mikudagur 23. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 73 • 23. apríl 2008
Teir vóru sjey beiggjar og bert
ein systir. Tað stuttliga var, at
fleiri av beiggjunum, og serliga
Bernhard og pápi, vóru sera hús
ligir. Teir kundu hjálpa mammuni
bæði at vaska og rudda. Men tá
hetta var »skomm« fyri ein drong,
mátti eingin sleppa at síggja
hetta í verki. Tí varð hurðin læst,
áðrenn teir fóru til verka!
Ættin á Eiði
Mamma mín, Anna, var av
Eiði, so har átti eg skyldfólk.
Eg átti tríggir mammubeiggjar.
Teir vóru Pedda, sum var giftur
við Sannelenu, sum doyði í vár
nærum 100 ára gomul, Jógvan,
sum búði við Ljósá, og Poul,
sum búði í Havn. Hann var pápi
Bambus, kendur fotografur í
Havn. Ein mostir var Jacobina í
Pállshúsi, sum gjørdist 102 ár.
Ein onnur mostir var Lena, sum
var gift við Óla Jákup á Sandi
og so Luffa. Í báðar ættir eru tey
blivin sera gomul, ofta meira enn
90 og úti ímóti 100 árum. Abbi
gjørdist 95 ár og var raskur til tað
seinasta.
Uppvaksin í Horni
Eg eri uppvaksin í Horni í einum
sera góðum umhvørvi, har tað
altíð var nóg mikið um at vera.
Har vóru nógv, sum høvdu ross.
Hetta var eitt frálíkt umhvørvi fyri
ein ungan drong. Tað var eisini
ein á, sum rann niðri í Bø. Har
var gaman at spæla. Í Bøgøtu
beint við var bakaríið hjá Andreas
abbabeiggja. Her luktaði væl.
Her var eisini nógv lív við nógvum
kundum. Í bakarínum varð javnan
skipað fyri dansi. Har kom nógv
fólk, eisini av Argjum, Velbastað
og Kirkjubø.
Longri niðri vóru nógvar smiðir.
Her var stuttligt at síggja eld og
neistarok. Smiðurnar vóru hjá
Magnus Sivar Simonsen, abbi
Erling og Marner Simonsen, Sig
mund á Argjum, Jens hjá Húsa
Poulinu, Askham og Hans Arge.
Í Tórsgøtu nærindis var eisini
nógv lív, tí her var meiaríið við
øllum tí trafikki, sum kom frá
mjólkabátunum. Her komu eisini
flestu havnarfólk at keypa mjólk í
spannum. Longri uppi vóru handl
ar hjá Frants Restorff, Lamba
Jóannes, Ludvig Poulsen og aðrir.
Har klædnahandilin hjá Kissa
er í dag, var ein mjólkahandil.
Her kundi fáast mjólk beinleiðis
frá kúnni. Hendan handil átti
eitt mjólkafelag, har millum
aðrir Hornabóndin var uppi í.
Hendan mjólkin var serliga ætlað
børnum, sum ikki skuldu hava
pasteuriseraða mjólk. Fólk í Havn,
sum høvdu mjólk til avlops, kundu
eisini lata hana inn har.
Í grannalagnum var eisini
gamla Danmark, har Andreas
seglmakarin var vertur. Har kom
nógv fólk, tí har var kafé, har tey
eisini seldu øl. Eisini var dansað.
Har komu nógvir útlendingar
serliga skipsmenn. Andreas var
sonur Eiðis Poul, og hann gjørdist
nærum 100 ár.
Konradsbrekka, sum nú kallast
Gríms Kambansgøta, var høvuðs
gøtan á okkara leiðum tá í tíðini.
Tá var Dr. Jacobsensgøta ikki
komin. Hon var tá bert ein smøl
gøta. Í Konradsbrekku kendi eg
eisini nógv fólk. Eg plagdi at vera
inni á skómakaraverkstaðnum
hjá abba tínum Pola. Har kom so
nógv fólk inn bert fyri at práta.
Poli var kendur fyri at vera so
hugnaligur, og hann dugdi væl at
greiða frá.
Eg kendi eisini tey hjá Agnas
á Dul. Gekk í skúla saman við
Bjørgu, sum giftist við enskum
hermanni og flutti til Bretlands.
Hvør árstíð sítt
eyðkenni
Tá kundi so ikki talast um ein
deyðan miðbý, sum tað verður
gjørt í dag.
Hvør árstíð hevði sítt eyðkenni.
Um várið skuldu køstarnir tømast.
Tá komu rossini til arbeiðis at
fáa tøðini út á traðirnar. Skipini
skuldu eisini riggast til, og tá
var meira enn nokk at gera hjá
smiðunum.
Á sumri var tað eplir og hoyggj
ing. Um heystið, tá ið skurðurin
var, komu heili fylgi av seyði til
Havnar av bygd, og tey vóru rikin
oman eftir gøtunum til teir, sum
skuldu slakta seyðin. Tá vóru tað
serliga Lamba Jóannes og Karl
hjá Vágaheina, sum tóku móti
seyði.
