Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2008 Samstarv um botnkanning Kanada er nú til reiðar at arbeiða saman við Danmark um at fáa staðfest ræðisrættin til økið við Norðpólin, sum fleiri lond krevja. Gary Lunn, ráðharri í tilfeingismálum, sigur við blaðið The Vancouver Sun, at Kanada og Danmark kunnu fáa ágóða av samstarvi um hetta mál, tá tað ein dag kemur fyri ST. Ráðharrin leggur dent á, at Kanada raðfestir spurningin um ræðisrættin í póløkinum sera frammarlaga, tí økið kann fáa sera stóran týdning. Kanada og Danmark kunnu samstarva um rættin til póløkið (Mynd: KNR) Kunnast um sjálvstýri Grønlendska landsstýrið heldur fast um, at tann fráboðaða fólkaatkvøðan um eitt komandi sjálvstýri verður tann 25. novembur í ár sum ætlað. Men landsstýrið ætlar eisini, at grønlendingar skulu fáa nakað at taka støðu út frá, og tí verður skipað fyri einum umfatandi upplýsingarátaki. Hans Enoksem, landsstýrisformaður, sigur, at átakið fer í gongd, so skjótt sjálvstýrisnevndin hevur latið sítt álit. Tað verður í Nuuk tann 6. mai. hann bílegði nýggja bilin. Og nei, ongin orsøk er at seta seg niður at gráta yvir spilta.... fyritøku. Tørva minst 10 mió. Nú skal man ongantíð øvunda nøkrum, og ivaleyst meta eigararnir, at allir bilarnir eru keyptir fyri hart vunnar krónur, tí annars høvdu teir ikki gjørt hetta. Men um onkur kreditorur hevur hug at rykkja eygna­ brýr eitt lítið vet, tá hugt verður eftir bilparkini hjá Farex­eigarunum, samstund­ is sum tvísifraðu millióna­ tapini daga undan havs­ brúnni, so er tað kanska ikki so løgið. Men hvør ditt­ ar sær at harta hann, sum kemur út við hattinum í hondini fyri at fáa nýggjar íleggjarar at seta pening í fyritøkuna, at teir eru væl koyrandi? Nei, ha? Sambært Kaj Leo Jo­ hannesen skal ein avkláring fáast á fíggjarligu støðuna hjá Farex innan fáar dagar, og at fyritøkuni tørvar minst 10 mió. krónur fyri at verða lív lagað. Annars verður lykilin snaraður um. Roknskapurin fyri 2007 er ikki almannakunngjørd­ ur, men tølini fyri 2006 vísa eitt hall upp á 2,2 mió. krón­ ur, meðan skuldin í P/F Farex per 31. desember 2006 er slakar 38 mió. krón­ ur. Eginpeningur er um somu tíð negativur; minus 352.000 krónur. Tað er P/F KRK (stytting fyri Kaj Leo, Róa og Kára), ið eigur P/F Farex og P/F FarexTrans Invest. Síðst­ nevnda er íløgufelag, sum eigur 24 prosent av parta­ peninginum í P/F Faroe Sea­ food, sum flestum kunnugt eisini er komið í gjaldførist rupulleikar. Stjórin í P/F Farex, Rói Egholm, koyrir í einum BMW X3, sum kostar á leið 770.000 krónur, men hesin verður eftir øllum at døma skjótt útskiftur við ein BMW X5 (tann á myndini) fyri á leið 1,1 mió. krónur Kári Danielsen, sum er nevndarlimur og ein av eigarunum í P/F Farex, koyrir í einum Merceds ML, ið kostar á leið 750.000 krónur Mynd: Alan Brockie/Dimmalætting