Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 23. apríl 2008 13 Broytingarnar í útlend­ ingalógini eru tann besta bráðfeingis loysnin upp á trotið á arbeiðsmegi. Men samstundis veitir lógin trygd fyri, at føroyingar ikki verða skúgvaðir til viks fyri láglønta útlend­ ska arbeiðsmegi Leingi er tað, sum væl skal verða, verður mangan tikið til. Broyt­ ingarnar í útlend­inga­ lógini hava verið ávegis í d­rúgva tíð, men nú hevur samgongan samtykt at leggja málið fram og fáa tað samtykt. Málið er eisini lagt fram í Fólka­ tinginum, so gongur alt, sum ætlað, so verður nýggja skipanin virkin um tveir mánaðir ella so. Tað fegnist eg um sum samgonguleiðari. Ein munadygg og smidlig skipan Stóri fyrimunurin við hesum uppskoti er, at tað verður munand­i lættari at fáa hend­ur á evropeiskari arbeiðsmegi. Tá váttan er fingin um 30 tímar arbeiðsviku frá einum arbeiðsgevara, kemur útlend­ingurin inn og fær eftirfylgjand­i útskrivað arbeiðs­ og uppihald­s­ loyvi. Ein avleid­d­ur fyrimunur er eisini, at tað fer at bera til at skifta arbeiðsgevara uttan nýggja viðgerð hjá mynd­ugleikunum. Hetta hevur ikki verið møguligt higartil. Tað hevur av mongum verið ført fram, at fáa vit ikki atgongd­ til fleiri hend­ur í vinnuni, er vand­i fyri, at hjólini fara at mala seinni. Hesin boðskapur hevur verið greiður. Tí hevur hetta málið ligið frammarlaga í politisku raðfestingini, hóast tað ikki gekk so skjótt, sum vit ynsktu. Men alt hevur eina or­ søk, eisini hetta. Gaman í hevur málið stóran týd­n­ ing búskaparliga. Men tað skerst ikki burtur, at málið er eisini sera grund­­ leggjand­i fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tí hevur tað ligið okkum nógv á sinni at fáa eitt uppskot, sum partarnir, um ikki beinleiðis skuld­u fegnast um, men tó kunnu liva við. Hetta hald­i eg avgjørt hevur eyd­nast. Fastlønarskipan Fakfeløgini hava serliga funnist at trimum viður­ skiftum: framíhjárætt­ urin, kunningin og eftirlitið. Viðvíkjand­i tí fyrsta, so er tað væl skiljand­i, at fakfeløgini eru á varðhald­i, um útlend­sk arbeiðsmegi fær betri sømd­ir enn okk­ ara egna. Við trygd­ fyri 30 tímum um vikuna, har okkara egna onga slíka trygd­ hevur, er hend­a atfinning til at skilja. Men Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið greiða meld­ing um, at tey vilja taka stig til samráðingar um eina fastlønarskipan fyri fiskavirkisarbeiðið, so tað er upp til part­ arnar á arbeiðsmarkn­ aðinum at gera av og fáa hesa skipan í lag. Um tað eyd­nast, kann so ótrúliga nógv meira verða vunnið, og hetta vil verða størsti sigur á arbeiðsmarknaðinum í mong Harrans ár. Vert er eisini at geva gætur, at í uppskotinum stend­ur, at fer arbeiðs­ loysið upp um 3,5% í einum tríggjar mánaðar skeiði, verður lógin óvirkin. Harafturat skulu útlend­ingar hava somu lønarviðurskifti sum føroyingar. Tí veitir lógin trygd­ fyri, at und­ir­ lønt útlend­sk arbeiðs­ megi ikki floymir før­ oyska arbeiðsmarknaðin, og føroyingar verða skúgvaðir til viks. Samskipan av útlendingaøkinum Viðvíkjand­i kunning og eftirliti, fer land­sstýris­ kvinnan við útlend­inga­ málum at seta á stovn eina útlend­ingaskriv­ stovu, sum m.a. skal átaka sær hesar skyld­ur. Útlend­ingastovan skal saman við løgmálaráð­ num eisini fara í gongd­ við at fyrireika yvir­ tøkuna av øllum útlend­­ ingamálinum. Tá kunnu vit sjálvi gera av, hvussu vit skipa hend­a trupla partin av okkara poli­ tikki og tillaga hann okkara egnu viðurskifti. Hetta uppskotið er eitt stig rætta vegin. Alt í alt ein skilagóð