Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 1. partur Langabbi æt Sámal Petersen. Hann var ættaður av Miðgerði í Kollafirði, og langomma Elsa Bergitta f. Jacobsen var slektað hiðani úr Havn. Hon var systir Jákup á Kamarinum, Koppa Jákup tey róptu. Tey hittust í Kvívík, hagar langomma fór at tæna, meðan langabbi var røktingarmaður hjá prestinum. Langabbi gjørdist síðan uppsit­ ari á amtmannsgarðinum í Horni. Prestur man hava lagt gott orð inn fyri tey. Langabbi kom á Hornagarðin í 1867 og var har til 1885. Uppsitarahúsini vóru Hornahúsini úti við J. C. Svabosgøtu. Tey hevur kommunan sett í stand og nýtir sum móttøkuhús. Børn teirra Magnus og Katrina vóru fødd í Kvívík. Hini børnini vóru fødd á Hornagarðinum. Magnus var giftur, tá langabbi fór av Hornagarðinum. Kona hansara æt Elisabeth. Tey vóru foreldur Vilhelm, Magnus og Evu, konu Thomas Arge. Katrina abbasystir varð gift í Kollafirði við Niclas inni á Heyggi. Tey vóru barnleys, men ein drongur vaks upp hjá teimu. Elisabeth fór til Klasvíkar og varð gift við Jákup bónda á Biskupstø. Petur bleiv bakari í Klaksvík og giftist við systir Jógvan Waagstein. Andrias bleiv so “bakarin í Horni”. Petur og Andrias lærdu til bakara hjá gamla Restorff heima á Áarvegnum. Spældi óklárur við amtmannin Upprunin til Hornahúsini í Tróndargøtu er ein heilt serliga søgu. Eitt skip var strandað í Álakeri. Langabbi bjargaði manningini og hýsti henni, til hon fór avstað aftur. Seinni koma 40 ríkisdalarar í gulli til langabba sum bjargingarløn. Amtmaðurin kravdi hendan pening til sín, tí hann átti Álaker, har skipið kom á land. Hetta var ein partur av garðinum. Onnur grundgeving var, at langabbi hevði nýtt bát og húskallar hjá garðinum til bjargingina. Hetta kom til sak, sum langabbi vann. Afturfyri misti hann tískil garðin. Men fyri peningin hann vann, bygdi hann í tí, sum nú kallast Tróndargøta. Í dag er hetta miðbýurin í Havn. Men tá í 1889 var hetta uttanfyri ”lóg og rætt” og kallaðist Nybo, sum eisini stóð sum bústaður á postinum. Hetta eru húsini, sum enn eru í Horni. Her búðu omma og abbi alla sína tíð. Johannes pápabeiggi giftist við Petru f. Gregersen úr Syðrugøtu, og tey giftust inn. Johannes er deyður, og nú býr 96 ára gamla Petra her. Fyrstu føroyingar við Smirli Omma og abbi vóru Elsebeth og Dánjal í Horni. Omma var dóttir Palla í Skotinum. Hon átti tveir beiggjar, Jóan Magnus og Jóhannes. Jóan Magnus bleiv burtur á Vestaruvág í Havn, og Johannes doyði umborð á Surprice. Hann var motorpassari og varð roykeitraður. Johannes var giftur við Angeliku, sum sat einkja í 60 ár sum umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu. Ein sonur teirra var Palli Henriksen, sum var ein kendur politikkari í Havn. Fyrsta skip abbi sigldi við var hjá Østrøm og kallaðist Enigheden. Tað sigldi uppá Leith í Skotland. Hetta var eitt dampskip, og hann byrjaði sum fýrbøtari. Hann kom at vera maskinmaður restina av síni tíð, hóast hann ikki hevði papír og mátti hava undantaksloyvi hvørt ár. Hann var eisini við hvalabátum og við Isafold hjá Skipafelagnum. Abbi sigldi uppá England og Týskland og aðra staðni. Hann kom umborð í Smiril í 1898 saman við Niklas í Køk. Smiril kom til Føroyar í 1895 keyptur av Mortensen monnunum til ferðafólkasigling. Øll manningin var tá donsk. Skiparin kallaðist Clausen. Teir báðir vóru fyrstu føroyingar við Smirli. Fyrst í 1900 byrjar bollafabrikk­ in hjá Jacob Lützen, og tá kemur abbi at arbeiða har. Har var nógv fólk til arbeiðis bæði kvinnur og menn. Til dømis kunnu nevnast Adolf hjá Rubekki, Dia á Lava, Tummas Juel Michelsen og Jákup Mikal. Tað vóru nógvir stórir arbeiðsgevarar tá. Teir vóru til dømis Restorff, Evensen og Handilsforeiningin, sum allir høvdu nógv arbeiði. Í Havn var tískil sera liviligt fyrst í øldini. Abbi er fyrst og fremt kendur sum maskinmeistari á Ruth, sum var fyrsta ferðamannaskip hjá Mjólkaforsýningini, sum var stovnað fyri júst 100 árum síðani. Her sigldi hann við í nógv ár. Pápabeiggjarnir Pápi fekk sær navnið Norðfoss. Tað vóru fleiri við sama eftir­ navni, Samuelsen, sum búðu á Tinghúsvegnum, har vit búðu eitt skifti. Tí kom ofta bland í postin, so neyðugt varð við einum øðrum eftirnavni. Beiggjarnir hjá pápa vóru: Edvard, sum hevði spinnarí saman við Johan Evensen. Johan, sum var maskinmeistari og sigldu við donsku marinuni. Hann doyði 27 ára gamal í 1918 av sponsku sjúku. Herskip kom á Havnina við honum, og hann er grivin í gamla kirkjugarði í Havn. Honum varð eg uppkallaður eftir. Dimmalætting skrivaði um Johan, at hann var lívsglaður, dám­ ligur, evnaríkur og rættsinnaður ungur maður. Hann var Føroyar til æru, hvar hann ferðaðist. Bernhard giftist til Fuglafjarðar. Hann var eisini bakari. Hann datt oman og doyði. Alex, Karl og Johannes búðu í Havn. Tað var ein systir, Magnhild, sum giftist við Gøtu­Jens. Hann var eisini kendur sum Bomm­Jens, tí hann hevði bommvirki. Johan Norðfoss: Eitt hendingarríkt lív Seinasta heyst høvdu vit eina frásøgn um svimjingina hjá tí 87 ára gamla Johan Norðfoss í Havn. Hann hevur starvast í svimjihøllini eitt mannaminni. Eisini hevur hann sjálvur svomið dúgliga, og síðan hann var 80 ára gamal, hevur hann svomið eitt strekki, sum svarar til teinin til Íslands, og hann vera hampiliga væl á veg heim aftur. Johan hevur upplivað heilt nógv umframt svimjing. Hann minnist væl til og dugur væl at greiða frá. Tí hava vit hitt hann aftur á máli at fáa hann at greiða fra summum av tí, sum hann hevur upplivað, og er hetta eitt sindur av hvørjum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Johan Norðfoss er 87 ár og er eitt livandi havnaleksikon Johan er uppkallaður eftir pápabeiggjanum Johan Pauli Samuelsen, sum doyði 1918, bert 27 ára gamal. Á gravsteininum í gamla kirkjugarði stendur: Højt Elsket – Dybt Savnet