Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2008 11 tíðindi Flaggdagshald í Fuglafirði Sum undanfarin ár skipar Fuglafjarðar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi við Bókasavnið/Kunningarstovuna á Bugnum nú fríggjadagin, 25. apríl klokkan 16. Talari í ár er Sonja Jógvansdóttir, og tey í hornorkestrinum fara – sum ikki einaferð – at ríka okkum løtuna við góðum tónum, sigur Fuglafjarðar Hornorkestur. Vikuskiftismøtir Kunoy Um vikuskiftið verða møtir hildin í Kunoy, har Poul Færø úr Klaksvík talar. Møtini verða fríggjakvøldið klokkan 19, leygarkvøldið klokkan 20 og sunnukvøldið klokkan 18. Til felagssangin koma fýra harmonikuspælarar og ein gittarspælari. Tað sjáldsama við tónleikaranum er, at teir koma ymsa staðir frá í landinum. Her eru teir avmyndaðir á Sandi, har Poul Færø talaði í Zion fyri 14 døgum síðani. av ”kundapleygu”, men hetta er so sanniliga eisini eitt gott høvi hjá fyritøkum til at gera nýggjar avtalur, sigur Durita í Grótinum. Føroyskt átak Týskvøldið skipaðu SamVit og Eik Banki fyri einum átaki í Brússel við tí enda­ máli at marknaðarføra Før­ oyar sum land. Hølir vórðu leigað úti í býnum til móttøkuna, og føroysku framsýnararnir kundu bjóða samstarvs­ felagum og viðskiftafólki úti í heimi við til tiltakið. Á kvøldinum varð borð­ reitt við føroyskari list, tónleiki og mati. Hølini vórðu prýdd við málningum hjá listamonnunum, Heðini Kambsdal og Zachariasi Heinesen, tónleikinum tóku hjúnini Lena og Niclas Johannesen sær av, meðan føroysku kokkarnir, Leif Sørensen og Andrass Jacob­ sen, syrgdu fyri góðari før­ oyskari matuppliving. Soleiðis sluppu útlendsku gestirnir og samstarvsfelag­ arnir hjá føroyskum fyri­ tøkum at síggja, hoyra og smakka ein part av Føroyum – um vit so kunnu siga. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tór­ bjørn Jacobsen, var eisini hjástaddur og helt røðu, har hann eitt nú tosaði um okkara serligu førleikar og møguleikar innan burð­ ardygga veiði og gransking av havumhvørvinum. Durita í Grótinum sigur, at tiltakið, sum Eik Banki stuðlaði fíggjarliga, eydnað­ ist serstakliga væl. ­ Vit síggja hetta sum eitt átak á leiðini at ”branda” Føroyar og føroyskar fiska­ vørur. Hon heldur, at vit í okkara marknaðarføring av fiska­ vørum serliga hava lagt dent á dygdina, men at tað ikki er minni avgerandi, at vit frameftir kunnu skapa eina ”nation­branding”, sum hon tekur til, fyri før­ oyskar fiskavørur. ­ Her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, sigur Durita í Grótinum. Eftirmeting Føroyskar fyritøkur hava luttikið á ymiskum fiski­ vinnuframsýningum kring um heimin í nógv ár, bæði í Brússel, Spaniu, Ruslandi, Skotlandi og í fleiri av okkara grannalondum. Men heldur SamVit fram­ haldandi, at tað loysir seg at vera við á slíkum framsýn­ ingum? ­ Jú, tað halda vit avgjørt, og hetta vísa eisini eftimet­ ingarnar, sum vit hava eftir slíkar framsýningar. Hon vísir á, at á slíkum eftirmetingum verður hugt at, um føroysku fyritøkurnar eru nøgdar við tær tænastur, ið SamVit sum samskipari veitir fyritøkunum – um plaseringin av básunum er í lagi og tílíkt. ­ Eitt eru tær avtalur, sum kunnu spyrjast burtur úr slíkari luttøku. Annað – og ikki minni týdningarmikið – er, at fyritøkur kunnu vera við, kunnu møta verandi og nýggjum viðskiftafólkum og kunnu skapa sær eitt upp­ aftur betri netverk út í heim. Durita ásannar, at tað er kostnaðarmikið at vera við til slík stór framsýningartil­ tøk, sum tiltakið í Brússel. ­ Ja, her verður nógvur peningur brúktur, og vit meta, at hvør fyritøka brúk­ ar einar 100.000­300.000 krónur bara til básin. Aftrat hesum kemur so ferða­ kostnaður, innivist og tann peningur, sum eitt nú verður brúktur til ”kundapleygu”, sigur projektleiðarin hjá SamVit. Tað eru fleiri ár, síðan føroyskar fyritøkur á fyrsta sinnu luttóku á hesi fiski­ vinnuframsýning í Brússel, sum verður hildin á hvørjum ári, og í ár eru fyrirøkurnar tvær fleiri enn seinasta ár. Ætlandi koma føroysku luttakararnir í Brússel heim­ aftur í kvøld við serligum leiguflogfari, sum flýgur beinleiðis millum Vágar og Brússel. Reiðaríið hjá JFK í Klaksvík hevði aftur ein sera snotuligan bás á framsýningini hesaferð Størsti av føroysku básunum í Brússel hesaferð, var básurin hjá Faroe Seafood Merkið veittrar við kenda minnismerkið – atomic – frá heimsframsýningini í 1958 Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, vitjar føroysku básarnar ningarátak í Brússel