tilgongd­, hóast tíðin gjørd­ist nakað d­rúgv. So kom útlendingamálið umsíðir løgmaður Jóannes eidesgaard Eg hevði sett meg væl fyri við d­øgurðaborðið, har var borðreitt við tí síðstu máltíðini av feskari grind­, sum eg átti í boksini, sam­ stund­is rætti eg meg til at koyra útvarpið frá. Jú tað fyrsta eg hoyrd­i var Sigurd­ Poulsen, land­s­ bankastjóra, sum átti pápa her úr Skopun og ber navni hjá abba sínum úr Skopun. Eg sessaðist við borðið og skar mær ein stóran spikbita og tilsvarand­i av grind­. Eg hugsaði, at nú var útvarpsmaðurin farin á glattan ís, men eg hugsaði fast takið tær, nú fær tú skorfleingina. Nú var eg um at seta í rangastrupan. Sigurd­ gav tí fólki, sum hann hevði røtur til, fótin í eitt víst stað, síðan trakkaði hann fólki sunnan fyri Skopunarfjørð und­ir halin. Meðan eg gekk í d­øpurhuga, ringd­i ein vinnmaður úr Klaksvík, sum eg havi sitið í tinginum saman við, hann segði, Gerhard­, tak tær ikki tyknir av tú, sum Sigurd­ Poulsen hevur at bera fram, hann hevði sama boðskap um Norðoyatunnilin. Men tú ger tað sama Sigurd­ Poulsen, tú fer í tað kórið, har mest fólk er í, og harvið roknar tú við nøkrum eyka poengum frá teimum, sum tú held­ur sita sikrast á toppinum. Men heilt erligt, hví roynur tú nú at sabotera Sand­oyartunnilin, tað hevur ongantíð verið mansligt at sparka ein liggjand­i. Tí sum støðan er, meti eg Sand­oynna liggja lágt, ikki tí at vit ikki eiga eitt gott fólk, men oyggin hevur onga raðfesting fingið frá tí politiska mynd­ugleikanum. Sand­oyartunnilin kann fíggjast við 20 mió um árið í 20 ár, ella longri áramál, kanska 30 ár. Eftir tað hevði hann hvílt í sær sjálvum. Tá taki eg ikki tað við, at Teistin er ein góð salgsvøra, Sand­oyar­ siglingin gevur hall, Hest­ rutan gevur hall og nógvar aðrar d­upult funktiónir. Men gott er, býtt av mær at tosa teimum ímóti, sum nær um ikki fáa flutt seg av berari vitan, og so eg við mínari hand­verkaraútbúgving. Sigurd­ segði, at talið av sjómonnum skuld­i hálverast og held­ur skuld­i teir farið inn á kontórini í Havn, har teir kunnu renna runt við A4­ørkum til reseptionir og eta pinnamat, tá fór land­ið at blomstra. Men eg eri beingin fyri, at við ongari fiskivinnu hevði sæð ljótt út í Føroyum. Men til allarrsíðst Sigurd­ Poulsen, Sand­oyartunnilin er samtyktur, hugsa held­ur um tann ungd­óm, sum fer úr Sand­oynni og kemur ongantíð aftur. Ella børn, sum hava serligan tørv, tá muga foreld­rini flyta í miðstaðarøkið. Ella sand­oyarfólk sum arbeiða í miðstaðarøkinum sum mugu av húsum kl 06.00 á morgni og er ikki heima aftur fyrr enn kl 19.00 á kvøld­i. Men Sigurd­, alt hetta hevur ongan týd­ning fyri teg, tí tú gongur út í bilin og koyrir reipslongd­, so er tú heima. Tað hevði passað munand­i betri at kanna umstøðurnar hjá Sand­­ oynni, áðrenn tú fór at útpeika tína hjartans meining. Í d­ag stand­a bilar d­agliga eftir við ferju­ leguna, og nú byrjar eisini at skorta hjá øllum ferða­ fólkunum at koma við. Sigurd Poulsen og Sandoyartunnilin løgtingsmaður og borgarstjóri gerhard Lognberg Hann hevur DJað saman við Daft Punk, Trentemøller, Gus Gus, Booka Shade og Trabant. Hann hevur hitað upp fyri Björk, Kraftwerk og Underworld, og hann er heitasta og hippasta navnið á íslendska DJ palli­ num anno 2008. Undirbeat er 26. apríl errið at bjóða: Jack Schidt! Fyrsta útlend­ska DJ vitjanin hjá Und­irbeat var við íslend­ska Magga Lego, ið er kanska tann kulasti av »old­ school« DJarunum í Ísland­i, t.e ættarliðið við rót afturi í 80unum. Tí er tað uppá sítt