Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2008 Tá ið Regin Vágadal fór úr starvi sum stjóri á Strandferðsluni, fekk hann 450.000 krónur í uppsagnarløn Uppsagnarlønir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Regin Vágadal fór úr starvinum sum stjóri á Strandferðsluni, fekk hann løn í níggju mánaðir. Tað upplýsti Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í lógarmálum, í Løgtinginum í morgun. Bill Justinussen, løgtings­ maður, vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu nógv tað hevði kostað í uppsagnarlønum og øðrum útreiðslum at flyta Strand­ ferðsluna úr Havnini til Suðuroyar. Hann vildi eisini hava at vita, hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum í eykaútreiðslum, at stríð tók seg upp ímillum Jacob Vestergaard, sum var lands­ stýrismaður tá, og stjóran á Strandferðsluni, um skipar­ arnar á Smyrli. Hann sipaði til orrustuna ið tók seg upp, tá ið Jacob Vestergaard tvíhelt um, at teir báðir gomlu skiparar­ arnir, sum annars skuldi leggja frá sær við eftirløn, skuldu sleppa at halda fram í parttíðarstarvi, hóast stjórin hevði sett aðrar skiparar. Løn í seks mánaðir Í kjalarvørrinum á øllum rumblinum um Strand­ ferðsluna, varð dúgliga kjakast og gitt um, hvussu nógv hetta hevði kostað skattgjaldarunum. Og Bill Justinussen helt avgjørt, at tað hevði áhugað at vita, hvussu nógv embæt­ isførslan á hesum øki hevur kostað skattaborgarunum. Helena Dam á Neystabø segði, at tá ið avgerð varð tikin um at flyta Strand­ ferðsluna til Suðuroyar, varð avtalað, at tey, sum ikki vildu flyta við til Suðuroyar, skuldu fáa løn í eitt hálvt ár. Talan var um eini 15 starvsfólk, sum sostatt fingu 150.000 í part og tað var ein avtalað, sum varð gjørd í samráð við lønar­ deildina hjá Fíggjarmála­ ráðnum. Tilsamans kostaði hetta sostatt landskassanum 2.250.000 milliónir. Annars kostaði sjálv flytingin 600.000 krónur, tí starvsfólkið fluttu sjálvi innbúgv og útgerð suður. Fekk 450.000 krónur Hinvegin fór Regin Vágadal frá sum stjóri í kjalarvørr­ inum á ósemjuni um skip­ ararnar á Smyrli og í hesum sambandi varð avtalan, at hann skuldi hava upp­ dagnarløn í níggju mánaðir og talan er sostatt um eina upphædd upp á 450.000 krónur í uppsagnarløn. Annars hevur starvsset­ anin av skiparum ikki kostað landskassanum eyka útreiðslur, tí tann skiparin, sum varð seinast settur, fór í annað starv og siglur ikki við Strandferðsluni. Sostatt kostaði flytingin tilsamans 3.275.000 krónur. Hinvegin upplýsti Helena Dam á Neystabø eisini, at tað var heldur bíligari hjá Strandferðsluni at leiga í Suðuroy enn tað var at leiga í Havn, so har var talan um eina ávísa sparing. Væl sloppið Jacob Vestergaard helt, at hetta var serstakliga væl sloppið, tí flytingin hevur havt fantastiska góða ávirkan á lokalsamfelagið í Suðuroy. Jenis av Rana helt, at talan var um eina óneyðuga útreiðslu, sum landskassin kundi sloppið undan, hevði flytingin verið væl fyri­ reikað og væl fyriskipað. Bjørn Kalsø helt at tað var nógv áhugaverdari at líta frameftir og kanna eftir, hvussu stovnurin virkar og at syrgja fyri, at hann virkar sum best. Hinvegin helt Annika Olsen, at tað var umráðandi, at stovnar ikki verða fluttir fyri einhvønn prís. Nakrir stovnar liggja kanska best aðrastaðni, men tað er eisini ógvuliga umráðandi at vit hava ein sterkan høvuðsstað, helt hon. Helena Dam á Neystabø helt eisini, at tað var neyðugt at vísa varsemi, tá ið stovnar verða fluttir og hóast hendan samgongan hevur sett sær fyri at menna útjaðaran, fer hon ikki at skræða almennar stovnar í Havn upp við rót og flyta teir út á bygd frá degi til dags. 450.000 kr. fyri at fara heim Tey av Kamarinum aftur á pall Leygarkvøldið fara Tey av Kamarinum at spæla til dans í Kelduni í Skálavík. Tey eru øll ættað úr Skálavík, og vilja tey við hesum tiltaki stuðla heimbygdini hjá pápa teirra eftir herviligu ódnina herfyri. Manningin verður hin gamla frá 70’unum: Nicolina, sang­ ur. Áslakkur, sangur/harmonika. Eyðbjørn, gittar. Ingolf, sangur/ gittar. Jákup, sangur/bass. Birgir, trummur. Hendanmanningin hevur ikki verið at hoyrt á palli tey nógvu seinastu árini. Dansurin í Skálavík byrjar kl 23 leygarkvøldið og endar kl 03 sunnunáttina. Dropar til Noregs Barna­ og ungdómskórið hjá Tórshavnar musikkskúla, Dropar, fer í dag til Noregs. Kór og tónleikarir eru 25 í tali umframt tónleikaleiðara og Sigrid Sivertsen sum kórleiðara. Kórið fer at syngja fyri ferðafólkunum umborð á Norrønu, og í Bergen fara tey at syngja í aldargomlu “Korskirken” í miðbýnum í Bergen. Annars er ætlanin at stuttleika sær saman og møguliga at syngja í gongugøtuni, um veðrið verður til vildar. Væntandi koma fólk á Bergenleiðini at lurta, tí tiltakið er væl lýst bæði millum føroyingar og í avísunum har. Kórið kemur aftur til Havnar mánamorgunin við Norrønu. Tíðindaskriv Stanley med sit One­man­ band i Tórshavn torsdag aften. Torsdag aften kl. 20 giver Stanley koncert i Midlahusid i Tórshavn. Pressen berømmer altid Stanley for hans guitarak­ kompagnement. En op­ mærksomhed som er velfortjent! Stanleys spilleteknik får hans danske fans til at kalde ham for Færøernes Mark Knopfler eller ”fasthand” associerende til Eric Claptons ”slowhand”. Også nordiske artister sammenlignes Stanley med. Stanley har en formidabel evne til at suge sit publikum til sig og fylde et rum fuldt ud med sin stemme, sin guitar og en tredje dim­ ension af noget som føles indeni og er vanskeligt at beskrive med ord. ……. selve stemningen! Stanley får Færøerne og den færøske kultur og natur til at synes på éen gang lysende og indbydende, storslået og skræmmende – således at de, der ikke ved meget om Færøerne og aldrig har besøgt Færøerne ­ får lyst til at rejse derop og opleve landet, mens andre som engang har besøgt eller beboet øerne, får skønne minder gen­ opfrisket og gerne vil opleve det endnu en gang. Dette udtrykkes af rigtig mange danskere sådan, at Stanley repræsenterer Færøerne og det færøske, på samme måde som Rasmus Lyberth repræsenterer Grønland. STANLEY SAMUELSEN hósdag 24. april kl 20.00 i Miðlahúsinum kostnaður 70 kr. Stanley í Miðlahúsinum Sum plástur á sárið gav almenni stovnurin, Strandfaraskip Landsins, Regini Vágadal, 450.000 krónur í eykaløn