Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 76 - 22. apríl 2008 ] Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Gentutelving hevur veruliga tikið dik á seg tey seinastu árini í Føroyum, og sum nakað nýtt hevur Talvsam­ band Føroya valt at senda umboð fyri Føroyar til norð urlandameistaraheitið fyri gentur. Kappingin var av­ greidd í Noreg um viku­ skiftið, har sterkastu talv­ genturnar úr øllum norður­ londum vóru savnaðar. Sum liður í fyrireikingini varð fyrr í ár skipað fyri úttøku­ kapping, har unglingafør­ oyameistarin Herborg Han­ sen varð úttikin til U20, Ása Olsen til U16 og Sára T. Olsen til U13. Bronsu í sterkum bólkum Herborg var styrkismett á einum sjeynda plássi við styrkitalinum 1710. Hægst styrkismetta gentan í bólk­ inum var Inna Agrest, ið hevði ikki færri enn 2180 ratingstig. Hóast Herborg á pappírinum kundi metast sum ein spurvur millum kanónir, so megnaði hon at vinna sær eitt triðja pláss og harvið eitt bronsuheiðurs­ merki. Tað sama gjørdi Sára (1172), ið var styrkismett á einum áttanda plássi í ein­ um bólki, har hægst rataða gentan hevði eitt ratingtal á 1700. Ása, ið var styrkismett á aftasta plássi, megnaði ikki at fáa stig hesaferð. Ansvekjandi byrjan Tað má sigast, at tvey bronsuheiðursmerkir í fyrstu luttøku er ein sera góð byrjan fyri føroyskari luttøku í NM fyri gentum. Um hetta verður saman­ borið við fyrstu árini, tá Føroyar luttóku í NM fyri unglingar, so var tað ein stórur heiður at koma heim aftur við einum ella hálvum stigið, og tað vóru mangir, ið komu tómhentir heim aftur. Stór framgongd hevur verið í føroyskari gentutelv­ ing seinastu árini, har hend­ an fyrsta royndin við lut­ tøku í NM fyri gentum vísir, at hóast tær enn eru fáar, so eru tær millum bestu genturnar í Norður­ londum. FM fyri skúlaungdóm Meðan genturnar stríddust mannliga í Noreg, skipaði Sandavágs talvfelag fyri øðrum umfari í FM fyri skúlaungdóm, sum var býtt sundur í 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Góð undirtøka var, har 11. lið møttu upp, sum gevur áleið 50 ungdómar. Í kappingini fyri 5. flokk og eldri gjørdist kappingin um fyrsta plássið millum Havnina og Klaksvík. Klaksvíkingar høvdu í fyrru undankappingini vunnið við einum hálvum stigi á Havnini, men hesaferð vann Havnin við trimum stigum frammanfyri Klaksvíkina. Áhugavert er, at Tjørnuvík fór avstað við triðja plássi­ num. Vónandi er ein menn­ ing á veg, ið fer at styrka um bygdatelvingina. Í yngra bólkinum, ið var fyri 4. flokk og yngri, vunnu klaksvíkingar í harð­ ari kapping við vestmenn­ ingar við bert einum hálvum stigi. Eisini her er áhugavert at síggja, at Haldórsvík tók triðja plássið. Spjaðing í telvingini Eftir, at tað gjørdist møgu­ ligt hjá einum felagið at hava tvey lið í bestu deildini, er vandin fyri, at smærri feløgini detta niður í millum øktur, og tey stórstu koma at hava tvey lið í part í bestu deildini. Út frá luttøkuni kann sigast, at fleiri av lið­ unum, ið luttóku, koma frá øðrum feløgum enn teim­ um, ið eru umboðaði í 1. deild. Hetta kundi verið tekin uppá, at telvingin er við at spjaða seg út yvir landið aftur soleiðis, at tað ikki bert verða tey stóru feløgini, ið koma at umboða 1. deild í framtíðini. Ludvík formaðu í NSÍ Kappróðrarfelagið NSÍ hevði aðalfund í farnu viku. Formaðurin seinnu árini, Sámal Hansen, og fíggjarleiðarin, Sunnvard Vang, høvdu undan fundinum boðað frá, at teir ikki tóku við afturvali. Í teirra stað vórðu valdir Ludvík við Stein og Tóroddur Vang, sum báðir í nógv ár hava verið partur av manningini á Eysturoyingi. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Ludvík við Stein sum formanni. Bjarki Danielsen er næstformaður, Sam Lamhauge er fíggjarleiðari og Bogi Olsen er skrivari. Tiltakslimir eru Gudmundur Danielsen og Sámal Hansen. Tromsø vann bronsu BK Tromsø, har Rúni Weihe í nøkur ár spældi flogbólt, gjørdist nummar trý, tá norska landskappingini endaði um vikuskiftið. Tveir útidystir vóru á skránni hjá Tromsø um vikuskifitð, og vann liðið báðar dystirnar, endurvunnu teir gullið. Talan gjørdist tó um 3­1 tap móti bæði Førde og Nyborg, sum endaðu á teimum báðum ovastu sessunum í kappingini. liðið Jákup Mikkelsen (KÍ) Bartal Eliasen (ÍF) Fróði Benjaminsen (HB) Balazs Sinkó (ÍF) Gudmund Nielsen (B71) Andreas Lava Olsen (Víkingur) Magnus Olsen (B36) Alex José dos Santos (B36) Christian Høgni Jacobsen (HB) Jónhard Fredriksberg (NSÍ) Andrew av Fløtum (HB) NM fyri gentur og FM fyri skúlaungdóm Myndatekstur: Føroysku genturnar vísa vegin. Sára T. Olsen, Ása Olsen, Herborg Hansen FM fyri skúla­ ungdómar 5. flokkur eldri Havnin 21,0 Klaksvík 18,0 Tjørnuvík 5,0 Kollafjørður 4,0 4. flokkur og yngri Klaksvík 21,5 Vestmanna 21,0 Haldórsvík 17,0 Kollafjørður 1 17,0 Sandavágur 15,5 Kollafjørður 2 14,0 Kollafjørður 3 6,0 FAKTA Sum nakað nýtt umboðaðu tríggjar gentur Føroyar í NM fyri gentur, har tvey heiðursmerkir vóru fingin til høldar, samstundis sum telvað varð um FM fyri skúlaungdóm í Føroyum. Sosialurin mannar Formula­liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 2. umfarinum av Formula­deildini