Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2008 Føroyska fyritøkan Intra hjá Christian Dalsgaard hevur verið við til at ment eina intranetskipan til COOP, sum eigur FDB í Danmark. FDB hevur 1,6 milliónir limir INTERNET Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fleiri og fleiri føroyskar fyritøkur gera um seg uttan­ fyri landoddarnar. Í blað­ num í dag ber til at lesa um Formula International, sum eftir at hava fingið fótin fastan í Danmark nú er á veg víðari út á europeiska marknaðin. Aðrar og minni kendar fyritøkur gera tó eisini um seg, og fyri stuttari tíð síðani hevur KT­fyritøkan Intra endað eitt arbeiði fyri donsku FDB, sum svarar til føroysku Keypsamtøkurnar. ­ Talan er um eina innan­ hýsis skipan hjá FDB, sum hevur 1,6 milliónir limir. Skipanin verður millum annað nýtt til serligu gjalds­ kortini hjá fyritøkuni, sigur Christian Dalsgaard, sum eigur KT fyritøkuna Intra. Christian Dalsgaard hevur starvast innan KT­vinnuna síðani 1995, millum annað fýra ár hjá Farodane. ­ Í september í fjør stovn­ aði eg mína egnu fyritøku, serliga fyri at gera meg serkønan í forritinum Share­ point hjá Microsoft. Hetta er størsta og skjótast vaks­ andi forritið hjá amerik­ ansku fyritøkuni, sigur Christian Dalsgaard. Hetta stigið hjá honum hevur verið tað vert, tí longu nú hevur hann fingið flri føroyskar kundan, priv­ atar sum almennar. Tilboð úr Sveits Sharepoint er eitt forrit, sum er serliga vælegnað til intranetskipanir, tað vil siga innanhýsis skipanir. Eisini er tað vælegnað til skjala­ handfaring. Men hvussu bar tað til, at Christian Dalsgaard fek uppgávuna frá COOP? ­ Eg fór til Danmarkar eitt langt vikuskifti, har eg vitjaði eina ráðgevarafyri­ tøku. Longu tað fríggja­ kvøldið ringdi hendan fyri­ tøkan og spurdi, um eg kundi byrja hjá teimum mánadagin eftir, so har var at handla skjótt, sigur Christian Dalsgaard. Hendan ráðgevarafyritøk­ an var komin í neyð, tí teir manglaðu ein serfrøðing í Sharepoint, og soleiðis end­ aði hendan stóra uppgávan hjá føroysku fyritøkuni. Christian Dalsgaard mátti so útseta heimferðina tvær vikur, og síðani ferðaðist hann millum londini bæði teir báðar mánaðirnar, upp­ gávan vardi. Føroyski serfrøðingurin í Sharepoint man hava verið úti um seg, tí hann hevur nú fingið tilboð frá Microsoft í Sveits um at koma at arbeiða hjá teimum í eitt ár. ­ Men tað kann eg ikki taka av. Føroyski marknað­ urin er alsamt vaksandi, men tað verður óivað til onkrar uppgávur uttanlands, eisini í Sveits, men tað verðu tó ikki í eitt heilt ár, sigur Christian Dalsgaard. Næsta, sum stendur á skránni hjá stjóranum í Intra er ein ráðstevna í Orlando í Florida. ­ Jú, tað hevur lønt seg at gera seg serkønan innan Sharepoint, sigur Christian Dalsgaard. Ment intranetskipan til 1,6 mió limir Vónin ger gransking Líkt er til, at trolverkstaðið Vónin arbeiðir við eini granskingarverkætlan saman við einum stovni í Kanada. Vónin hevur eitt trolvirki í Nýfundlandi, men um hendan granskingarverkætlanin hevur tilknýti til hetta virkið er ikki greitt í løtuni. Hjalmar Petersen, stjóri í Vónini, vil ikki avdúka nakað um hesa verkætlanina. ­ Eg veit onki um, at nøkur verkætlan er byrjað. Tað er ov tíðliga at siga nakað um hetta, tí tað er ikki heilt klárt enn, sigur Hjalmar Petersen. Men hann viðgongur, at okkurt er í umbúna, sum kann verða sett í gongd heilt skjótt, um gongst sum ætlað. Sosialurin skilir, at tað kann skaða verkætlanina, um nakað lekur út longu nú. ­ Vandin er, at alt dettir niðurfyri, sigur Hjalmar Petersen í stuttari viðmerking. hs Christian Vincentz Dalsgaard tók stigið at gerast sjálvstøðugur, og tað hevur hann ikki