mikudagur 23. apríl 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2008
41
tíðindi
standa eini onnur hús somu
leiðis í gerð. Og hesi ham
arsløgini eru besta teknið
um, at lív er í hesi lítlu bygd
ini sunnarlaga á Eystur
oynni.
Fyri mong liggur bygdin
kanska heldur fjarskotin frá
umheiminum. Men spyrt tú
Oddfinn og hini 100 fólkini
í bygdini, so eru tey púra
ósamd við hesum.
Tað er einki at tosa um.
Vit hava bert 5 kilometrar
til Rituvíkar og 6 til Runa
vík, so har kunnu vit verða
eftir lítlari løtu, slær hann
fast.
Oddfinn er í løtuni í ferð
við at smíða tvey sethús,
sum liggja lið um lið, fyri
fyritøkuna, sum hann arbeið
ir fyri. Annað teirra er hans
ara egna.
Hús hansara eru í tveim
um hæddum – ovara hæddin
er 128 fermetrar og niðara
145, umframt eitt bilhús.
Øll ovara hæddin er av
skildrað og loft er lagt í.
Og sjálvandi, eitt stikk
til jólapyntið hoyrir eisini
við til innrættingina. Tað
verður sett undir væðingina
her á niðaru síðu, sigur
Oddfinn við einum brosi.
Eingin broyting
Oddfinnur er upprunaliga
ættaður úr Streymnesi, men
hesi 23 árini hann hevur
búð í Æðuvík, hevur hann
fingið bæði familju og fýra
børn.
Eg fekk nógvar glósur
frá vinmonnunum, tá eg
segði teimum at eg fór at
flyta higar.
Hvat teir søgdu til tað?!
Skal eg vera heilt erligur,
so hildu teir at eg var púra
svakur at fara so langt burt
ur, sigur hann, sum tá ein
ans var 19 ára gamal.
Hetta er eitt gott stað fyri
eina familju at búgva í.
Hóast skúlin varð niðurlagd
ur í 1958, er hetta eitt gott
hjá børnum at búleikast í, tí
tey kunnu spæla frítt úti og
hava ovmikið at takast við í
tí dagliga.
Tá Oddfinn flutti higar
miðskeiðis í 80’unum, var
hetta helst ikki ein avgerð,
ið hann drálaði leingi við at
taka.
Nú komi eg sjálvur frá
eini lítlari bygd, og tí var
ikki so stór broyting hjá
mær at flyta til eitt annað
lítið pláss. Her er sera gott
samanhald – ikki bara í jóla
mánaðinum,
men
eisini
gjøgnum árið.
Vit ganga nógv inn at
vitja hvønn annan og gera
útferðir saman, so tú skilir,
at her er gott at vera, sigur
Oddfinn.
Alt fæst í Runavík
Tá fólk í síni tíð búsettu seg
í Æðuvík, var hetta í sama
øki, har menn í gomlum
døgum hittust til Várting á
staðnum teir nevna Ting
hella.
Ein skúli varð bygdur
her, men fyri fimmti árum
síðani varð hann niðurlagd
ur. Hetta tók kortini ikki
mótið frá fólki ella hugin at
búseta seg her.
Hetta vísa eisini hagtølini
yvir fólkatalið. Fyri øll hesi
er
helst
líkamikið
um
hvørki handil ella annað
tænastuvirksemi
er
her.
Børnini, sum ganga í skúla
annaðhvørt í Rituvík ella
Runavík verða heintað í
bussi og koyrd heimaftur.
Tá fólk tosa um at Æðu
vík liggur avsíðis og ikki
hevur lív lagað, so er Odd
finn ikki samdur við teim
um, sum siga slíkt.
Tá handilin gavst í síni
tíð, varð hann nógv saknað
ur, men í dag eru nógvir
stórir handlar í Runavík.
Tað er eisini har sum nógv
fólk arbeiða.
Ja, tí støðan er í roynd
og veru hon, at eg behøvist
slett ikki at fara til Havnar
at keypa. Eg fái alt sum eg
skal brúka í
Runavík,
slær
Oddfinn
fast.
Tapetisera
Eftir at hava búð í einum
minni húsum í mong ár, var
tíðin komin hartil at hann
avgjørdi at smíða sær síni
egnu.
Tað 720 fermetrar stóra
grundøkið keypti hann frá
Runavíkar kommunu. Tað
kostaði
beint
niðanfyri
90.000 krónur, og byrjaðu
teir at grava út í januar
mánaði í fjør.
Húsini fara at kosta
okkum umleið 1,4 mió krón
ur, sigur Oddfinn so huga
góður.
Nú kann hann síggja fram
til dagin, tá hann og
familjan fara at flyta inn í
hesi
nýggju
Suðuroyar
húsini.
Tá eg nú fari at seta
hitan til, kann eg byrja at
tapetisera í erva. Men
ætlanin er at tað skal verða
seinni í ár, sigur hann við
einum brosi.
Ferðast til
jólabýin
Er tað nakað sum Æðuvík er kend
fyri, man tað vera jólaprýðið sum
bygdarfólkið veruliga gongur uppí
við lív og sál. Hjá fleiri teirra hongur
jólaprýðið uppi alt árið!!
Umframt tann serstaka hugnan
hetta skapar millum alt bygdarfólkið,
dregur hetta nógv fremmand fólk til
hesa føroysku jólabygdina.
Hagtøl frá Landsverki vísa eisini
hetta sama: Ferðslan meiri enn
tvífaldast jólamánaðin, í mun til
miðalferðsluna annars.
Vanliga er miðalferðslan 350 akfør
um samdøgrið. Men ferðsluteljingin
á jólum í fjør vísti heilt onnur tøl: Frá
30. november til 25. desember
ferðaðust tilsamans 21.816 akfør til
og frá Æðuvík. Í meðal er tað 873 um
døgnið!
Við øðrum orðum meiri enn
tvífaldaðist ferðslan til og frá
Jólabygdini í jólamánaðinum.
Eg haldi, at hetta er eitt fínt tiltak.
Eg hongdi sjálvur nakað av pynti
uppá okkara hús seinastu jól, hóast
eingin búði í teimum, sigur Oddfinn
Olsen við einum brosi.
»Støðan er í roynd og veru
hon, at eg behøvist slett ikki
at fara til Havnar at keypa.
Eg fái alt sum eg skal brúka
í Runavík«
»Her er sera gott
samanhald – ikki bara í
jólamánaðinum, men eisini
gjøgnum árið«
»Og sjálvandi, eitt stikk
til jólapyntið hoyrir eisini
við til innrættingina. Tað
verður sett undir væðingina
her á niðaru síðu«
- Æðuvík er eitt gott pláss,
bæði fyri børn og vaksin, sigur
Oddfinn Olsen. Besta prógvið
um hetta eru øll tey nýggju
húsini í bygdini, sum eru bygd og
sum verða bygd í framtíðini