hósdagur 24. apríl 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 78 - 24. apríl 2008
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Steven Callahan hevur eina
ótrúliga søgu at fortelja, og
í næstu viku ber tað til at
hoyra hann greiða frá í Før
oyum.
Steven Callahan kemur
nevniliga til seminar um
strongd hjá sjómonnum,
sum Trygdarmiðstøðin skip
ar fyri í Norðurlandahúsin
um, og hann fer millum
annað at siga frá, tá ið hann
rak fyri vág og vind í 76
dagar á Atlantshavinum.
Steven Callahan sigldi í
1982 úr USA til Onglands,
og tað var á heimferðini
tvørtur um Atlantshavið, at
tað gekk galið hjá honum.
Hann var tá einasmallur
umborð á bátinum, sum
hann sjálvur hevði latið
bygt.
Tað var mitt um náttina,
at tað kom hol á bátin. Eg
hoyrdi eitt buldur, og so fór
báturin at taka sjógv inn, og
eg noyddist at fara í bjarg
ingarbátin, greiðir Steven
Callahan frá í telefonini úr
USA.
Tað er ikki greitt, hví hol
kom á bátin hjá honum,
men møguliga hevur hann
rent á ein hval. Í øllum før
um sakk báturin, og Steven
Callahan noyddist at bjarga
sær lívinum í einum lítlum
bjargingarbáti.
Ófatiligt treiskni
Í samfullar 76 dagar rak
Callahan fyri vág og vind á
Atlantshavinum, og tað var
eitt bragd av teimum stóru,
at hann kláraði at yvirliva
hesa longu tíð.
Tíðin umborð á bjarg
ingarbátinum var sera krevj
andi, men eg kláraði at
skaffa mær somikið av
vatni og mati, at eg yvirlivdi
ferðina, sigur hann.
Steven Callahan hevði
útgerð at gera vatn við, men
tað var lítið av vatni at
drekka hvønn dag. Fiskur
og fuglur, sum hann fangaði
við stórum uppfinnsemi,
gav honum mat í munnin,
men tá ið hann umsíðir
vann upp land, hevði hann
mist ein triðing av síni
kropsvekt.
Eg var illa fyri, tá ið
nakrir
fiskimenn
komu
fram á meg. Eg haldi ikki,
at teir vistu, hvussu álvar
som støðan hjá mær var, tí
teir vildu hava fisk við til
lands, og tí mátti eg liggja
umborð á bátinum og bíða,
meðan teir fiskaðu, sigur
Steven Callahan.
Tað tók mær eitt hálvt
ár at koma fyri meg aftur
kropsliga, men eg misti als
ikki hugin at sigla orsaka
av hesi hendingini. Eg havi
fingist nógv við bátar og at
sigla síðani, sigur Steven
Callahan.
Hann hevur eisini skrivað
um sjófart og fólk,sum hava
verið í havsneyð, og hann
hevur
eisini
ment
ein
nýggjan bjargingarbát út
frá royndunum, sum hann
sjálvur hevði í bjargingar
báti.
Ferðast nógv
Steven Callahan hevur skriv
að eina bók um tilburðin,
og bókin, ið hevur heitið
Adrift: 76 days lost at sea,
var ein metseljari í sínari
tíð. Steven hevur eisini ferð
ast kring heimin fyri at
greiða frá sínum uppliving
um.
Eingin ynskir sær at
koma í eina slíka støðu,
sum eg kom í, men tað posi
tiva við hendingini hevur
verið, at hon hevur givið
mær møguleikan at ferðast
víða fyri at siga fólki frá
tilburðinum, og hetta gevur
mær nú eisini møguleikan
at koma til Føroya, sigur
hann.
Eg havi siglt nógv í
Norðuratlantshavi, men eg
havi ongantíð áður verið í
Føroyum, so eg gleði meg
nógv at koma til Føroya,
sigur amerikumaðurin, sum
steðgar í Føroyum í eina
viku.
Stríddist fyri lívinum
í 76 dagar
Steven Callahan stríddist í 76 dagar fyri
lívinum einsamallur í bjargingarbáti
mitt á Atlantshavinum. Hann var illa
fyri, tá ið hann vann upp land, men
síðani hevur hann kunna ferðast kring
heimin og greitt frá sínum upplivingum
og royndum. Í morgin kemur hann til
Føroya
- Eingin ynskir sær at koma í eina slíka støðu, sum eg kom í, men tað positiva við hendingini hevur verið, at hon hevur givið mær
møguleikan at ferðast víða fyri at siga fólki frá tilburðinum, og hetta gevur mær nú eisini møguleikan at koma til Føroya, sigur
Steven Callahan
Mynd: Billy Black
Seta strongd á breddan
Trygdarmiðstøðin stendur í ár fyri várfundinum hjá felagsskapinum IASST.
Evnið fyri fundin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum mánadagin, er
strongd hjá sjómonnum. Fimm framløgur verða á fundinum. Óli Hans
Hammer, fyrrverandi stjóri á Skipaeftirlitinum fer at umrøða lógarverkið. Pál
Weihe, yvirlækni, skal tosa um strongdartekin hjá sjómonnum. Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur tosar um viðgerð av skipsbrotnum. Halvar Aasjord
fer at geva sítt boð uppá framtíðar fiskiskipið. Og so fer Steven Callahan at
greiða frá sínum upplivilsi í bjargingarbáti í 76 dagar.
Mynd: Billy Black