Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 77 - 23. apríl 2008 Bert 17% av donskum fyritøkum hava sett sær ítøkilig mál fyri, hvussu nógv tær vilja avmarka sítt CO2 útlát. Men allar fyritøkur skulu hava sín veðurlagsrokn­ skap, stendur tað til serligu veðurlags­ nevndina hjá donsku stjórnini. Hvussu er støðan í Føroyum? Veðurlags­ roknskapur Finnur Sivertsen, Búskaparfrøðingur bs@post.olivant.fo Business-line www.bl.fo Sambært serligu veðurlags­ nevndini hjá donsku stjórn­ ini eiga allar danskar fyri­ tøkur at gera veðurlagsrokn­ skap og leggja eina strategi fyri, hvussu tær minka um CO2 útlátið. Hetta skal verða við til at vísa øllum heiminum, at Danmark er heilt frammi í oddinum, tá tað snýr seg um umhvørvis­ tøkni. Uppskotini hjá nevndini eru lið í eini verðurlags­ strategi, sum stjórnin fer at leggja fram í komandi i ár. Ráðstevna um veðurlagsroknskap Stóra danska ráðgevingar­ felagið, FORCE Techno­ logy, skipar í komandi mán­ að fyri eini ráðstevnu, kall­ að Carbon Footprint Arrangement, har fyritøkur­ nar kunnu fáa innlit í, hvussu ein veðurlagsrokn­ skapur verður gjørdur. Á hesi ráðstevnu verður serligt ljós varpað á avbjóð­ ingar, ítøkilig amboð, tiltøk til umhugsunar og ikki minst, hvørjir trupulleikar kunnu taka seg upp í sambandi við íverksetan av eini veðurlagsstrategi. Tiltakið er serliga ætlað kommunum og vinnulívi, sum í alt størri mun leggja seg eftir at kanna, í hvønn mun vørur, framleiðslur, mannagongdir og rakstur ávirka veðurlagið. Tvinnar høvuðsorsøkir eru fyri at gera veðurlags­ roknskap: 1. Umdømi og trúvirði Viðskiftafólk, starvsfólk, fjølmiðlar og tað almenna vænta í alt størri mun, at fyritøkurnar eru førar fyri at grundgeva fyri, í hvønn mun tær ávirka veðurlagið, serliga CO2 útlátið. Kunnu tær leggja fram ein veður­ lagsroknskap, er tað tekin um opinleika og trúvirði, og at fyritøkan tekur sína part av ábyrgdini av at skapa betri veðurlag í heim­ inum. 2. Útreiðslusparing Veðurlagsroknskapurin vísir, hvussu fyritøkan og tess vørur ávirka veðurlagið og gevur harvið hentar upp­ lýsingar um, hvørji tiltøk verða sett í verk til tess at minka um avleiðingarnar av útláti og á tann hátt spara pening. Føroyar og veðurlags­ roknskapur Føroyar hava nýliga verið vertur fyri veðurlagsráð­ stevnu, har millum onnur fyrrverandi varaforsetin í USA umrøddi ta ávirkan, ið veðurlagsbroytingar hava havt tey seinastu árini og ta vanlukku, ið kemur at standa av, um allar heimsins tjóðir ikki standa saman um at verja umhvørvið. Í kjalarvørrinum eftir hesa veðurlagsráðstevnu hevði verið eitt gylt høvi hjá Føroya Landsstýri at meldað greitt út, um Før­ oyar ætla at liva upp til al­ tjóða ásetingar um CO2 útlát ella ikki. Føroyski búskapurin er framvegis soleiðis háttaður, at tað er útlendskur eftir­ spurningur (eftir fiskavør­ um), ið avger, hvørjum standi hann er í. Dagurin er kanska ikki so langt burtur, tá útlendskir keyparar av føroyskum vørum krevja veðurlags­ roknskap við skjalfesting um CO2 útlát. Talan er tí um eitt álvars­ mál, ið føroyskir myndug­ leikar saman við vinnuni ikki sleppa undan at taka støðu til. Allar fyritøkur skulu gera veðurlagsroknskap Nýggjar uppgerðir vísa, at USA ikki longur hevur heimsins stórsta útlát av CO2. Ivasama heiðurin hevur Kina nú fingið Baugur­felag í trupulleikum Bretska handilsketan MK One, sum íslendska Baugur Group eigur, hevur verið í fíggjarligum trupulleikum í seinastuni, skrivar blaðið The Times. Blaðið veit at siga, at fleiri heilsølur hava sýtt fyri at lata handilsketuni vørur, tí tær fáa ikki pengar fyri vørurnar. Sambært The Times hevur MK One nýliga goldið fyri vørur, sum ketan fekk upp undir jólahandilin í fjør. 172 handlar eru í ketuni, sum hevði góðar 200 mió. krónur í halli í fjør. ' Formaðurin í Baugur Group, Jón Ásgeir Jóhannesson, hevur nóg mikið at hugsa um (Mynd: Vísir) Størri tørvur á arbeiðsmegi Sum er tørvar byggivinnuni í Grønlandi umleið 800 fólk afturat, og sambært formanninum í IA, Kuupik Kleist, verður tørvurin uppaftur størri tey næstu árini. Við Sermitsiaq sigur hann, at í hesum tíðum leggur Grønland stóran dent á at menna námsvinnuna, og tað fer at krevja fleiri arbeiðsførar hendur. Harafturat kemur tann risastóra verkætlanin hjá Alcoa, og verður hon veruleiki, fær Grønland ein stóran trupulleika um nøkur ár, sigur Kuupik Kleist.