mikudagur 23. apríl 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 77 - 23. apríl 2008
Týsmorgunin komu
Jaspis og Ametyst inn at
landa til Fiskavirking í
Runavík.
Tá landingin var liðug
vísti tað seg, at veiðan
samanlagt var um
240.000 pund.
Av skrivstovuni á
virkinum verður upplýst,
at meginparturin av
veiðuni henda túrin var
hýsa.
sb.
Hann arbeiddi í fiski á tí
gamla virkinum, sum tá
kallaðist fyri Lynfrost. Og
hann heldur fram á sama
staði, nú tað eitur Fiska
virking í Runavík.
Her hevur verið nógv
arbeiði, men fyrrapartin
henda týsdagin visti hann
ikki, hvussu leingi teir fóru
at arbeiða út á seinna
partin.
Teir landaðu fyrst Jaspis,
og skuldu so fara undir at
landa Ametyst beinanvegin
aftaná.
Eg veit ikki, tað verður
kanska til klokkan 4 ella 5 í
dag, sigur Tórleif.
Okkurt skal man gera
Eftir at hava arbeitt mong
ár her á virkinum undir
skiftandi eigarum, telist
Tórleif millum tey royndu á
virkinum.
Mær dámar í øllum
førum væl at arbeiða her.
Her er fínt at vera, sigur
hann, og leggur síðani
aftrat:
Tú veit: Okkurt skal
man gera .... fyri at liva!
Vanliga er hann ein av
landarunum, og tað dámar
honum væl. Men tá eingin
bátur er at landa, arbeiðir
hann ístaðin inni á virki
num.
Sjálvur dugir hann ikki at
siga, hvat arbeiði er tað
betra. At arbeiða inni og at
arbeiða úti, hava bæði sína
fyrimunir og sínar vansar.
At landa eitt skip ein
slíkan góðveðursdag sum í
dag, tað er fínasta slag.
Men at standa soleiðis
og landa í illveðri og kava
roki, noy, tað er ikki altíð
so stuttligt, sigur hann við
einum brosi.
Mugu vera varin
Seinastu tíðina eru komnar ymiskar
fráboðanir um arbeiðið í fiskivinnuni.
Onkur sigur, at tað er trupult at útvega
arbeiðsmegi til øll virkini, og at ein tí er
noyddur at fáa útlendingar til hetta.
Samstundis verður sagt frá, at ein helst
eigur at minka um talið á fólki í
fiskivinnuni, soleiðis at landsbúskapurin
ikki verður so bundin at gongdini og
sveiggjunum í fiskivinnuni í framtíðini.
Hjá einum manni sum Tórleif, ið ikki
hevur nakran bókligan lærdóm at hella seg
afturá, er fiskivinnan á sjógvi og serliga á
landi grundarlag hansara.
- Tey siga øll so ymiskt. Onkur sigur eitt,
og dagin eftir kemur ein og sigur nakað
annað. Men eg haldi sjálvur, at ein eigur at
vera varin við at flyta alt ov nógv fólk inn
til landið ísenn.
- Tað kann so skjótt taka yvirhond, sigur
Tórleif Nielsen, landari á Fiskavirking í
Runavík.
Tað er eitt gott samstarv og
gott lag millum menninar í
landingini. – Hetta er eitt gott
arbeiði, sigur Tórleif Nielsen
»Eg haldi
sjálvur, at
ein eigur at
vera varin við
at flyta alt
ov nógv fólk
inn til landið
ísenn«
»Tú veit:
Okkurt skal
man gera ....
fyri at liva«
NunaMinerals til verka
Grønlendska ráevnisfelagið NunaMinerals ætlar sær at brúka 24 milliónir
krónur til leiting í hesum árinum. Arbeiðið er byrjað við Gieseckesvatnið
norðan fyri Syðra Streymfjørðin, har felagið leitar eftir kopari og nikkel. Økið
er partur av einum leitiloyvi, sum umfatar 337 ferkilometrar. Herumframt
hevur felagið loyvi at leita í einum 149 ferkilometrar stórum øki í
Eysturgrønlandi, har leiting hevur avdúkað nikkel fyrr.
NunaMinerals væntar at finna nikkel og kopar
við Gieseckes-vatnið (Mynd: Sermitsiaq)
Takkaði póllendingum
Á vitjan síni í Póllandi nú um dagarnar nýtti danski
forsætisráðharin, Anders Fogh Rasmussen, høvi til at
takka teimum nógvu póllendingunum, sum arbeiða í
Danmark. Forsætisráðharrin segði, at póllendingarnir
gera stórt gagn, tí Danmark hevur tørv á arbeiðsmegi.
Hann segði seg skilja, at hetta kann gera, at trot er á
arbeiðsmegi í Póllandi ístaðin fyri, men hann helt, at
Pólland kann fáa gagn av royndunum hjá teimum, sum
arbeiða í Danmark.