Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 23. apríl 2008 31 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tað gekk sum ætlað hjá Liverpool allar 90 minuttirnar. Teir vunnu sær uppiborna leiðslu og hildu hana alla vanligu leiktíðina, og fingu enn tá bóltin í netið aftur í yvir­ tíðini – hesaferð í skeivt net FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var ikki yvir at dylja, at Raphael Benitez og hansara menn, umframt allir Liver­ pool­fjepparar annars, vóru nøgdir við støðuna, tá klokkan á Anfield Road rundaði teir 90 minuttirnar týskvøldið tann 22. apríl. Liðið førdi 1­0 og harvið hevði Liverpool eisini tryggjað sær eitt frálíkt útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður á Stamford Bridge í London um júst eina viku – mikudagin 30. apríl. Leiðsluna vann Liverpool sær stutt fyri hálvleik, tá Dirk Kuyt sparkaði bóltin millum beinini á Petr Cech, eftir at Liverpool hevði avgreitt eitt fríspark á miðum vølli so skjótt, at annars stinna Chelsea­verj­ an ikki var eins trygg og vanligt, og raski hállendski áleyparin hjá Liverpool strýddi seg fram í skotstøðu og skoraði trygt. Leiðslan var heldur ikki óuppiborin, tí júst sami Kuyt hevði frammanundan havt ein stóran møguleika, umframt at annars vandamikli Fernando Torres misnýtti ein risakjans, tá hann var einsamallur við Chelsea­málverjanum. Ikki sannførandi avrik Í seinna hálvleiki sá ikki stórt betri út hjá Chelsea. Og tó, teir vóru nær við tvær ferðir, tá Ballack og Malouda vóru framvið, men annars formáddu stjørnurnar úr London sær lítið hetta týskvøldið í Liverpool. Ikki tí, heimaliðið var ikki serliga sannførandi heldur, og dysturin gjørdist – sum mong høvdu væntað – heldur ikki tann stóra fót­ bóltsupplivingin. Hvørki av liðunum báðum spældu sum um tað hevði uppborið eitt pláss í Champions League­finaluni! Men drama og intensitet fingu áskoðararnir kortini. Óheppin norðmaður Chelsea var frammanundan spátt at vera favorittur at koma víðari. Mann fyri mann hevur London­liðið sterkaru leikararnar, um­ framt at Chelsea eisini hevur heimavøll í seinnu hálvfinaluni. Men so eru tað tey, ið hava ført fram, at Liverpool hevur ein fyrimun við roynda taktiska snillinginum Benitez. Tí var tað kanska lagnurnar speiðsemi, ið gjørdi, at ein av hansara útskiftingum var avgerandi fyri dystin. Norðmaðurin John­Arne Riise loysti skadda Fabio Aurelio, tá slakur hálvur tími restaði. Og tað gekk eisini heilt hampiligt hjá norðmanninum, inn til hann góðar fýra minuttir inni í yvirtíðini gjørdi alt skeivt. Bólturin varð sendir inn úr vinstru, men av onkrari undarligari orsøk valdi John­Arne Riise at stúta bóltin, heldur enn at sparka hann av vandaleið. Úrslitið var, at óhepni norðmaðurin sendi bóltin í egið net, og harvið tryggjaði Chelsea eitt framúr gott útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður um eina viku. Chelsea bjargað í yvirtíðini Costin aftur til Føroya H o n d b ó l t s f e l a g i ð Tjaldur hevur boðað frá, at felagið hevur gjørt avtalu við 40 ára gamla Rumenska hond­ bóltsvenjaran, Costin Dumitrescu, sum skal venja øll ungdómsliðini hjá felagnum. Costin, sum var venjari hjá StÍF árini 2000­2003, hevur seinnu árini verið spælandi venjari hjá Romvag Caracal í Rumenia. Úr Tjaldri verðu rsagt, at tey hava sett sær sum mál, at felagið um tvey ár skal hava minst eitt lið í øllum deildum í hondbólti. -mørk Yngstu svimjararnir kappast Smáunglingastevnan í svimjing verður í svimjihøllini í Vági nú fríggja­ og leygardagin. Talan er um meistara­ kapping fyri yngstu bólkaranar. Tað eru bólk­ ur 1, ið er fyri árgang 99 og yngri, og fyri bólk 2, ið eru svimjarar føddir í 97 og 98. Stevnan byrjar fríggjadagin klokkan 17, og verður svomið nakað út á kvøldið. Leygarmorgunin verður byrjað klokkan 9, og so verður ikki steðgað, fyrr enn seiansta av teimum 34 kapping­ unum er av. Eftir kappingina verður hugnaløta og heiðursmerkjahandan. -mørk Liverpool-Chelsea 1-1 (1-0) 1-0: Dirk Kuyt, 43. 1-1: John Arne Riise, 90. (sjálvmál) Liverpool: Reina - Arbeloa, Skrtel, Carragher, Aurelio (Riise, 62.) - Kuyt, Mascherano, Gerrard, Alonso, Babel (Benayoun, 76.)- Torres. Chelsea: Cech - Ferreira, Carvalho, Terry, A. Cole - J. Cole (Kalou, 63.), Ballack (Anelka, 86.), Makelele, Lampard, Malouda - Drogba Dómari: Konrad Plautz, Eysturríki. Áskoðaratal: 42.180 FAKTA um dystin John Arne Riise stendur vanliga høgt í metum hjá Liverpool- viðhaldsfólkum. Men í gjárkvøldið var hann alt annað enn heppin, tá hann í yvirtíðini rætti Chelsea eina hjálpandi hond Mynd: Polfoto/AP