Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2008 - Hetta er mest økta og reyðasta fíggjarlógaruppskotið nakrantíð. Rakstrar- útreiðslurnar økjast 350 milliónir, og tað er nærum tvífalt so nógv sum undir seinastu samgongu, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonb@sosialurin.fo Sosialurin/Rás2 Nú fíggjarlógaruppskotið endiliga kom, er tað ikki móttikið við opnum ørmum allastaðni – serliga ikki hjá andstøðuni. Formaðurin í Fólkaflokk­ inum, Jørgen Niclasen, skýrir uppskotið sum tað reyðasta nakrantíð. ­ Hetta uppskotið økir rakstrarútreiðslurnar við 350 milliónum krónum, sum er nærum tvær ferðir so nógv sum nakrantíð fyrr. Og hetta hendir í eini tíð, har samfelagið annars er við at stagnera, segði Jørgen Niclasen við Rás2. Hann heldur ikki, at nát­ túrligur lønarvøkstur kann verða ein frágreiðing til óvanliga nógv øktu útreiðsl­ urnar, tí lønirnar vaksa alla tíðina. ­ Vit høvdu eisini lønar­ vøkstur undir seinastu sam­ gongu, men kortini vuksu rakstrarútreiðslurnar ikki nær námind so nógv. Vøkst­ urin á rakstrarútreiðslunum meðan vit sótu í samgongu lá millum 25 milliónir og – minnist meg rætt – 190 milliónir, sum var tað mesta. Men tað er ein himmalvíður munur harfrá upp til tær 350 milliónirnar, sum fíggjarlógin nú økist, segði Jørgen Niclasen. Formaður Fólkafloksins vísir á, at hóast fíggjarlógin veksur søguliga nógv, so eru stovnar, sum ikki fara at megna at halda sína játtan. ­ Tað er í nógvum førum talan um sminku. Til dømis fær Landssjúkrahúsið somu játtan sum í fjør, og tað vita øll, at við teimum lønar­ hækkingum, sum eru, fer Landssjúkrahúsið ikki at megna at halda sína játtan. So har koma at verða eykajáttanir, segði Jørgen Niclasen. Hann segði, at hann enn ikki hevði klárað at gjøgn­ umskoða, hvar pengarnir fossa út á fíggjarlógini, men tað var í hvussu er ikki á vitalum økjum sum heilsu­ verkinum og gransking. Familjurnar gjalda Talan verður sambært formanni Fólkafloksins um eitt satt útreiðslugildi, og tað grundar hann á, at samfelagið snøgt sagt ikki hevur ráð at gjalda fyri methøgu eykaútreiðslurnar. ­ Inntøkurnar fara at stagnera, samstundis sum útreiðslurnar vaksa við einari slíkar ferð, at tað verður eingin møguleiki hjá samfelagnum at fíggja hetta. Tað sigur seg sjálvt, at tá útreiðslurnar vaksa við 350 milliónum krónum, samstundis sum inntøkurnar standa í stað, so finst bara ein máti at fíggja tað við, nevniliga at fara út til familjurnar og taka av teirra fíggjarkarmum soleiðis, at tær hava minni at liva fyri, segði Jørgen Niclasen. Sambært honum er hetta einasti máti at fíggja tær øktu útreiðslurnar, sum standast av tí, sum hann nevnir fyri útreiðslugildi. ­ Føroysku familjurnar mugu pínast, um útreiðslu­ gildið skal fíggjast, og vit hava longu sæð ætlanirnar hjá samgonguni um øktar byrðar á føroyingin. Skatta­ hækking er fráboðað frá 1. januar, og avgjalr skal leggjast á vaflur, sodavatn, smyrjiolju og sigarettir um­ framt at tinglýsingargjaldið skal økjast longu frá 1. juni, segði Jørgen Niclasen. Og júst hesar skatta­ og avgjaldshækkingar er tað, sum Fólkaflokkurin hevur ávarað ímóti. ­ Lat fólkið hava tað, sum fólkið eigur, og lat landið húsast við tí, sum av røttum er teirra, segði Jørgen Niclasen. Hann sigur, at øktu inn­ tøkurnar ikki fara at stava frá øktum virksemi, tí øll tekin eru um, at búskapurin fer at stagnera. ­ So eg meti ikki, at talan yvirhøvur fer at verða um eitt yvirskot á fíggjarlógini, men heldur eitt undirskot, segði Jørgen Niclasen. Smáar íløgur Tá tað snýr um íløgurnar, hevur formaður Fólkaflok­ sins eisini eina meining. ­ Hendan samgongan hevur valt at niðurprioritera íløgurnar, og tá tað snýr seg um størstu verkætlanir í Føroyum nakrantíð, so er einki sett av til hesar. Stóra ætlanin um skúladepil í Marknagili fær tvær milli­ ónir og Sandoyartunnilin fær fimm. Haraftrat eru ætl­ anir um at tað almenna skal fíggja Skálafjarðartunnilin. Alt hetta samstundis sum rakstrarútreiðslurnar eks­ plodera, meðan íløgurnar minka. Og tá vit so longu í ár fara at hava eitt undirskot á fíggjarlógini, fer tað at verða ógjørligt at fíggja hesar stóru ætlanirnar, segði Jørgen Niclasen. Hann heldur tíl, at tað er av alstórum týdningi, at útreiðsluøkingin verður tálmað, tí hann sær ongar møguleikar fyri íløgum, tá rakstrautreiðslurnar økjast so nógv, sum tær eru á fíggjarlógaruppskotinum fyri í ár. ­ Íløgurnar eru so lágar sum til ber, og tað er tí, at hendan samgongan hevur valt at uppraðfesta rakstuar­ útreiðslurnar og niðurrað­ festa íløgurnar. Tórshavnar kommuna hevur tvífalt so nógvar íløgur á sínari fíggj­ arlóg sum landið hevur, og tað sigur ikki so lítið, segði Jørgen Niclasen. Hann heldur tí ikki at tað er á íløgusíðuni, at nakað er at spara. ­ Íløgurnar eru so mikið lágar, at har ber ikki til at barbera meira av. Men vit vilja fegnir verða við til at halda rakstrarútreiðslunum niðri, tí hesin útreiðslu­ vøkstur er so enormur, at vit ongantíð hava sæð makan í føroyskari søgu. Og tískil vóna vit, at sam­ gongan vil taka ímóti ráðum um at halda aftur í rakstra­ útreiðslum, segði Jørgen Niclasen við Rás2. Fíggjarlógin eitt útreiðslugildi Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, er ikki beinleiðis bergtikin av fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni Risasvullur skerast Ein risasvulstur er um at kvala eina 15­ára gamla gentu. Tíggju tey seinastu árini er svulsturin bara voksin og voksin til hann nú er sjey kilo tungur. Hann hevur samstundis gjørt tað alsamt truplari og truplari hjá vietnamesisku Lai Thi Dao at etið og drukkið. Svulsturin byrjaði sum ein lítil pirra og hevði verið løtt at skorið burtur tá, men Lai hevði ikki atgongd til læknahjálp har hon búði. Nú hevur ein amerikanskur ríkmaður gjørt av at hjálpa henni, og týsdagin skal svullurin skerast burtur á einum sjúkrahúsi í Miami, skrivar ABC News. Bót til mammuna Ein 32­ára gomul mamma frá Ringe á Miðfjóni hevur fingið eina bót upp á 500 krónur fyri ikki at hava ansað nóg væl eftir fýra ára gomlu dóttir síni. Tað er allarhelst fyrstu ferð í donsku søguni, at løgreglan hevur skrivað eina bót av hesum slagnum, og mamman sigur eisini við Fyns Amts Avis, at hon kennir seg sum »heimsins vánaligasta mamma«. Hendingin fór fram í fjør summar, tá mamman vaskaði upp og hevði sagt við dóttrina, at hon bert mátti súkla beint uttanfyri. Men gentan fór aftan á øðrum børnum og endaði í miðbýnum. Ein vinarlig kvinna fylgdi grátandi gentuni heim, men løgreglan helt altso, at mamman hevði uppiborið eina bór, skrivar bt.dk