka í kekkisku landskappingini fyri børnum, ið verður fyriskipað samstundis sum World Challenge Cup II. Hetta er fyrstu ferð, at Fimleikafelagið Støkk tekur stig til at fara til eina altjóða kapping í estetiskum fimleiki við so ungum fimleikarum. Í tíðindaskrivi sigur felagið, at tey meta tað vera av stórum týdningi, at fimleikararnir sleppa í altjóða kappingar móti javnaldrum, soleiðis at fimleikararnir síggja og uppliva støðið hjá sínum javnaldrum uttanlands. Tað eru 11 fimleikarar á gentuliðinum. Fyri at túrurin skuldi eydnast, hevur verið neyð­ ugt at savna nógvan pening. Fimleikararnir ynskja at takka øllum stuðlunum hjá ferðalagnum. Ferðast verð­ ur í jakkum við búmerkjum hjá stuðlunum. Støkk fer til Prag Kvinnuunglingar hjá Støkk