mikudagur 23. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2008
Viðmerking
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Sokallaða privata initiativið
hevur altíð verið hálovað
her á landi, og nógvar góðar
eru orsøkir til tess. Útyvir
at skapa virksemi, virðir og
arbeiði til túsundtals fólk,
so gevur tað oftani stórt
fíggjarligt rásarúm fyri eig
ararnar – eisini privat – at
stovna egna fyritøku. Og
fyri tað um fyritøkan ikki
gongur av tí besta, fyri ikki
at siga, heilt illa, nýtist
hetta ikki at merkja tann
stóra undirgangin á privata
frontinum. Í mongum før
um heldur tvørturímóti,
freistast ein til at siga.
Tak nú fiskasølufyritøk
una Farex, sum er í vanda
fyri at fara av knóranum
fyrsta dagin. Hóast stórt
hall í rakstrinum, gjaldføris
trupulleikar, út ímóti 40
mió. krónur í skuld og við
einum virksemi, sum í veru
leikanum er steðgað, so
koyra teir tríggir eigararnir,
Kaj Leo Johannesen, Kári
Danielsen og Rói Egholm, í
persónbilum
fyri
slakar
tvær mió. krónur. Viðmerkj
ast skal, at her er stórur inn
anhýsis munur á bilunum.
Meðan floksformaðurin hjá
Sambandsflokkinum koyrir
runt í einum Honda jeep,
hava hinir báðir keypt »rætti
ligar« bilar.
Bilurin hjá Kaj Leo Jo
hannesen kostar »bert« á
leið 350.000 krónur. Øðr
vísi er hjá Kára Danielsen,
ið koyrir í einum Mercedes
ML, sum kostar á leið
750.000 krónur, men ongin
slær tó fyrrverandi ting
mannin hjá Tjóðveldinum,
Róa Egholm. Í løtuni hevur
stjórin í Farex ein BMW
X3 fyri á leið 770.000, men
hesin er eftir øllum at døma
ov gamal (keyptur í 2006)
ella ov keðiligur hjá fiska
sølustjóranum at koyra í. Tí
úti á eini bilasølu við
Marknagilsvegin
stendur
ein spildurnýggjur BMW
X5, ið kostar á leið 1,1 mió.
krónur, tá pláturnar eru fing
nar til vega. Skal tað vera,
so lat tað vera, hevur Rói
Egholm helst hugsað, tá
Farex væl
koyrandi
Miðeystur til Íslands
Tá palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, var í Íslandi í
gjár, nevndi íslendski uttanríkisráðharrin, Ingibjörg Sólrún
Gísladóttir, á tíðindafundi, at hon og Abbas høvdu umrøtt
møguleikan fyri, at palestinskir og ísraelskir politikarar
kunnu brúka Ísland sum fundarstað til friðarsamráðingar.
Hon segði tó einki um, hvat palestinski forsetin helt um
hugskotið. Í sambandi við fundin tilnevndi Ísland ein
serligan sendimann í teimum palestinsku økjunum.
Saeb Erekat, Mahmoud Abbas og Ingibjörg Sólrún Gísladóttir
(Mynd: Morgunblaðið)
Útflutningurin minkar
Fyribils tølini fyri januar og februar vísa, at føroyska samfelagið
útflutti fyri 233 milliónir minni fyrstu tveir mánaðirnar sammett við
2008. Í hesum tølum er útflutningur av skipum tó ikki íroknaður. Tá
hetta verður talt við, er talan um meirútflutning upp á 109 milliónir.
Tað er annars bert innan alifisk, at talan er um øktan útflutning. Innan
allar aðrar vørubólkar er talan um minking í útflutningsvirðunum,
hóast Hagstovan tekur fyrivarni fyri, at tølini ikki eru heilt fullfíggjað.
Hartil verður sagt, at útflutningurin av uppisjóvarfiski kann sveiggja
nógv mánað fyri mánað, og at fyrilit eigur at verða tikið fyri hesum, tá
tølini verða lisin. Fyri uppisjóvarfisk var tlan um minking upp á 112
milliónir krónur fyrstu tveir mánaðirnar í 2008.
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj
Leo Johannesen, ein av teimum trimum
eigarunum í P/F Farex, hevur eftir øllum at
døma ikki tann sama áhugan fyri fínum og
dýrum bilum, sum hinir báðir eigararnir í
neyðlíðandi fyritøkuni. Hann koyrir í einum
Honda-jeepi, ið kostar á leið 350.000 krónur
Sjálvt um stórur partur av fiskivinnuni,
serliga á landi, er í svárari kreppu, so nýtist
hetta ikki at vera nøkur vanlukka fyri
eigararnar av fyritøkunum. Teir tríggir,
sum eiga fiskasølufyritøkuna Farex – harav
ein floksformaður og ein fyrrverandi
tingmaður – sum er í álvarsligum gjalds
trupulleikum, koyra í løtuni í persónbilum
fyri slakar tvær mió. krónur. Eftir sita
starvsfólk, sum kunnu síggja fram til eina
uppsøgn, meðan bankar og aðrir kreditorar
kunnu rokna við einum tvísifraðum millión
tapi