mikudagur 23. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 77 - 23. apríl 2008
Smáparta
felagið
Rainbow
Seafood
hevði í 2007
eitt avlop eftir skatt
uppá 1,4 milliónir
krónur og rentaði
eginognina við 25%
Ársroknskapur
Business-line
www.bl.fo
Tað gongur støðugt framá
hjá
fiskasølufyritøkuni
Rainbow Seafood - fiska-
sølan við tí góða útsýninum
yvir vestaru vág í Havn.
Fyritøkan hevur seinastu 5-
6 árini tikið sær av fiskasølu
fyri bátar og
skip og eigur ein
lítlan triðing av parta-
peninginum fiskavirkinum
P/F Bátafiskur á Eiði.
Vaksandi
bruttoúrtøka
Bruttovinningurin, tvs. úr-
slitið, ið er eftir til starvs-
fólk, fígging, avskriving og
skatt er í farna árið økt við
12%. Hóast hetta, veksur
nettoúrslitið ikki tilsvarandi,
orsakað av øktum fíggjar-
útreiðslum.
Vakstrarfyritøka
(gazella)
Smápartafelagið Rainbow
Seafood er ein av skjótast
vaksandi fyritøkum í Før-
oyum og leyk í fjør altjóða
treytirnar fyri at verða ein
vakstrarfyritøka
ella
gazella. Treytin fyri hesum
er m. a. at bruttovinningurin
er vaksin við meira enn
100% tey seinastu fýra
árini.
Árini 2003-2006 vaks
bruttovinningurin hjá Sp/f
Rainbow Seafood við ikki
minni enn 356%!
Regin Mikkelsen er stjóri
hjá Sp/f Rainbow Seafood,
meðan Per Mikkelsen er
nevndarformaður.
Roknskapartøl frá
www.business-line.fo
Alt ov fáar fyritøkur
hava sett sær greið
mál fyri, hvussu tær
ætla at avmarka sítt
CO2 útlát. Ein nýggj
veðurlagskumpass
á alnetinum skal
hjálpa teimum á
rætta kós
uMHVØrVI
Finnur Sivertsen,
Búskaparfrøðingur
bs@post.olivant.fo
Business-line
www.bl.fo
Danskar fyritøkur skulu
innan stóra veðurlagsfund-
in í Keypmannahavn í
2009 seta meira ferð á at
avmarka sítt CO2 útlát. Í
dag hava bert 17% av fyri-
tøkunum, ið eru skrásettar
á
virðisbrævaskálanum,
sett sær ítøkilig mál fyri,
hvussu tær avmarka útlát-
ið.
Tí hava danska Búskap-
ar- og Vinnumálaráðið og
Danska Arbeiðsgevarafe-
lagið (DI) tikið stig til at
stovna
eina
sokallaða
veðurlagskumpass,
sum
skal vísa fyritøkunum á
rætta kós í sambandi við
CO2 útlát.
Hugskotið við hesi kum-
pass er, at fyritøkurnar
kunnu útrokna sítt egna
útlát av drívhúsgassi. Sam-
stundis fáa fyritøkurnar
hjálp til at meta um, hvussu
tær avmarka útlátið, uttan
at hetta tó ávirkar bú-
skaparligu vakstrarmøgu-
leikarnir hjá teimum.
- Danskar fyritøkur seta
seg javnan í samband við
Danska
Arbeiðsgevara-
felagið fyri at fáa ráðgeving
til at seta sær realistisk
mál fyri, hvussu útlátið
kann avmarkast. Tí er vaks-
andi tørvur á einum am-
boðskassa, ið kann verða
hesum fyritøkum til hjálp-
ar, sigur Tine Roed, vara-
stjóri í DI.
Hugskotið til at sam-
starva um eina verðurlags-
kumpass kom í samband
við ein fund millum serligu
veðurlagsnevndina
hjá
donskum stjórnini, danska
vinnumálaráðhar ran,
Bendt Bendtsen, vísinda-
málaráðharran,
Helge
Sander, veðurlags- og orku-
málaráðharran,
Connie
Hedegaard og ráðharran í
umhvørvismálum, Troels
Lund Poulsen.
Veðurlags
kumpass
til vinnulívið
Rainbow Seafood:
Litrík føroysk
vakstrarfyritøka
(gazella)
Týskarar eftir vindorku
Herfyri samtykti týska stjórnin at økja stuðulin til vindorku, og tað hevur av
álvara sett ferð á vindorkuútbyggingina har. Serliga stórur er áhugin fyri at
byggja vindmyllulundir á sjónum, og fyribils er úrslitið, at orkufeløg hava gjørt
av at byggja 35 vindmyllulundir í Eystrasalti og Norðsjónum. Danmark er
millum fremstu londini á vindorkuøkinum, og hesa vikuna eru týsku feløgini
boðin á ráðstevnu í Esbjerg um samstarv í sambandi við útbyggingina.
Danir ætla sær at fáa ágóða av týsku
vindorkuætlanunum (Mynd: Polfoto)