Út eftir Bryggjubakka vóru
nøkur pakkhús, her breiddu teir
fisk. Vit spældu har og høvdu til
fragd at renna upp og niður eftir
hesum tøkum. Tað, sum nú eitur
Karlsborg, var tað uttasta av
hesum húsum.
Hetta var, áðrenn nakar brim
garður var komin. Her var ofta
eisini brim, og tá hildu børnini tað
eisini vera spennandi at spæla
á sandinum. Hetta førdi eisini
mangan karmin við sær, sum so
mamman mátti taka upp.
Brúgvarnar
Eg minnist 12 brúgvar í Havn,
har tað var ymiskt virksemi.
Tann fyrsta brúgvin, sum var á
vestaru síðu, var Shellbrúgvin,
sum lá beint út frá Bacalao.
Hetta var á Rundingini beint við
Skipasmiðjuna. Hesa brúnna
brúkti Christian Holm Jacobsen til
oljusølu. Fyrst var oljan bert seld
í tunnum, men sum frá leið fekk
hann eisini oljutangar. Kendir
havnarmenn, sum Johan Shell og
Jóhannes í Króki, arbeiddu her.
Ein kend kvinna, sum arbeiddi á
skrivstovuni, var Maria Shell. Hon
æt annars Lervig til eftirnavn og
var ættað av Regni í Lorvík.
Müllers brúgv var, sum navnið
sigur, undir Müllers pakkhúsi. Her
plagdu skipini at landa saltfisk
og taka útgerð, so sum segl,
umborð. Síðan kom Høgakaj, sum
er út frá Skeiva Pakkhúsi. Navnið
hevur hon av, at hon var so høg.
Skip, sum komu við koli løgdu at
her, og lossaðu uppí trillubørur,
sum so vórðu trillaðar inn á kola
goymsluna hjá Valdemar Lützen.
Brúgvin varð tikin niður um vetur
in. Skipini komu nevniliga bert við
koli á sumri.
Síðan er tað Lágakei, sum
er við sunnara enda av gomlu
fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð,
har tað nú er eitt kappróðrarneyst
hjá Knørri. Beint við var kaiin hjá
Østrøm. Her komu bátar við sild
av Skálafjørðinum. Teir landaðu
til Valdemar Lützen, sum hevði
frystarí og ísvirki. Hann hevði
ein træpir við krana. Niðan frá
brúnni kundi koyrast eftir einum
jarnbanaspori beinleiðis inn á
fabrikkina. Tað var rættuliga
framkomið.
So koma vit til Gomlubrúgv.
Hon var útfrá har, sum Impo var,
og Tannlæknastovan hjá Margit
Svarrer nú er. Síðan var tað
Vágsbotnur, sum gekk út til Uvak,
har Annfinn Hansen nú hevur
advokatvirki.
Rasmussarbrúgv var eitt sindur
longri úti har, sum smiðjan hjá
Wensil Petersen var. Longri úti
var við Skinnarasker.
Tá vit koma yvirum, koma vit
fyrst til Vippuna úti í Tinganesi.
Tað er einki millum Sælingahell
una og Vippuna. So koma vit til
Evensens brúgv. Har var fiska
pakkhús. Fiskurin var førdur frá
Rundingi við báti yvir til hetta
pakkhúsi, eftir at hann var turk
aður. Her var hann pakkaður og
avskipaður. Har hevði Evensen
eisini handil í Kristnastovu.
Síðan er tað Kongabrúgvin,
sum hevur sítt navn frá konga
vitjanina í 1874. Seinast er tað
sjálv kaiin, sum kom í 1926.
Ósjónlig mørk
Hóast Havnin var lítil, hildu
fólk seg á sínum »heimabeiti«.
Vit komu tí ikki so nógv yvir á
Eystaru Vág. Tá vóru ósjónlig
mørk, og markið var Havnará.
Hetta var eisini galdandi fyri
teir vaksnu. Vanligt var ikki at
fara um mark. Hvør helt seg á
sínum øki. Menninir vestanfyri
plagdu at standa undir húsunum
hjá Heinesen, nú Miðlahúsið, í
Vágsbotni, og eystanfyri plagdu
teir at standa undir húsunum í
Geil, har Tryggingarfelagið Føroy
ar nú er. Inni her var eisini Geila
klokkan. Her kundi fylgjast við,
nær tíð var at fara til útróðrar við
at lurta eftir sløgunum á klokkuni.
Millum teir menn, sum plag
du at standa har, vóru Poul á
Kirkjuveg, Berint í Árnafirði,
Hanus í Smiðjustovu og Hanus í
Rituvík.
Hinumegin vóru tað Andreas
á Kák, Agga, Kinamenninir, teir
vóru Hanne, Kristian, Klæmint.
Aðrir vóru Nigga hjá Fransinum
og teir hjá Hósvíks Jákup, sum
vóru Nigga og Dánjal.
Menninir høvdu tíðindini, sum
teir prátaðu um, og ofta vóru tey
broytt, sum tey fóru frá einum
Tróndargøta í dag. Fremst húsini í Horni, sum hava eina serliga søgu
Bøgøta var eisini ein partur av barnaumhvørvinum hjá Johan