Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 77 - 23. apríl 2008 Lærlingar gevast Ein kanning í Danmark vísir, at fimti hvør lærlingur umhugsar at gevast mitt í útbúgvingini. Samstundis kæra fakfeløg seg um, at tey hava nógvar kærur frá lærlingum, sum eru misnøgdir við umstøðurnar í starvsvenjingartíðini. Men bæði fakfeløgini og arbeiðsgevararnir siga, at lærlingarnir eiga sjálvur ein part av skyldini. Sagt verður, at nógvir lærlingar vænta at fáa spennandi avbjóðingar beinanvegin og gerast ótolnir og misnøgdir. Nógvir danskir lærlingar umhugsa at gevast (Mynd: Polfoto) - Tú kanst seta tær hægri útbúgving sum mál – ella tú setir tær onnur mál. Tú kanst ikki alt í senn, og um tú kortini vitl alt, forsømur tú okkurt. Ætlar tú tær at stovna egna fyritøku, er tað hetta, tú skalt satsa upp á. Tú kanst ikki vænta, at tú fært vøkstur í fyritøkuna, meðan tú arbeiðir fulla tíð á Kósini. Alt sum skal eydnast, krevur fulla orku - og at tú hevur fingurin á pulsinum, sigur Kitty Mai Ellefsen Íverksetan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á íverksetanarkvøldinum í Øravík í gjárkvøldið høvdu Rani Nolsøe, leiðari og Kitty-Mai Ellefsen, nevndar- formaður, hvør sína áhuga- verda framløgu um íverk- setan í breiðari merking. Framløgurnar eru ov drúgvar at taka fram á hes- um síðum í dag, og tí fara vit hesaferð at siga eitt sind- ur um tað, sum Kitty-Mai segði. Ætlandi fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, usm Rani segði, í øðrum blaði. Kitty Mai Ellefsen vísti á, at nógv hevur verið tosað um íverksetan í Føroyum, síðan vit fingu Íverksetanar- húsið í Klaksvík. - Íverksetararar hava stór- an týdning fyri búskapar- vøksturin í einum samfelag. Tað eru íverksetarar, sum koma við teimum nýggju hugskotunum á virkjunum, og tað eru eisini íverksetarar, sum bjóða verandi virkjum av og soleiðis økja um kapp- ingina. Hon segði, at vóru eingir íverksetarar, hevði fram- burðurin, sum verið hevur á so mongum økjum, heldur ikki verið skaptur. - Í øðrum londum, eitt nú Íslandi, Írlandi og USA, hev- ur man verið tilvitaður um týdningin av íverksetarum, og tí hevur man eisini gjørt nógv við hesi viðurskifti. Kitty Mai vísti eisini á, at OECD, sum er ein altjóða felagsskapur av londum, hevur fingist nógv við íverk- setan. - Felagsskapurin sigur, at tað eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum eitt land má hava uppá pláss fyri, at íverksetan skal trívast og veksa. OECD sigur, at íverk- setarar mugu sleppa at fok- usera upp á hugskotið, men ofta er tað so nógv annað sum tyngir, eitt nú lógir, mvg og onnur viðurskifti. Hon segði, at møguleikar- nir fyri at vinna pening skulu vera góðir. - Hetta er eingin loyna, og hetta skulu vit bara læra okkum at góðtaka. Tað er peningur, sum drívur verkið – og tað er stuttligt at vinna pening. Dreymar og veruleiki Kitty Mai var formaður í visjón-bólkinum, sum undir seinasta landsstýri arbeiddi við íverksetan, og á fundin- um í Øravík vísti hon á, at tá var aðalmálið, at Føroyar skulu gerast ein íverksetan- ardepil, har fólk úr øllum heiminum trívast. - Enn hava vit nakrar forð- ingar á hesum øki, og Føroyar eru ikki so glaðar fyri at lata upp fyri fremm- andari arbeiðsmegi. Hon segði, at hugburðurin hjá einum íverksetara er, at “sjálvandi ber tað til - alt ber til”. - Neyðugt er at tora at taka kjansir. Íverksetarin hevur dreymar, og hann ella hon torir at