mikudagur 23. apríl 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 77 - 23. apríl 2008
tíðindi
Tað er ikki bert
jólaprýði og jóla
hugni sum fáa
fólk at búseta seg í
fjarskotnu bygdini
Æðuvík. – Hetta er
eitt sera gott stað
at búgva í. Eitt satt
paradís fyri børnini,
sigur Oddfinnur
Olsen. Hann sjálv
ur ættaður úr
Streymnesi, men
hevur búð her
meginpartin av lívi
sínum
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Æðuvík: - Eg hoyri onkran
siga, at tað er so avsíðis at
búgva her í Æðuvík, men
tað halda vit í øllum førum
ikki.
- Tað er faktiskt skjótari
hjá okkum at koyra til fót-
bóltsvøllin við Løkin, enn
hjá fólki ovarlaga í Runavík,
sigur Oddfinnur Olsen úr
Æðuvík.
Ein góðveðursdag í farnu
viku arbeiddi hann við at
leggja takið á eini spildur-
nýggj hús í Æðuvík.
Beint
norðanfyri
hesi
Púra svakligt
at flyta til
Æðuvíkar
Besta stað
á jørð
Hóast Æðuvík liggur fjarskotið og
ikki beinleiðis við alfaraveg, hevur
fólkatalið ligið rættiliga støðugt
seinastu átta árini.
Í 2000 búðu 91 fólk í bygdini, í
fjør 100 og tá farið varð inn í hetta
árið var talið hækkað við einum
íbúgva aftrat – til 101.
Hinvegin kann ein staðfesta við
berum eygum, at talið av sethúsum
er vaksið, veksur støðugt og fer
somuleiðis at veksa enn meiri tey
komandi árini.
Fyrstu fólkini búsettust her í 1897,
og alt tykist benda á, at hesi best
røktu bygdini í 2001 verður lív lagað
í framtíðini.
Herfyri fluttu fólk inni í eini nýggj
hús í grannalagnum hjá Oddfinni.
Nú standa so tvey hús í gerð aftrat
og gongst sum ætlað fara fólk undir
at byggja á tveimum grundøkjum í
sama øki.
- Vit halda í øllum førum, at hetta
er eitt fínt stað at búgva í, slær
Oddfinn fast.
Hann kann av sonnum úttala seg
um hetta, tí sjálvur hevur hann búð
her í samfull 23 ár. Nú hann er í ferð
við at byggja sær síni egnu hús og
eini onnur grannahús av Suðuroyar-
slagnum, verða helst munandi fleiri
fólk í bygdini.
Hóast bygdin hvørki hevur handil
ella skúla, finst bæði missiónshús og
barnagarður her – og aalt jólaprýðið,
sum hevur gjørt hesa lítlu bygdina
heimskenda í Føroyum.
Innan eru húsini avskildrað, men enn vantar nakað í til Oddfinnur Olsen og familja hansara kunnu flyta inn í
nýggja heimið. - Vónandi verður tað í ár, sigur hann
Oddfinn Olsen arbeiðir hjá eini fyritøku, har hann m.a. smíðar síni egnu hús. Hann gleðir seg til dagin, tá hann kann flyta inn í
húsini, eftir at hava búð í keyptum húsum í mong ár