mikudagur 23. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 • 23. apríl 2008
MIÐvIkaN
29
munni til annan.
Tað var stuttligt hjá einum
smádreingi at lurta. Tað vóru
nakrir fáir, sum høvdu radio, og
hesir kundu bera tey tíðindi, teir
hoyrdu, fram á heilt ymiskan hátt.
Mistu húsini
Fyrstu árini búðu vit í Horni heima
hjá ommu og abba. Men pápi
bygdi uppi í Tvørgøtu. Men hann
kom til skaða umborð á einum
enskum trolara og misti inntøku í
eitt heilt ár. Úrslitið av hesum var,
at vit mistu húsini.
Tá bleiv pápi eitt sindur trútin,
og hann segði, at hann skuldi ikki
aftur koma í eina slíka støðu, at
hann skuldi skylda nakað. Tað
gjørdi hann heldur ikki.
Tá fóru vit at leiga ymsa staðni
í býnum. Millum annað leigaðu
vit uppi hjá Skælingseinkjuni
upp við gomlu brandstøðina í
Tróndargøtu. Haðani fóru vit til
Bil Óla, har Mimir er í dag. Vit
búðu eitt ár uppi á loftinum og
eitt ár í neðra. Harfrá fóru vit
til Herthu Niclassen. Leigan var
20 kr. um mánaðin. Men tað var
ikki lætt. Tað var einki arbeiði
og harvið ongir pengar. So fóru
vit niðan á Tinghúsvegin, og har
vóru vit undir øllum krígnum. At
leiga var sera strævið. Húsini
skuldu ikki rørast. Tað bar ikki til
so frægt sum at seta ein nagla í
nakrastaðni. Tað var heldur ikki
altíð, at húsini vóru í so góðum
standi.
Tá vit bygdu herúti við Gráa
stein, átti pápi hesa trønna, sum
hann fekk umleið 1936. Vit bygdu
hús her og fluttu inn krossmessu
dag 3. mai í 1947. Við búðu saman
alla tíðina, sum foreldrini livdu.
Pápi var so bangin fyri at koma
í skuld, at tað vardi leingi, til
vit fingu ravmagn. Tað var jú so
øgiliga dýrt at brúka. Ein kilowatt
tími kostaði eina krónu ella tað
sama sum eina tímaløn. Tá við so
endiliga fingu elektrisitet, høvdu
vit bert tvær perir, sum heldur
ikki sluppu at lýsa óneyðugt.
Í skúla
Eg byrjaði at ganga í skúla hjá
frú Mohr við Landavegin. Hon
hevði ein av teimum mongu
privatskúlunum, sum vóru í Havn
umframt kommunuskúlan. Her
skuldi gjaldast eitt skúlagjald.
Anna Sofía Mohr var dóttir
Ludda í Dali. Hon var gift við Jens
Martin Mohr, sum var av Sandi.
Hann doyði ungur.
Frú Mohr hevði nógvar næming
ar. Á onkrari næmingamynd síggj
ast um 50 næmingar. Hon hevði
tvey hold av næmingum.
Petur Háberg, føddur 1914,
gekk eisini í skúla hjá frú Mohr.
Hann greiðir frá hesi skúla
gongd í Hugbirtingum. Har vóru
tríggjar borðlongdir, og hon sat
við endan á miðlongdini.
Petur greiðir eisini frá, at ein
av merkisdøgunum var, tá ið frú
Mohr gjørdi av, at nú skuldu tey
fara ein túr til Velbastaðar – til
gongu sjálvandi. Til eina slíka
ferð slapp hann at keypa eina
fløsku av nýggjum sodavatni, sum
Ydun seldi, »Tuttifrutti«. Tað var
dagur í viku.
Anna Sofía Mohr hevði privat
skúla frá 1921 til 1943. Hon
doyði 7. apríl 1952 og er jarðað
undir liðuni á manninum í gamla
kirkjugarði í Havn.
Har gekk eg eitt ár. Tá brúktu
vit griffil og talvu. Men ráðini
vóru ikki til at halda áfram.
Síðan fór eg í kommunuskúlan
á Vaglinum, har býráðshúsini eru
nú. Her var Poul Jensen yvirlær
ari, Waagstein var sanglærari,
Hanus Kamban hevði søgu, gamli
Kjeld hevði okkum í føroyskum og
Sámal Erik Matras hevði rokning.
So var tað frú Bajer til gentufak,
sum seyming og fimleik. Frk.
Sivertsen hevði teir yngru flokk
arnar í skriving. Petur Snikk var
sloydlærari. Hetta var ein stórur
munar at koma frá einum skúla
við bert einum lærari.
Við kommunuskúlan var eisini
ein brandskúrur, har brandøvilsir
vóru. Tá plagdu vit at vera við, og
tá var tað stuttligt at fáa karm.
Eg var ongantíð í sætta klassa.
Eg fór úr fimta uppí sjeynda
klassa.
Eg tímdi so illa at ganga í skúla
seinasta árið. Tá vóru vit bert
tveir dreingir. Jógvan Johansen á
Lag og eg.
Terping var loysnin
Skúlaskapurin var fyri ein stóran
part terping. Kundi tú endurgeva
fyri læraranum orðarætt tað, sum
tú hevði havt fyri nakrar dagar
frammanundan, so var sloppið.
So tað ráddi um at hava eitt gott
minni, og tað hevði eg eisini.
Tað var annars nakað lort at
hava lopið ein klassa um. Tí tá ið
kríggið kom, var eg púra sørur fyri
søgu í Europa og Afrika, sum tað
hevði verið hent at vita nakað um
tá. Í fyrsta umfari vóru tað hesar
heimspartar, kríggið snúi seg um.
Eg hevði lært um Amerika og
Australia, sum var so nógv longri
burtur. Danmarkarsøgu dugdi eg
næstan uttanat.
Men eg vil siga, at tað var ein
góður skúli, og lærararnir gjørdu
nokk so nógv við tað.
Poul Jensen var ein so øgiligur
sambandsmaður, og tað var
danskt, eingin ivi um tað. Danskt
lærdu vit eisini væl, og hetta
kom til góðar, tá ið eg seinni fór á
maskinskúla.
Men her var disiplin. Tann lús
ingin, man fekk frá Poul Jensen,
hann gloymdi mann ikki. Tað var
fult drøn á kassan.
Tá skipini komu aftur av Suður
landinum, og fiskaabeiðið byrjaði
tað árið eg vildi verið 14 ár,
stakk eg av úr skúlanum. Eg fór
at arbeiða fisk Uppi á Nabb hjá
Heinesen. Teir komu eftir mær og
mestsum meldaðu meg, tí eg ikki
gekk í skúla, men eg legði einki
í tað. Tá ið tað var regn og ikki
arbeiðandi, var eg kortini í skúla.
Næstu ferð
Næstu ferð fer Johan at
arbeiða í Smæruni. Hann fer
til skips fyrstu ferð, og hann
fer at lossa á kaiini
Oman móti Lítluvík, har fleiri smiður vóru. Aftanfyri sæst Høgakai, sum var
kolabrúgvin hjá Valdemar Lützen
Millum teir gomlu havnarmenninar, sum Johan kendi vóru Poli skómakarin tv.,
sum búði í Konradsbrekku og Berint á Árnafirði, sum búði í Bøgøtu. Poli hevur
beint verið í Vágsbotni og keypt fisk til døgurða
Tróndargøta fyrr
Konradsbrekka var ein høvuðsgøta tá í tíðini