mikudagur 23. apríl 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 77 - 23. apríl 2008
Stórt fall í Kina
Teir seinastu mánaðirnar er partabrævavirðið fallið sera
nógv á kinesiska marknaðinum. Virðið setti met í oktobur
í fjør, men síðani er tað fallið meiri enn 50 prosent,
skrivar Reuters. Tó skal sigast, at frammanundan var
virðið seksfaldað eftir bara tveimum árum. Ein orsøk til
tað stóra fallið nú er, at kinesiska stjórnin hevur gjørt av
at tálma inflasjónini, og íleggjarar vænta, at tiltøkini fara
at skerja rakstraravlopið hjá virkjum og fyritøkum.
Fór frá av skattasviki
Forstjórin í Samsung, Lee Kun-hee, kunngjørdi í suðurkoreanska
sjónvarpinum, at hann fer úr stjórastarvinum. Tað hendir, eftir at
forstjórin í síðstu viku varð skuldsettur fyri skattasvik og mandatsvik.
Skuldsetingin er úrslit av drúgvari kanning, har skattavaldið hevur
kannað viðurskiftini hjá Kun-hee, sum er millum ríkastu menn í
Suðurkorea. Samsung er størsta fyritøkan í Suðurkorea, men
skuldsetingin hevur ikki ávirkað fyritøkuna.
Lee Kun-hee leggur frá sær eftir skuldseting um skattasvik (Mynd: Vísir)
at søkja – og far avstað við
tær. Meðan eg fylti út
umsóknarblaðið, kom janti-
røddin aftur: Hvat er tað, tú
gert? Søkir tú inn sum cand
merc.? Tú dugir jú slett ikki
matematik. Tú fert at dumpa,
og øll fara at finna út av, at
tú dugir ikki til nakað.
Hon segði, at hendan dag-
in, hon sat við umsóknar-
blaðnum, megnaði hon at
skumpa røddina burtur.
- Eg fylgdi mínum dreymi,
og stívliga fimm ár seinni
stóð eg við prógvinum í
hondini.
Kitty Mai segði, at hon
hevði fylt sínum dreymum
síðan hendan dag, og at hon
fylti dreyminum um útbúgv-
ing, hevur hann størst týdn-
ing í hennara lívi.
- Hetta gav mær eina inni-
liga trúgv upp á, at eg megni
tað, eg seti mær fyri – og fái
tað, sum eg fari eftir.
Niðurgjørdir
Íverksetarar siga ofta, at
almenna fyrisitingin í Før-
oyum er stirvin. Reglurnar
eru so nógvar, og tey á Taks
eru óvinarliga og fara við
fólki sum skurkum.
- Allir íverksetarar hava
upplivað at byrja í tí smáa,
og nógvir hava eisini upp-
livað at vera niðurgjørdir.
Tú eigur eisini at prioritera,
tá ið ræður um tey menn-
iskju, tú umgangst. Summi
fólk drena allan mergin úr
tær. Eitt tað ringasta er slat-
ur og sleyg, og hetta heldur
nógvum fólki aftur í at
royna síni hugskot og fylgja
teimum.
Á fundinum í Øravík
legði Kitty Mai dent á, at tú
sum íverksetari ikki eigur
at hugsa um, hvat onnur
halda um teg.
- Tað er líkamikið, hvat
onnur halda. Tað einasta,
sum hevur týdning, er, hvat
tú heldur um teg sjálvan -
og tú skal trúgva, at tú gert
tað besta. Tú eigur heldur
ikki at tosa niðursetandi um
onnur. Ert tú glaður, hevur
tú tað eisini gott og eigur
ikki at tosa ringt um onnur.
Kitty Mai Ellefsen segði
í Øravík, at Íverksetanarhús-
ið í Klaksvík rættiliga hevur
verið eitt frambrot fyri før-
oyskar íverksetarar.
At enda hevði hon hesi
ráð til íverksetarar:
- Takið altíð kjansir við
skili, og um tit ætla tykkum
undir nýggja fyritøku, kann-
ið so øll viðurskifti fyrst,
segði hon.
Vinnulívsfólk og borgarstjórar
á íverksetanarfundi í
Øravík. Stjórin í Suðuroyar
Sparikassa, Søren L. Bruun,
fegnaðist um tiltakið
Mynd: Kitty Mai Ellefsen
- Vit hava gjørt avtalu
við nøkur av teimum,
sum við vóru, um at
koma til fundar við
okkum, har vit fara
at umrøða nøkur av
hesum hugskotum
nærri, Kitty Mai
Elletsen
Íverksetan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eini 70 fólk vóru til íverk-
setarakvøld í Øravík í
gjárkvøldið. Talan var bæði
um vinnulívsfólk, umboð
fyri kommunur og áhugaðar
íverksetarar.
Fýra áhugaverdir fyrilestr-
ar vórðu hildnir, og fólk
sýndu tiltakinum stóran
áhuga.
Í fyrsta lagi vóru tað Rani
Nolsøe, stjóri í Íverkset-
anarhúsinum í Klaksvík og
Kitty Mai Ellefsen, nevnd-
arformaður,
sum
høvdu
orðið.
Umboð fyri Taks greiddu
eisini frá, hvussu almennu
Føroyar møta íverksetarum,
og hvørji krøv verða sett
fyri at kunna seta á stovn
eina lógliga fyritøku. Regin
Dalsgaard,
íverksetari,
segði frá síni fyritøku, sum
hevur ment eina skipan við
sms-boðum, sum ikki minst
fyritøkur kunnu brúka í
sínum arbeiði at kalla fólk
til arbeiðis.
Áðrenn fundurin í Øravík
byrjaði, vóru umboðini fyri
Íverksetarahúsið í Klaksvík
og vitjaðu borgarstjóran á
Tvøroyri.
Kitty Mai Ellefsen sigur,
at hópur av góðum hugskot-
um komu fram á fundinum,
og hon leggur dent á, at tað
vóru fleiri, sum veruliga
høvdu góð hugskot.
- Vit hava gjørt avtalu við
nøkur av teimum, sum við
vóru, um at koma til fundar
við okkum, har vit fara at
umrøða nøkur av hesum
hugskotum
nærri,
sigur
hon.
Íverksetanarhúsið hevur
ferðast kring landið og hild-
ið fundir, eins og skeiðvirk-
semi hevur verið í Klaks-
vík.
- Vit vóru soleiðis á Sandi
týsdagin í síðstu viku, og
eisini her var stórur áhugi
fyri tiltakinum, sigur hon.
Kitty Mai vísir á, at Íverk-
setanarhúsið
í
Klaksvík
sjálvandi spennir um alt
landið, og hon fegnast um,
at Klaksvíkar kommuna og
Eik Banki hava stuðlað hús-
inum og verkseminum so
væl.
- Tað liggur stórt potenti-
ali í íverksetan, og hetta er
eitt potentiali, sum vit onga
løtu ivast í fer at síggjast aft-
ur í búskapinum, sum tíðin
gongur, sigur nevndarfor-
maðurin fyri Íverksetanar-
húsið.
Nú fíggjarlógin er løgd
fram, fegnast Kitty Mai
Ellefsen eisini um, at játtan-
in til Vinnuframagrunnin er
økt við 1,4 miljónum krón-
um til íverksetan.
- Vit hava eisini søkt um
játtan á fíggjarlógini, men
hava ikki fingið nakað í hes-
um umfari. Tí fegnast vit
um, at meira peningur kort-
ini er játtaður til Vinnu-
framagrunnin við tí enda-
máli at skapa betri karmar
fyri íverksetan, sigur hon.
Nógv fólk til
fundartiltak
í Øravík