fara eftir sínum dreymum – og at útliva teir. Kitty Mai vísti á, at øll hava vit nógvar dreymar um, hvat vit vilja við okkara lívi, men hon reisti eisini spurningin, hvat tað er sum ger, at dreymar ofta ikki verða førdir út í lívið. - Vit eru so ymisk. Hví klára summi okkara uttan trupulleikar at føra sínar dreymar út í lívið - og onnur ikki. Summi síggja forðingar allastaðni, og summi síggja forðingar sum nakað, ið skal loysast. Onkur sær glasið sum hálv fult, meðan onnur síggja tað sum hálv tómt. Hon reisti eisini spurning- in, hvørjar forðingarnar eru, og hvussu vit sleppa undan teimum. Støðan í dag Ein annar spurningur, sum Kitty Mai reisti á fundinum í Øravík, er støðan hjá før- oyskum íverksetarum ídag. - Jú nógv partafeløg og smápartafeløg verða stovn- að, og hetta merkir, at føroy- ingar heldur enn gjarna vilja reka virksemi av ymiskum slagi. Hon segði, at í 2015-vis- jónsarbeiðnum gjørdu tey eina kanning av, hvussu før- oyski íverksetarin hevur tað. - Fólkið er kreativt, og okkum dámar væl at arbeiða. Vit síggja hetta fleiri staðni kring landið, at tað trýtir ikki við hugskotum. Spýrar spretta allastaðni, bæði inn- an mentan, sum kann hand- ilsgerast og eisini innan ymiskar vinnur. Kitty Mai segði, at nógv hugskot eru góð, men neyð- ugt er at duga at prioritera. - Tú kanst seta tær hægri útbúgving sum mál – ella tú setir tær onnur mál. Tú kanst ikki alt í senn, og um tú kortini vil alt, forsømur tú okkurt. Ætlar tú tær at stovna egna fyritøku, er tað hetta, tú skalt satsa upp á. Tú kanst ikki vænta, at tú fært vøkstur í fyritøkuna, meðan tú arbeiðir fulla tíð á Kósini. Alt sum skal eydn- ast, krevur fulla orku - og at tú hevur fingurin á pulsin- um. Hon ásannaði, at hennara trupulleiki altíð hevur verið, at hon hevur 1000 jørn í eld- inum í senn, sum hon tók til. - Tað ber eisini væl til í eina tíð, men gongur ikki í longdini. Kitty Mai vísti á, at hon keypti 1/3 av eini fyritøku fyri eini tíð síðani. - Eg helt, at eg kundi føra hetta út í lívið samstundis, sum eg arbeiddi fulla tíð aðrastaðni. Eg hevði mann og fýra børn, fleiri nevndar- sessir og nógvar vinkonur. Forget it. Fyritøkan er ikki komin víðari, síðan eg keypti, men nú havi eg valt at satsa uppa fyritøkuna – og trúgva upp á hana, legði hon aftrat. Jantelógin Kitty Mai segði, at jante- lógin er sterk. - Hvussu ofta hoyra vit ikki: Hvat heldur hon seg vera - nú skal hon…? Og tá so íverksetarar fara á húsagang við teirra verkætlanum, hoyra vit: Ja eg segði tað altíð, eingin dugur var í hasum. Hon segði, at íverksetarar mugu læra ikki at lurta eftir slíkum, men hetta krevur samstundis, at tú trýrt upp á tíni hugskot og tínar ætlanir, eins og tú málrættað arbeið- ir við at føra dreymin ella hugskotið út í lívið. - Trúgv upp á dreymin og trúgv uppá teg sjálvan. Tá ið janti-røddin kemur og sigur: “Nei, hatta klárar tú ongantíð”, skalt tú taka kval- aratak um hana og skumpa hana burtur. Tess oftari, tú skumpar hana burtur, tess veikari verður hon – og at enda fert tú bara at hóma hana í bakgrundini. Kitty Mai greiddi eisini frá, hvussu hon hevði tað, tá hon tók avgerð um at útbúgva seg. - Eg hugsaði, at nú fert tú Íverksetan: At tora at taka kjansir - Neyðugt er at tora at taka kjansir. Íverksetarin hevur dreymar, og hann ella hon torir at fara eftir sínum dreymum – og at útliva teir, segði Kitty Mai Ellefsen á íverksetarafundi í Øravík í gjárkvøldið