Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 23. apríl 2008 17 Við einari íløgu upp á eina trísifraða milliónaupphædd ætlar Formula Inter­ national sær 15.000 kundar á europeiska marknaðinum, aftrat teimum 10.000 teir longu nú hava á danska marknaðinum KT-VINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ikki bara Egon Olsen, sum hevur eina ætl­ an. Tað hava Formula Inter­ national og Torkil Holm Petersen nevniliga eisini. Og í mun til ætlanirnar hjá Olsen, vóna Formula Inter­ national og Torkil Holm Petersen at ætlanir teirra lukkast. Og fram til nú, sær bara gott út. ­ Tað er áleið hálvttriðja ár síðani arbeiðið við at fyrireika Formula Inter­ national varð byrja. Fyrsta stigið í teimum ætlanunum er nú framt, og vit hava fing­ ið fótin fastan í Danmark, sigur Torkil Holm Petersen. Tað er eitt dóttirfelag hjá Formula International, Nor­ riq A/S, sum eigur og rekur felagið í Danmark, ið nevn­ ist Norriq Danmark. Endamálið við Formula International og Norriq eru í fyrsta lagi at víðka um virkisgrundarlagið í Dan­ mark, samstundis sum farið verður víðari út í Europa. Í øðrum lagi er málið at fáa 15.000 vinnukundar í Dan­ mark og í aðrar mátar at ger­ ast ein heilt týðandi leikari á altjóða liðnum fyri sølu av skipanum, við støði í kervinum hjá Microsoft. Í triðja lagi at útvega eitt týð­ andi kundagrundarlag til KT­ skipanir hjá Formula. fo, Føroya Tele, og øðrum føroyskum KT­ veitarum, og í fjóðra lagi at tryggja luttøku í væntaða vøkstri­ num í Europa innan Micro­ soft Dynamics KT­ skipan­ inar. Sostatt er yvirendamál­ ið at skapa bæði peningaligt avkast og virðisøkjing til íleggjararnar. Fyri at fáa fótin fastan í Danmark, varð mett rættast at keypa seg inn á markn­ aðin, gjøgnum longu framm­ an undan væl virkandi KT­ fyritøkur. Fyrsta stigið var at seta á stovn Formula International, og hetta varð gjørt fyri einum góðum ári síðani. Tá hevði verið arbeitt við teim veruligu ætlanunum í hálvt­ annað ár. Í hesum tíðarskeiði ar­ beiddi eisini ein størri projektbólkur við at fyri­ reika uppkeyp av KT­fyri­ tøkum í Danmark. Tað ræð­ ur um at vit finna tær røttu fyritøkurnar at keypa upp, og tað hugsi eg hevur eydn­ ast, sigur Torkil Holm Peter­ sen. Fótin fastan ­ Tankin var alla tíðina at keypa upp væl virkandi KT­ fyritøkur, og síðani menna, samskipa, og skapa fyritøk­ urnar til okkara tørv og ætl­ anir. Hetta merkti, t.d. at vit lutvíst hildu fast um tær leiðslur, ið framman undan vóru í fyritøkunum, sum vit keyptu, sigur Torkil Holm Petersen. Tríggjar KT­fyri­ tøkur vóru nú keyptar, og eru tær síðani lagdar saman í eina fyri fyritøku, nevni­ liga KT­fyritøkuna, Norriq Danmark, í hevur 170 fólk í starvi. ­ Okkara kundamálbólkur eru smáar og millumstórar fyritøkur, tað vil siga fyri­ tøkur upp til gott 500 starvs­ fólk. Norriq hevur verið á marknaðinum síðani fjør vár, og fyritøkan hevur nú gjørt sín fyrsta roknskap. ­ Nú vil eg ikki beinleiðis avdúka, hvat roknskapartøl­ ini siga, men eg kann kort­ ini siga so mikið, at rokn­ skapurin er nøktandi og áleið tað, sum vit høvdu ætl­ að, sigur Torkil Holm Peter­ sen. Í eini framløgu hjá For­ mula International sæst, at Norriq higartil hevur megn­ að at fingið fleiri enn 10.000 av teimum ætlaðu 15.000 kundunum í Dan­ mark, og at umsetningurin fyrsta árið hevur verið u.l. 200 milliónir krónur. So­ statt kann staðfestast, at fyritøkan hevur fingið fótin fastan í Danmark. Og sambært stjóranum í Formula International, Tor­ kil Holm Petersen, er ein av stóru orsøkunum hon, at tað hevur eydnast at funnið rætta mannin at standa á odda fyri Norriq. ­ Vit hava fingið Bo Martinsen sum forstjóra í Norriq. Hann kemur frá ein­ um starvi sum sølustjóri hjá Microsoft í Danmark, og kennir tí bæði produktir og marknað sera væl, sigur Torkil Holm Petersen. Fasa tvey Við hesum kann sigast, at fasa eitt – at fáa fótin fastan á danska marknaðinum – er rokkin. Nú skal Norriq Dan­ mark nýtast sum lopfjøl til fasu tvey, sum er at fara víð­ ari út í Europa. Í fyrsta um­ fari Holland og Belgia, og síðani Týskaland og Ong­ land umframt kanska aðrar nærmarknaðir. ­ Vit hava higartil lagt ein­ ar 150 milliónir í ætlanina í Danmark, og nú vit fara víð­ ari út í Europa verður neyð­ ugt við, í øllum førum, 300 milliónum aftrat, sigur Tork­ il Holm Petersen. Íleggjararnir higartil, og teir sum eiga Formula Inter­ national og Norriq, eru Før­ oya Tele, Eik Grunnurin, TF Holding, umframt Formula.fo. Arbeiðið við at útvega íleggjarar og fígging til fasu tvey, fer í gongd fyrsta dagin. Ætlanin er at lata hesa uppgávuna til ein føroyskan peningastovn, um hetta á nækran hátt ber til. Sum skilst, er komið mest sum undir land við hesi ætlan. Um grundina til, at For­ mula International hevur valt at hyggja út um landoddarnar, sigur Torkil Holm Petersen, stjóri í For­ mula International, at skulu vit veruliga vinna pening í KT­ vinnuni, og skal KT­ vinna gerðast til týðandi vinnu hjá Føroyum, so er heima marknaðurin snøgt sagt ov lítil. Arbeitt verður við einari langtíðarætlan sum miðar ímóti at børsskráseta Norriq­ fyritøkuna í 2012. Tá skal eisini ein ætlað fasa trý fremjast, og hon sigur, at fyritøkan tá skal finnast millum 20 teir størstu veit­ ararnar av Microsoft loysn­ um á altjóða støði. Higartil hevur alt gingið eftir ætlan, og tað er einki sum bendir á, at alt ikki eis­ ini skal ganga sum eftir ánni við fasu tvey. Undir øllum umstøðum er tað ikki hvønn dag, at ein føroysk fyritøka og føroysk­ ir íleggjarar spreiða seg út í Europa, við íløgum í hundr­ aðmillóna flokkinum, og er hetta nógv stórsta KT­ætlan Føroyinga nækrantíð. Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Formula International á veg út í Europa Torkil Holm Petersen er stjóri í Formula International og nevndarformaður í Formula.fo Mynd: Jens Kristian Vang