Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 30 nr. 73 • 23. apríl 2008 Fyrsti parturin av frásøgnini hjá Albert er um ættina og gomlu Havnina. Hetta er fyri ein stóran part nakað tað sama sum Johan greiðir frá. Vit taka fyrst nakað av tí, sum hann greiðir frá um, tá ið hann var smádrongur: Eg fór sum smádrongur at bera breyð fyr Andrias í Horni við einum innilukkaðum leypi. Kann minnast, at eg fór niðan til Hans undir Kletti, sum hevði handil. Hjá Andriasi vóru nógv sløg av kakum, og vinarbreyðini hjá honum høvdu sera gott orð á sær. Eg reiddi torv fyri ommubeiggja Jákup á Kamarinum, pápa Magn­ us, úti í Marknagili við rossi og leypum. Eg reiddi eisini tøð fyi Jákup á Lava umframt tað, at eg eisini gekk í skúla. Eg arbeiddi eisini í fiski hjá Restorff í Álakeri, har Carl Bærentsen var formaður. Tá ið støðgur var í arbeiðinum, plagdu vit at spyrja, um vit kundu sleppa í Sandagerð at svimja. Tað var í lagi, men vit fingu boð um at vera skjótir aftur. Har vóru tveir hyljar. Ein var longri uppi, har eg lærdi meg at svimja. Árini gingu, og mann skuldi konfirmerast. Vit vóru 30 konfir­ mantar, 21 dreingir 9 gentur. Presturin æt Mads Hansen. Hann var dámligur og fittur maður. Konfirmatiónsmyndin er endur­ givin á síðu 76 í Havnarbókini hjá Birgari Johannesen. Allar genturnar eru í svørtum kjóla, meðan fleiri av dreingjunum eru í matrósaklæðum. Aðrir hava stíva flippu. Fari burtur í stóru verð Í 1910 var eg 15 ára gamal og vildi sleppa at royna sjólívið. Nú kemur eitt havrannsóknarskip hjá danska statinum, Thor, á Havnina og manglar tveir menn, ein messudrong og ein matrós. Eg fór við sum messudrongur og Hans Jakku í Dalólastovu bleiv matrósur. Hann var 10 ár eldri enn eg og hevði siglt fyrr. Hann var befarin, dugdi væl at seyma segl og slíkt, og hann var eisini navigatørur. Eg minnist, at hann lá á land­ nyrðingi, tá vit fóru. Vit royndu á Nólsoyarbankanum, men tað var bert við tættmeskaðum posa eftir yngli. Leiðari var kendi fiski­ frøðingurin dr. Johannes Smith, sum hevði fleiri vísindamenn afturat sær. Skipari var Georg Hansen. Manningin var annars donsk. Fyrsta pláss vit komu til var Stornoway. Vit skuldu taka hov­ meistara umborð her. Vit fortsettu vestanfyri England og komu inn í Swansea, ein kolbýur, og her var fult av koldusti. Her tóku vit eisini kol. Thor var ein fyrrverandi trolari, og hann var ein rættiligur kolslúkur. Eg slapp altíð í land saman við hovmeistaranum, sum fór í land at keypa proviant. Eg skuldi bera taskuna hjá honum. Hon kundi vera nokk so tung viðhvørt við øllum tí, sum varð keypt. Tað var roynt á leiðini suður­ eftir, og so koma vit til Gibraltar við innsiglingina til Miðalhavið. Har lógu vit einar tveir dagar. Síðan inn í Miðalhavið og aftur at fiska yngul. Har var laboratorium umborð. Dekkið var nærum alt yvirbygt. Vit fóru inn í Algier og Tunis og vóru eisini undir Korsika. Komu Aleksandria við innsiglingina til Suezveitina í Egyptalandi. Komu síðan til Smyrna í Líttlaasiu. Næsta havn var Konstantinopel í Turkalandi. Hann var skitin býur. Síðan inn í Svartahavið. Her lógu vit í átta dagar og gjørdu royndir og koyrdu uppí gløs. Hetta var sum eitt apotek at síggja. Politiskur fundur í Grikkalandi