Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 77 - 23. apríl 2008 - Tað er gott at arbeiða sum landari. Men í ólagaligum veðri, er tað ikki eins hugaligt, sigur 61 ára gamli Tórleif Nielsen úr Saltangará. Týsdagin arbeiddi hann við at landa ísfiskatrolarin Jaspis Landari Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Runavík: - Nú mást tú skunda tær at hiva, soleiðis at vit klára akkordina! Tað er góður stemningur her á bryggjuni undir Fiska- virking í Runavík, her Jaspis er komin inn at landa. Teir komu inn um seks-tíðina henda góð- veðursmorgunin og ein tíma seinni byrjaði landing- in. Teir tríggir menninir í landingini kenna hvønn annan og vita, hvussu ein samstarvar á bestan hátt. Umborð á Jaspis stendur hivarin og í landi taka teir báðir Tórleif og Pauli ímóti veiðuni. So skjótt tvey av stóru kørunum eru komin í land, verður ketan loyst av, so- leiðis at krókurin kann fara umborð aftur. Tá hetta er gjørt er Pauli skjótur inn í vektarhúsið at skriva nøgd- ina niður. - Tá Jaspis er liðugur, fara vit beinanvegin undir at landa Ametyst. Sovítt eg veit fara teir aftur til fiski- skap í kvøld, sigur Tórleif Nielsen, sum býr í Saltang- ará. Foredla Tað er týðiligt at merkja, at hetta at landa ein ísfiska- trolara sum Jaspis er nakað sum Tórleif og hinir eru vanur við. Saman við starvsfelaga sínum taka teir lætt og trygt ímóti kassunum við teirri dýru lastini av fiski, sum føroyska samfelagið enn er bundið av. Teir báðir - Tórleif og Pauli - vita, at teir eru bert eitt av mongum liðum í høvuðsvinnu okkara. Næsta liðið er trukkurin sum koyrir fiskin inn á virk- ið, har aðrar hendur bæði tilvirka og foredla fiskin til tað, sum tann útlendski keyparin ynskir. Øll eru tey vitandi um, at tey eisini eru við til at skapa virðir fyri landið og tryggja at fiskivinnan enn er álitið hjá landsmonnum teirra. Sum regul kl. 7 Meðan tey flestu helst fóru til arbeiðis klokkan 8 henda týsmorgunin, so stóð Tórleif longu á bryggjuni ein heilan tíma áðrenn. Teir vistu, at bæði Jaspis og Ametyst skuldu koma inn fyrr um morgunin. Tað gjørdu teir longu um seks- tíðina, og so var einki at bíða við hjá teimum sum skuldu fáa alla hesa veiðuna í land. - Vit byrja sum regul kl. 7. Onkutíð byrja vit seinni, men tað er rættiliga sjáldan, sigur Tórleif, og kvikar sær til næstu kassarnar, sum eru við at nærkast bryggjuni. Í morgun kemur fiskurin frá Jaspis í land í kørum og tað leysa í kassum. Til 4 ella 5 Sum longu nevnt hevur arbeiðslívið hjá Tórleifi verið mest knýtt at fiski- vinnuni, bæði á sjógvi og á land. Eitt spæl at landa ein trolara Tórleifi Nielsen dámar væl at arbeiða hjá Fiskavirking. – Okkurt skal ein gera! IS lim úr Grønlandi Íslendska fyritøkan Icelandic Seafood, sum er gamla Sölumiðstöð hraðfrystihúsanna, hevur fingið sær ein nevndarlim úr Grønlandi. Tað er Henrik Leth, sum hevur verið formaður í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, síðani hann fór frá sum varastjóri í Royal Greenland í fjør. Finnbogi Baldvinsson, stjóri í Icelandic Group, sigur, at henrik Leth hevur drúgvar royndir á fiskivinnuøkinum, og at tær hava útvegað honum sessin í nevndini. Henrik Leth er komin í nevndina í Icelandic Seafood (Mynd: KNR) Venda aftur til Mærsk Teir seinastu mánaðirnar hevur leiðslan í A.P. Møller-Mærsk arbeitt við einari ætlan um at umskipa partar av felagnum, og arbeiðið gevur nú úrslit, sigur Flemming Steen, sum er ætlanarstjóri hjá reiðarínum. Við Børsen sigur hann, at viðskiftafeløg, sum reiðaríið misti, eru farin at venda aftur, og at nú eru viðskiftafeløgini væl nøgd við tænastuna. Umleggingin hevur kostað fleiri størv, men tað eru fólk við drúgvum royndum, sum eru eftir. + mynd av Mærsk Myndatekstur: Størri dentur á kunarøkt hjá A.P. Møller-Mærsk hevur givið úrslit (Mynd: TV2)