hósdagur 24. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2008
13
Beint undan bygda
ráðsfundinum í gjár
fekk borgarstjórin
á Eiði, Tordur Nicla
sen, handaðar 118
undirskriftir frá
fólki, ið vilja hava
barnagarðin í bygd
ini lidnan skjótast
gjørligt. – Her má
okkurt henda, sigur
Marjun Poulsen, sum
er ein av stigtakar
unum til áheitanina
Kommunumál
Orð/Rás2: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Eiði: - Barnagarðurin er so
at siga liðugur, og tí undrar
tað okkum at børnini ikki
sleppa oman hagar, segði
Marjun Poulsen við Rás2
beint undan bygdaráðsfund-
inum á Eiði.
Stutt
frammanundan
hevði hon, saman við Elisa-
beth Sólsker, Guðrun T. Jac-
obsen og Tove Kruse hand-
að borgarstjóranum undir-
skriftirnar frá bygdarfólkin-
um.
Tað er langt síðani, at
arbeiðið uppá nýggja barna-
garðin byrjaði, men í seinast-
uni hevur verið líkt til, at
stígur er komin í arbeiðið.
Einu tíðina ljóðaði, at
hann skuldi verða liðugur í
februar mánaði, men tá hetta
ikki eydnaðist var upp-
latingin seinkað nakað. Nú
spyrja hesar kvinnurnar og
114 onnur eiðisfólk um, nær
stovnurin kann lata upp.
Samstundis við hetta vísa
tey á, at umstøðurnar hjá
børnunum í verandi dag-
stovni ikki eru nóg góðar.
- Vit vilja nú gera vart við
okkara ónøgd, sigur tær
fýra.
Ótolandi viðurskifti
Tað eru kortini ikki bert hes-
ar fýra kvinnurnar, sum eru
ónøgdar við at barnagarðurin
ikki langt síðani er tikin í
nýtslu.
Íalt eru 114 onnur fólk í
bygdini misnøgd við tvey
viðurskifti, tá talan er um
umstøðurnar hjá børnunum
í dagrøktini:
Í fyrra lagi vísa tey á, at
tað eru meiri enn átta ár síð-
ani at samtykt varð, at ein
barnagarður skuldi byggj-
ast. Og verður hann ikki
liðugur fyri kommunuvalið
í heyst, er hetta triðja valið
síðani samtyktina í bygda-
ráðnum.
Í øðrum lagi vísa tey á
støðuna í verandi barnagarði
sum heldur til í EB-húsin-
um, og sum als ikki er gjørt
til eitt endamál sum barna-
garður.
- Støðan er ótolandi bæði
fyri børn og starvsfólk. EB-
húsið var at meta sum ein
fyribilsloysn, men henda
fyribilsloysnin er vorðin
nakað long og er als ikki
nøktandi, verður sagt í áheit-
anini á bygdaráðið.
Vánaligar umstøður
Víst verður á, at tá børnini
skulu út fyri dyr, so leypa
tey beint út á ein koyriveg
gjøgnum bygdina.
Marjun Poulsen sigur, at
tey somuleiðis ynskja at fáa
ein kunnandi fund um
barnagarðin,
har
greiða
skal fáast á byggingini,
liðugtgerðini og ætlanum í
framtíðini.
- Verandi umstøður í EB-
húsinum kunnu snøgt sagt
ikki góðtakast, slær hon fast.
Tá tær fýra kvinnurnar
settu sær fyri at gera nakað
við málið, var spurningurin
um bygdarfólkið mundi
taka undir við teimum.
Tær fingu tó skjótt at
sanna, at tað vóru ikki bert
tær, sum undraðu seg yvir
at tað gekk so seint við
barnagarðinum.
- Jú, vit hava verið sera
væl móttiknar. Fólk hava
veruliga bakkað okkum
upp, og tað sæst eisini aftur
í talinum av undirskriftum,
sigur hon.
Bíða framvegis eftir nýggja
barnagarðinum
”
Kanska tær næstu undirskriftirnar fara
at takka okkum fyri henda snotuliga
barnagarðin
(Tordur Niclasen, borgarstjóri)
Liðugur
í august
Tað er ofta
drúgt at bíða eftir
góðum, sigur
Tordur Niclasen,
borgarstjóri
Barnagarður
Snorri Brend
– Men barnagarðurin
verður liðugur í mánaði,
slær borgarstjórin fast.
Tordur Niclasen vísir
á, at arbeiðið við barna-
garðinum hevur gingið
uppá stás, bæði tá talan
er um fíggjarætlanina og
ikki minst tíðarætlanina.
1. apríl varð Dorit J.
Kruse sett sum leiðari
sett við barnagarðin, og
næsta stigið verður at
lýsa eftir starvsfólki, fáa
innbúgvið til vega og
gera liðugt uttanfyri.
- Eg skilji væl at fólk
ótolnast. Men nú kunnu
vit síggja fram til, at
hesin barnagarðurin letur
upp eftir summarfrítíðina,
sigur borgarstjórin.
Hóast mongu undir-
skriftirnar sigur hann
kortini, at ætlanin hevur
allatíðina verið at barna-
garðurin skuldi latast
upp í august mánaði.
- Kanska tær næstu
undirskriftirnar fara at
takka okkum fyri henda
snotuliga barnagarðin!,
sigur Tordur Niclasen,
borgarstjóri.
- Nú má okkurt henda,
sigur tær fýra kvinnurnar –
Guðrun T: Jacobsen, marjun
Poulsen, Elisabeth Sólsker og
Tove Kruse – sum her handa
Tordi Niclasen, borgarstjóra
118 undirskriftir um nýggja
barnagarðin
Mynd: Jórun Reginsdóttir
Nýggi barnagarðurin er so
at siga liðugur innan, men
verður kortini ikki klárur at
taka í nýtslu fyrrenn í august
mánaði – í ár!
Mynd: Jórun Reginsdóttir