Næst var Pereus í Grikkalandi. Her høvdu vit eitt serligt upp­ livilsi. Eg og tveir av vinmonnum mínum vóru farnir ein túr í land. Vit spákaðu niðan eftir høvuðsgøtuni. Har hoyrdist brádliga nógv mannamál. Fleiri túsund fólk vóru komin saman á torginum, og millum teirra stóð ein maður á eini tunnu. Hann veipaði við ørmunum og talaði. Hetta sá út til at líkjast einum politiskum fundi. Men løtu seinni kom órógv á fólk. Brádliga hoyrdist gangur frá hestahógvum. Jú mín sann. Nakrar hundrað metrar frammanfyri okkum komu fleiri hundrað politistar á hestbaki og spjaddu mannamúgvuna. Vit tríggir vistu einki annað enn at sleppa okkum til beins. Eg kom umborð í øllum góðum. Tað sama var við øðrum dananum. Men hin fekk eitt slag í høvdið og svímaði. Men vit fingu hann kortini um­ borð í øllum góðum. Síðan fóru vit so gjøgnjum Korintkanalina. Hon er smøl og bert til smærri skip. Her var høgt upp til báðar síður. Síðan til Neapel og Genova í Italien. So til Barcelona í Spanien. Vit komu veruliga runt alt Miðal­ havið, til vit komu aftur til Gibraltar. Vit løgdu at í Lissabon, Biscaya, Brest, sigldu gjøgnum Kielerkanalin, og so koma vit til Keypmannahavn. Drúgv ferð heim Vit skuldu hava fría reisu heim, men gamla Tjaldur hjá DFDS var akkurát farið. Hans Jacob átti eina systir, Maria Mikkel­ sen, í Keypmannahavn. Hon arbeiddi á einum bóksavni. Hans Jakku segði, at hann kundi fara til systrina, men eg hevði onganstaðni at vera. Eg hevði ikki ráð at fara á hotell. So sigur Schmith við meg, at vit skulu fara oman til Havnina. Kanska fóru vit at síggja okkurt føroyskt skip. Hetta var nakað seint um heystið. Tá bar so á, at Frederiksvaag hjá Restorff lá har. Hon skuldi fara til Føroyar um einar tveir dagar. So eg slapp við har. Á reisuni hjálpti eg kokkinum. Vit høvdu eina langa reisu upp, heilar 21 dagar. Tað tók sína tíð at koma upp til Hetland, og tá fingu vit eina ringa høgætt. Vit fóru inn í eina vík í Hetlandi og lógu har leingi. Skiparin æt Christensen. Tað sama æt stýrimaðurin. Hann giftist seinni við eini føroyskari gentu, sum æt Karolina. Við var eisini hann, sum seinni gjørdist verfaðir telefonverksstjóran Eskild Christiansen. Manningin á Frederiksvaag var tá bert danir. Frammanundan høvdu føroyingar verið við, m.a. mammubeiggi mín Jóan Magnus og Hanus í Smiðjustovu. Johan Restorff, abbi Johan á Hafnia, hevði ført hana hvørt ár frammanundan, men hann var givin tá. Fyrsti skiparin eg minnist á Frederiksvaag kallaðist Larsen. Tað var eitt sindur løgið at koma aftur til Havnar eftir at hava verið so langt úti i stóruverð. Knappliga sóu húsini í Havn so lítil út. Frásøgnin hjá Albert Samstundis sum vit prenta frásøgnina hjá Johan fara vit eisini at endurgeva brot úr samrøðu, sum Niels Juel Arge hevði við Albert, pápa Johan, í 1980. Albert var 85 ára gamal tá. Hesar báðar frásagnirnar geva tilsamans eina góða mynd av lívinum hjá tveimum havnarmonnum í 1900 talinum Næstu ferð Albert heldur á við sjólívinum, og hann er skjótur aftur til skips Dánjal var sonur Elsa Bergitta úr Havn og Sámal Petersen av Miðgerði í Kollafirði Elspa og Dánjal í Horni, foreldrini hjá Albert, pápa Johan Elspa var dóttir Onnu Sofíu, ættað av Eiði, og Palla í Skotinum í Havn