mikudagur 23. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2008
11
Stutt Sagt
Maturin
ov dýrur
Í altsamt fleiri og fleiri
londum kæra fólk seg um,
at matvørurnar eru vorð
nar ov dýrar, og at tey
hava ikki ráð at keypa sær
mettuna um dagarnar. Í
gjár gingu umleið 4.000
fólk mótmælisgongu í ein
um býi har eysturi í Af
ghanistan. Mótmælisgong
an var tann fyrsta av sín
um slagi í landinum, og
mótmælisfólk settu seg á
høvuðsvegin
millum
Jalalabad og høvuðsstaðin
Kabul. Tey kravdu, at
stjórnin skal leggja uppí,
so hon kann stýra matvøru
prísunum.
– Vit hava ikki ráð at
keypa mat, segði ein av
mótmælismonnunum við
útlendsku tíðindafólkini.
Hann og hini ilskaðust
serliga inn á grannalandið
Pakistan, sum gavst at
selja Afghanistan hveiti
fyri nøkrum mánaðum síð
ani.
Bobby
Fischer
gravast
uppaftur?
Ein genta, sum heldur
uppá, at fyrrverandi talv
snillingurin Bobby Fisch
er var pápi hennara, fer
møguliga at krevja, at lík
hansara verður grivið upp
aftur, so ein DNAroynd
kann takast av tí. Tað sig
ur filipinski løgfrøðingur
in Marilyn Young, sum vil
vera við, at Bobby Fischer
var pápi dóttir hennara,
sum eitur Jinky. Tær báðar
møðgurnar halda eisini
uppá, at hjúnabandið mill
um Bobby Fischer og
konuna, Myoko Watai,
var ólógligt, og at Jinky
hevur krav upp á arv eftir
pápan. Bobby Fischer er
jarðaður í Íslandi.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Tey søgdu, at eg hevði tapt og bóðu meg gevast. Men tað
amerikanska fólkið missir ikki mótið og gevst ikki
(Hillary Clinton)
útlond
-Rákið hevur vent,
segði Hillary Clinton,
tá hon sum væntað
vann uppstillingina í
Pennsylvania
Summi vildu vera við, at
eg hevði longu tapt, og tey
bóðu meg gevast. Men tað
amerikanska fólkið gevst
ongantíð, og tey hava krav
upp á ein forseta, sum
heldur ikki gevst, segði ein
sigurssæl Hillary Clinton,
tá tað var greitt, at hon
hevði vunnið á Barrack
Obama í Pennsylvania.
Sigur hennara kom ikki
óvart á nakran, tí allar mein
ingakanningar vístu, at hon
fór at vinna. Spurningurin
var bara, hvussu stórur sig
urin bleiv, og sambært teim
um seinastu tølunum fekk
Hillary Clinton umnleið 55
prosent av atkvøðunum, og
Barrack Obama fekk um
leið 45 prosent.
Politiskir eygleiðarar vísa
í hesum viðfangi á, at
Obama hevur brúkt tvær
ferðir meiri pengar til val
stríðið í Pennsylvania enn
Hillary Clinton. Hinvegin
kann hann rósa sær av, at
munurin teirra millum bleiv
ikki tey 20 prosentstigini,
sum kanningarnar fyri nøkr
um vikum síðani bendu á.
Úrslitið í Pennsylvania
fær ikki stórvegis ávirkan á
ta samlaðu støðuna, tí Bar
rack Obama hevur fram
vegis væl fleiri valmenn
enn Hillary Clinton. Men
úrslitið hevur tann týdning,
at Hillary Clinton nú fer at
halda fram við valstríðnum.
Hevði hon tapt í Pennsyl
vania, var hon ivaleyst
givin.
Kyn og húðalitur
Kanningar í Pennsylvania í
gjár vístu, at tað vóru ser
liga kvinnurnar og teir hvítu
menninir í arbeiðarastættini,
sum
tryggjaðu
Hillary
Clinton sigurin. Hesi, sum
ofta verða umrødd sum
Reagandemokratar, styðja
demokratarnar, tá tað snýr
seeg um búskaparpolitkkk,
men republikanararnar, tá
tað snýr seg um trygdarpoli
tikk og moralskar spurning
ar.
Kanningarnar vístu eisini,
at nógv teir flestu svørtu
veljararnir settu kross við
Barrack Obama. Í summum
støðum fekk hann meiri
enn 90 prosent av teimum
svørtu atkvøðunum.
Ein kanning hjá sjónvarp
inum CNN vísir, at tveir
triðingar av teimum svørtu
verljarunum fara ikki at
atkvøða fyri Hillary Clint
on, verður hon forsetavalevni
hjá demokratunum. Sama
kanning vísir, at bara helm
ingurin av veljarunum hjá
Hillary Clinton eru til reiðar
at atkvøða fyri Barrack
Obama, verður hann valevni
hjá demokratunum í heyst.
Næstu uppstillingarvalini
verða í North Carolina og
Indiana um fjúrtan dagar.
Zimbabwe
eigur at fáa
samstarvs
stjórn
Tað størsta blaðið í Zimbabwe
mælir nú stjórnarflokkinum og
andstøðuni til at skipa eina
samstarvsstjórn
The Herald skrivar, at granna
londini hjá Zimbabwe eiga at fáa
Robert Mugabe, forseta og Morg
an Tsvangirai, andstøðuleiðara at
semjast um at skipa eina sam
starvs og tillagingarstjórn, sum
skal skipa fyri fríum og frælsum
valum.
Orðini hjá blaðnum hava vakt
ans, tí vanliga verður The Herald
mett sum eitt blað, ið hevur gott
samband við zimbabwiska stjórn
arflokkin ZANUPF. Eygleiðarar
halda tí, at innihaldið kann vera
ein fráboðan um, at tílík hugskot
verða umrødd í flokkinum og
stjórnini.
Samstundis veksur misnøgdin í
fleiri av grannalondunum hjá
Zimbabwe. Í gjár segði zambiska
stjórnin, at Mugabe eigur at lurta
eftir andstøðuni, og í Suðurafrika
sigur ANCleiðarin, Jakob Zuma,
at afrikanskir leiðarar eiga at gera
sína ávirkan galdandi.
Kyn og húðarlitur
avgjørdu valið
Hillary og Bill
Clinton fegnast
um valsigurin í
Pennsylvania í
nátt
(Mynd: Polfoto)