angrað Mynd: Jens Kristian Vang - Vit høvdu nokk fingið eina ábending um, at tær stóru satsningarnar ikki fóru at verða í ár, men vit høvdu vónað eitt sindur meiri enn hetta. Sama játtan er í veruleikanum ein realniðurskurður, sigur Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum FÍGGJARLÓG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonb@sosialurin.fo Sosialurin/Rás2 Fíggjarlógaruppskotið er eitt vónbrot fyri gransking­ ina í Føroyum. Tað sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, sum umsitur Granskingar­ grunnin. Játtanin til Granskingar­ grunnin er neyvt tann sama í ár, sammett við játtanina fyri í fjør. 6,68 milliónir krónur eru settar av til Granskingargrunnin í fíggj­ arlógaruppskotinum, sum varð lagt fram fyrrapartin. Harvið rukku mongu, føgru orðini um gransking í valstríðnum, sum enntá vórðu fest á blað í samgonguskjalin­ um, kortini ikki inn í fyrsta fíggjarlógaruppskotið hjá nýggju samgonguni. Í samgonguskjalinum stendur annars, at „Gransk­ ing er fyritreytin fyri bæði búskaparvøkstri og samfel­ agsmenning sum heild. Tí verður styrkt munandi um granskingina í breiðastu mer­ king, eins og vinnan verður stimbrað til eisini at fara undir miðvísa gransking“. Ikki minst tí er fíggjar­ lógaruppskotið eitt vónbrot fyri stjóran í Granskingar­ ráðnum. ­ Vit høvdu nokk fingið eina ábending um, at tær stóru satsningarnar ikki fóru at vera í ár, men vit høvdu vónað eitt sindur meiri enn hetta. Sama játtan er í veru­ leikanum ein realniðurskurð­ ur, so eg eri rættiliga vónbrot­ in, segði Annika Sølvará. Vóna 2009 Gransking fylti rættiliga nógv í valstríðnum, ikki minst millum teir flokkar, sum nú mynda samgonguna. Kortini er játtanin til gransk­ ing ikki vaksin. ­ Eg hevði sjálvandi vón­ að, at tað nú hevði eydnast at fáa gransking longur fram í politisku skipanini, men harfrá sum eg siti, síggi eg ikki enn tær stóru armrørslurar. Sjálvandi veit eg, at tað eru nógvar játtanir, men eg hevði vónað at fingið meira enn somu játt­ an, segði Annika Sølvará. Hon hevur ikki sæð ser­ liga nógv til tey lyftir, sum vórðu givin undir valstríð­ num. ­ Har vórðu nevnd fleiri ting innan gransking, mill­ um annað tað neyðuga í at skapa hagtalsgrundarlag, men eg havi heldur ikki sæð pengarnar til tað, segði Annika Sølvará. Hon viðgongur tó, at tíðin er stutt til 2009, og tá vónar hon at nakað fer at síggjast aftur á fíggjarlógini. ­ Tað vóru settar tvær milliónir fleiri á uppskotið hjá undanfarnu samgongu, og eg hevði vónað, at tær í hvussu er fóru at vera á hes­ um uppskotinum. Tað hevur ofta verið tosað nógv um gransking, men tað mangl­ ar at gera neyðuga innsatsin fyri at koma eitt stig fram á leiðini, segði Annika Sølv­ ará við Rás2. Føgru orðini bliknað Annika Sølvará er vónbrotin av játtanini til gransking á nýggja fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni Útflutningurin minkar Fyribils tølini fyri januar og februar vísa, at føroyska samfelagið útflutti fyri 233 milliónir minni fyrstu tveir mánaðirnar sammett við 2008. Í hesum tølum er útflutningur av skipum tó ikki íroknaður. Tá hetta verður talt við, er tala n um meirútflutning upp á 109 milliónir. Tað er annars bert innan alifisk, at talan er um øktan útflutning. Innan allar aðrar vørubólkar er talan um minking í útflutningsvirðun­ um, hóast Hagstovan tekur fyrivarni fyri, at tølini ikki eru heilt full­ fíggjað. Hartil verður sagt, at útflutningurin av uppisjóvarfiski kann sveiggja nógv mánað fyri mánað, og at fyrilit eigur at verða tikið fyri hesum, tá tølini verða lisin. Fyri uppisjóvarfisk var tlan um minking upp á 112 milliónir krónur fyrstu tveir mánaðirnar í 2008.