hósdagur 24. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 78 - 24. apríl 2008
Fríðfinnur heldur flagg
røðu í Leirvík
Fornminnisfelagið í Leirvík skipar fyri flaggdagshaldið
flaggdagin klokkan 15, har Fríðfinnur Johnsson, fyrstilærari
flytur fram røðu og kórið Eystanljóð - fyrr Gøta/Leirvík -
syngur. Aftaná verður Kondibingo, kaffi og tea verður at fáa,
eins og saft og vaflur - í Skótahúsinum. Og tað er ókeypis,
sigur Fornminnisfelagið í Leirvík.
Leif nýggjur í nevndini
Mikudagin 16. apríl hevði Gistingarhús- og
Matstovufelagið aðalfund. Á Aðalfundinum stóðu Uni
Danielsen, Ása Johnsdóttir og Eirik Suni Danielsen. Ása
Johnsdóttir stjóri á Hotel Hafnia og Eirik Suni Danielsen
stjóri á Gjáargarið stillaðu uppaftur og vóru afturvald.
Uni Danielsen bar seg undan afturvali, og í hansara stað
var Leif Sørensen stjóri á Gourmet valdur. Í nevndini í
Gistingarhús- og Matstovufelagnum sita nú Ása
Johnsdóttir, Eirik Suni Danielsen, Leif Sørensen, Kjartan
Dalsgarð og Kári Hentze. Nýggja nevndin skipar seg á
fyrstkomandi nevndarfundi.
Durita í Grótinum,
sum er projektleiðari
hjá SamVit, er við á
European Seafood
Exhibition í Brússel.
Hon sigur, at føroysku
fyritøkurnar, sum
eru við á føroyska
landabásinum,
hava havt úr at gera
við nógvum vitj
andi og nógvum
fundarvirksemi við
áhugaðar keyparar og
seljarar
Brússel
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt/Rás2
Myndir: SamVit
Føroyskt vinnulív hevur aft-
ur verið úti í heimi og kunn-
að umheimin um, hvat vit
hava at selja av fiskavørum,
og hvat vit kunnu hugsast
at vilja keypa av tí, sum
aðrir hava at bjóða.
Tilsamans 13 føroyskar
fyritøkur eru við á eini av
heimsins størstu fiskivinnu-
framsýning, European Sea-
food Exhibition (ESE), sum
í hesi vikuni hevur verið í
Brússel.
Framsýningin byrjaði týs-
dagin og letur aftur í dag.
Á ESE eru eini 1600
framsýnarar úr fleiri enn 70
londum, og talið av vitjandi
liggur um 40.000 hvønn
dagin.
Føroysku
fyritøkurnar,
sum eru savnaðar undir før-
oyska
”hattinum”,
eru
Bakkafrost,
PRG,
JFK,
Sandoy Seafood, Delta Sea-
food, TG Seafood, Faroe
Seafood, Rainbow Seafood,
Orca, Nevið, Fiskamarkn-
aður Føroya, EIK Banki og
SamVit, sum samskipar før-
oysku luttøkuna.
Vinnuframagrunnurin
stuðlar eisini føroyska átaki-
num í Brússel fíggjarliga.
Aðrar føroyskar fyritøkur
eru eisini við á framsýning-
ini í Brússel, og hesar eru á
øðrum básum saman við
sínum samstarvsfeløgum.
Millum hesar eru eitt nú
SNG, Samskip, Eimskip og
FJM.
Eini 150-200 fólk úr Før-
oyum hava hesar dagarnar
soleiðis luttikið og vitjað á
ESE í Brússel.
Umboð fyri føroyskar
fyritøkur, sum ikki eru við
á sjálvari framsýningini,
hava eisini vitjað á stevn-
uni.
Nógv fundarvirksemi
Durita í Grótinum, sum er
projektleiðari hjá SamVit,
er við á European Seafood
Exhibition í Brússel.
Hon sigur, at føroysku
fyritøkurnar, sum eru á før-
oyska landabásinum, hava
havt úr at gera við nógvum
vitjandi og nógvum fundar-
virksemi við áhugaðar keyp-
arar og seljarar.
- Í fyrsta lagi kunnu vit
siga, at føroysku fyritøkur-
nar selja seg við at vera til
steðar á básinum, har tær
marknaðarføra seg við sín-
um vørum og tænastum og
bjóða sínum viðskiftafólki
inn til prát.
Spurd, um tað er vænt-
andi, at sáttmálar kunnu
koma undir land á eini slík-
ari framsýning, sigur pro-
jektleiðarin:
- Jú, tað er so heilt av-
gjørt, at her kunnu týðandi
avtalur koma í lag. Vit
síggja, at føroyskar fyritøk-
ur eru fult ”bookaðar” við
fundum, bæði við verandi
viðskiftafólk
og
onnur
nýggj.
Hon heldur, at ESE er eitt
so stórt tiltak, har keyparar
og seljarar úr øllum heim-
inum hittast, at tað illa kann
hugsast, at týðandi avtalur
ikki kunnu spyrjast burtur
úr luttøkuni.
- Á slíkum framsýningum
hittast viðskiftafólk, sum
longu hava samstarv, og tí
er luttøkan eisini ein partur
Snotuligi básurin hjá Rainbow Seafood í Brússel. Ungu menninir í fyritøkuni hava altíð nógv um at vera
PrimaFisk bjóðar vælumtóktu fiskapylsurnar, sum er ein lutfalsliga nýggj framleiðsla í Føroyum
Orca hevur altíð ein spennandi bás – við hummarum og krabbum. Tað “fangar” at síggja livandi
krabbadýr í búri
Stórfingið føroyskt framsý