Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 77 - 23. apríl 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tað var so gott og hugnaligt at koma oman til tín og Morentius. Tú var nú blivin gomul, tú sat har og fylgdi við, hvat vit søgdu - friðar- lig og lítið sigandi. Tað var gott at síggja, tí tað hevði tú uppiborið, tú hevði arbeitt fyri teg. Tú segði altíð, at Mor- entius var besti kokkur innanfyri Klakk - hann sum hevði verið kokkur alt sítt arbeiðslív. Tað kundi tú eisini siga, tí hann gav tær alt gott, og var ikki matar- listurin góður, fór hann langt fyri at finna okkurt, sum tú fekk hug til, og vart- aði teg upp allatíðina. so tú var heldig, at tú kundi vera heima til tað síðsta, í so góðum umhvørvi. Alt var so sum tú vildi hava tað. Saman við honum var alt gott. Vit takka tær fyri at tú var okkara. Kæra mamma, omma og langomma. Kirstin, Walter, Steven, Roy, Donna, Jákup Johannes, Ingibjørg og Poul Kjartan Til minnis um Thalu Rensustein Klaksvík Andlát og jarðarferðir Jarðarferðin hjá Thurid Abrahamsen verður úr Fuglafjarðar kirkju mikudagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Thurid kunna lata Fuglafjarðar kirkju ella Thabor í Fuglafirði eina peningagávu. Konta í peningastovni Andlát og jarðarferðir Dagurin 24. apríl. Albertus, deyður umleið ár 997. Biskupur í Prag. Týska navnið merkir ediligur ella lýsandi. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið veittu hjálp og sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá kæri sonur mín, bróðir, svágur og gubbi okkara Jørgin Johansen Runavík doyði og varð jarðaður. Tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð fyri troystarrík orð. Takk til Jóhan Magnus K. Olsen fyri vakran sang í kirkjuni. Og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Fyri tey avvarðandi Sanny, Marjun, Oddbjørg, Ingun og Kristian Tað kom sera dáttliga við at frætta, at Per undir sín- um dagliga arbeiði tann 10. apríl var smallin um deyður, bert 60 ára gamal. Hetta kundi ein illa fáa at bera til, tí at síggja til var hann væl fyri. Men skjótt er Harranum um. Per var føddur 31. mai 1947. Hann var sonur Monu og Tummas heima í Stovu, sum var eitt bónda- hús. Teir vóru tveir brøður. Beiggin eitur Hjørleif. Lívsleiðin hjá Per var, at hann fyrst fór í realskúla og síðan í bankalæru í Før- oya Banka. Skúlin var spurdur av bankanum, hvønn næming teir hildu egnaði seg best til banka- yrkið, og hann vísti á Per. Per var tískil í Føroya Banka í 28 ár, og hevði orð fyri at vera nærlagdur og samvitskufullur. Aftaná hóttafall fór hann at arbeiða hjá handverksm eistarafelagnum, og Per hevði nú arbeitt fleiri ár hjá Runavíkar Kommunu, eitt arbeiði honum dámdi sera væl. Samstundis hevði hann tikið við festin- um eftir pápanum. Per hevði góð evni, og millum hesi var hansara stóri áhugi fyri tónleiki. Hann hevði eina góða rødd, og dugdi væl at spæla guitar. Í sínum ungu døgum hevði Per eisini spælt í orkestri. Hann spældi leingi við í Firvaldi. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri ítrótti, og her var tað serliga hondbóltur, sum hevði hansara áhuga. Hann var eisini kassameistari hjá NSÍ, so leingi hetta felag eisini umboðaði hondbólt. Hetta røkti Per til lítar. Eisini hevur hann spælt við í hondbóltsfelagnum Tjaldr- ið. Kappróður hevði eisini hansara stóra áhuga. Per fann á ungum aldri saman við Herborg Heine- sen úr Norðragøtu. Hon er dóttir Jacobinu og Heina í Súnastovu. Tey giftust 12. september 1970. Herborg og Per fingu tvær fittar døtur, sum hava givið teimum fimm abba- og ommusynir, sum vóru alt og eitt fyri tey ”gomlu”. Mona er gift við Arnfinn Langgaard av Glyvrum, og tey eiga Per, Ari og Jákup Oluf. Beinta er gift við Rúna Joensen úr Gøtu, og tey eiga Martin og Ábra- ham. Sum ofta er við hjúnum vóru tey bæði sera ymisk, men væl riggaði. Herborg hevur verið Per ein sera góður stuðul bæði í ”við- gongd og mótgongd”. Nú vóru tey eisini felags um festið. Herborg bakkar í so máta ikki fyri nøkrum, held- ur ikki fyri at fara á fjall. Eisini verður sagt um Per, at hann dugdi so sera væl við teimum ungu, og tá tað var abbasynirnir ella onnur, sum tey kendu, var einki óført. Skuldi koyrast til okkurt tiltak, sum ofta kemur fyri hjá ungum, so var bert at ringja eftir Per. Hann kom áðrenn hálv- talað var orðið. Per var eitt friðarfólk, og hann var altíð við tí góða orðinum. Hetta er ein signaður eginleiki. Saknaður verður hann. Hetta sást ikki minst á tí stóra fylginum, sum fylgdi honum til gravar. Tað var eisini rørandi at hoyra Beintu í kirkjunu greiða frá, hvussu góðan pápa hon hevði átt. Eisini høvdu abbasynir- nar eina seinastu heilsan til abban, og var tað fylgjandi ørindi, sum til seinast var sungið á grøvini sum ein vøkur heilsan til abban: Góði abbi vit tær siga várt farvæl á síðstu ferð uggast vit tí inniliga, tú nú ein Guds eingil er, sum til Guds er komin heim millum einglafjølda gleim har vit aftur skulu finnast, ævinliga har at ynnast. ó. Til minnis um Per Hansen Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið -har tað hendir