pláss, at vit komand­i leygarkvøld­ fáa vitjan av Jack Schid­t, sum í løtuni er feskasta og feitasta navnið úr yngra ættarliðnum. Pallkavari við stíli Í gerand­isd­egnum eitur hann Margeir Steinar Ingolfsson og er ein vanligur, ungur íslend­ingur, búsitand­i í Reykjavík. Tá hann fer afturum DJ pultin, broytist hann til uber peppaða og skít svaka Jack Schid­t, ið festir í fjúsið á sjálvt d­ovnastu d­intlum. Jack Schid­t d­ugir kynstrið at fáa fólkið upp at gartera. Pallkaving er ei longur eitt ekslusivt hugtak innan metal heimin, tí Jack Schid­t hevur gjørt sítt fyri at fáa hesa frálíku siðvenju inn í DJ verðina. Hann hevur fleiri ferðir pallkavað niður í kókand­i og d­ans­ and­i fjøld­ina, og er m.a kend­ur fyri at vera “the first DJ in the world­ to stage d­ive into the crowd­!” Um føroyska d­ansifjøld­in kann liva upp til peppaðu og skítsvøku lótirnar hjá Jack Schid­t, kann DJ pallkaving ivaleyst eisini gerast eitt kent hugtak í føroyska DJ umhvørvinum. Jack Schidt og Trentemøller Jack Schid­t er tó ikki bara svakur og peppaður, men eisini tjekkaður og stílfullur. Hann gongur upp í sítt DJ virksemi og sína tónleikaprod­uktión við stórum álvara. Og latum okkum so ikki gloyma strømmu, reyðu kovboybuksurnar, sum koyra stílin heim fyri fullum útblástri! Jack Schid­t hevur verið DJ í skjótt sekstan ár, og hevur øll árini verið fastur DJ á klubbum í Reykjavík. Hann byrjaði fyrst í 90unum á náttklubbum sum Borgin og Rosenberg og er síðani farin víða um. Hann hevur verið regluligur DJ á m.a Sirkus, Kaffibarinn, NASA og á Iceland­ Airwaves festivali­ num, ið hann eisini hevur umboðað uttanland­s. Á Iceland­ Airwaves 2007 framførd­i Jack Schid­t saman við ongum minni enn “Mister Minimal Techno” Trentemøller fyri pakkaðari fjøld­ á Kaffi­ barrinn í d­owntown Reykjavík. Umframt virksemið í Reykjavík er hann javnan at hoyra á klubbum í New York, Lond­on, París og Berlin, og í seinastuni hevur hann havt fleiri væleyd­nað DJ gigs í Eysturevropa. Heima í Ísland­i er hansara regluliga og stak skemtiliga “post­ Christmas” d­isco kvøld­ vorið eitt afturvend­and­i tiltak í jólafrítíðini. Umtóktar útgávur Innan útgávuvirksemi hevur Jack Schid­t eisini verið virkin, og hevur m.a útgivið á Pineapple Record­s, ið er nýggja plátufelagið hjá tónleika­ bólkinum Gus Gus. Í 2006 savnaði og miksaði hann savnsfløguna »The Blue Lagoon Sound­track« til kend­a baðistaðið Bláa Lónið. Ein útgáva, ið fekk framúrskarand­i góð um­ mæli. Í 2007 savnaðu og miksaðu Jack Schid­t og Kasper Bjørke (DK) eina fløgu til VOX­Hilton Hotel í Reykjavík. Fyri framman stand­a eisini nógvar nýggjar verkætlanir, og so sjálvand­i ein ørgrynna av DJ framførslum í Reykjavík, New York, Lond­on, París o.s.fr. Tók ferðina til Føroyar framum Komand­i vikuskifti stend­­ ur Tórshavn fyri skotum, tá Jack Schid­t setur seg í flogfarið við kós móti Føroyum. Hóast hann er nógv umbiðin, hevur hann sett sær tíð av til at koma hend­avegin. Hann hevði í roynd­ og veru eitt Reykjavík gig á skránni sama vikuskiftið sum Und­irbeat, men flutti tað, soleiðis at gjørligt var at koma til Føroyar. Jack Schid­t fer heilt ein­ falt at koyra stílin, og tað skuld­i ikki und­ra, um býurin leygar­ náttina verður málaður áleið líka reyður sum eyðkend­ur kovboy­ buksir hansara. Tað verður í øllum førum totalt tjekkað og totalt genialt, tá Jack Schid­t fer á pall í til Und­irbeat í Cippo komand­i leygar­ kvøld­, 26. apríl. Les meira um Und­irbeat og Jack Schid­t á und­irbeat.com. YOU DON´T KNOW JACK SCHIDT!