hósdagur 24. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 78 - 24. apríl 2008
- Tað verður ongin
undirsjóvartunnil til
Svínoyar enn á sinni
SamferðSla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður ikki tey fyrstu
árini, at farið verður undir
at gera undirsjóvartunnil til
Svínoyar.
Tað hevur Bjørt Samuel
sen,
landsstýriskvinna
í
vinnumálum,
staðfest
í
løgtinginum.
Í gjár kjakaðust tinglimir
um ferðasambandið út í
Svínoyar og tað er eitt mál,
sum leingi hevur verið á
dagsskrá.
Tosað hevur verið um, at
tað er átrokandi at bøta um
ferðasambandið út í Svín
oyar og í hesum sambandi
hevur tosað um at gera eina
nýggja ferjulegu á Eiðinum.
Men tað vilja svínoyingar
ikki vita av, tí teir siga, at
tað ber ikki til at fáa góða
havn á Eiðinum. Hinvegin
vilja teir hava tunnil yvir í
Havn
og
nýggja
sam
ferðsluhavn har yviri.
Men so hevur tað eisini
verið nevnt at taka stigið
fult út og gera undirsjóvar
tunnil út í Svínoyar.
Men Bjørt Samuelsen
staðfestir, at hon hevur
ongar ætlanir um fara undir
at gera undirsjóvartunnil út
í Svínoyar.
Leyðsliga mett kostar ein
undirsjóvartunnil 350 milli
ónir og eina slíka verkætlan
hevur hon ongar ætlanir um
at fara undir.
Tað fari eg ikki at lova,
tí tað er ikki eitt lyfti, sum
tað er sannlíkt, at sam
gongan hevði klárað at
hildið, segði hon.
Jacob Vestergaard helt, at
alt annað enn ein undir
sjóvartunnil til Svínoyar,
eru burturspiltir pengar, tí í
øðrum
útoyggjum
eru
nýggjar ferjulegur gjørdar,
uttan at tað hevur hjálpt.
Hinvegin
helt
Jákup
Mikkelsen at í minsta lagi
eigur ein kanning at verða
sett í verk fyri at vita um
tað ikki í longdini loysir seg
best at fara eftir tí bestu
loysnini, sum er ein undir
sjóvartunnil.
Anfinn Kallsberg helt, at
einasta loysn, sum framtíð
í, er at gera ein undirsjóvar
tunnil úr Viðoy til Svínoyar,
tí tað hevði givið atgongd
til eitt tað besta slættlendið
í Norðoyggjum yvirhøvur
og tað hevði verið eitt
veruligt frambrot.
Óluva Klettskarð spurdi
hví so undirsjóvartunnilin
ikki var komin við øllum
teimum samgongum, Fólka
flokkurin hevur verið við í.
Undirsjóvartunnil
til Svínoyar jarðaður
Helena Dam á Neysta-
bø fer at brúka hetta
árið at leita eftir
nýggjum skipi til
ferðasambandið til
Svínoyar og Fugloyar
og tað skal ganga
skjótt at útvega
nýtt skip
ferðaSamband
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað skal ikki ganga long tíð
til norðoyingar fáa nýtt
ferðamannaskip til sigling
ina út í Svínoyar og Fugl
oyar ístaðin fyri Másan.
Tað sigur Helena Dam á
Neystabø,
landsstýris
kvinna í lógarmálum.
Í løgtinginum í gjár vildi
Jákup Mikkelsen hava at
vita, hvat røkist fyri at
útvega nýtt ferðamannaskip
til Svínoyar og Fugloyar.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at á fíggjarlógini í ár,
sum nú er til viðgerðar í
Løgtinginum, hevur hon
fingið 3,5 milliónir krónur
afturat til Strandferðsluna.
Og tann peningurin skal
brúkast til at útvega svín
oyingum og fugloyingum
nýtt ferðamannaskip.
Peningurin skal brúkast
til at kanna, hvør loysnin er
tann besta fyri svínoyingar
og fugloyingar og beinan
vegin, fíggjarlógin er sam
tykt, verður farið undir at
kanna, hvør loysn er tann
besta.
Talan kann vera um at
keypa eitt skip, at byggja
eitt skip, ella at brúka eitt
av skipunum, sum Strand
ferðslan longu eigur.
Annars kannar Strand
ferðslan javnan um skip eru
á marknaðinum, sum eru
hóskandi
til
hesa
far
leiðina.
Kortini legði Bjørt Samuel
sen dent á, at ongin avgerð
verður tikin, fyrrenn fólkið á
staðnum er eftirspurt.
Hon vildi kortini ikki
lova, nær Másin fær ein
avloysara, um tað verður
næsta ár, ella um tvey ella
trý ár.
Í øllum førum ætlar hon,
at tað skal vera í hesum
valskeiðnum.
Hinvegin verður eisini
tosað um at gera undirsjóv
artunnil til Svínoyar, men
verður tað tann endaliga
loysnin, verður hetta sjálv
andi samskipað við ætlanina
um at finna hóskandi ferða
mannaskip.
Jørgen Niclasen heitti á
landsstýriskvinnuna um at
kanna eftir um tað ikki ber
til at einskilja siglingina út
í Svínoyar og Fugloyar.
Hann vísti til Mykines
leiðina sum eitt gott fyri
dømi, har eitt nýggjur,
privatur bátur nú røkir
siglingina við avkasti, har
tað fyrr var talan um eitt
stórt
undirskot
hjá
tí
almenna.
Annars hevur eisini verið
kjakast nógv um, hvar í
Svínoy, ein ferjulega skal
vera.
Tosað hevur verið um at
gera ferjulegu á Eiðinum,
men svínoyingar siga, at
tað er høpisleyst, tí har er
so ókyrt, at tað fæst
ongantíð
nøkur
líkinda
havn.
Teir halda, at einasta
loysnin er at gera tunnil
yvir í Havn og at gera
ferjulegu har.
Hinvegin sigur Lands
verk, har eru botnviður
skiftini óreglulig og har er
somuleiðis harður streymur.
Bjørt Samuelsen, lands
stýriskvinna í vinnumálum
upplýsti, at ætlanin er at
kanna streymviðurskiftini
fyri at vita um tað er ein
loysn, sum ber til.
Tað er ein loysn, sum
kostar 130150 milliónir
krónur.
Landsverk hevur annars
skotið upp at gera eina
bíligari
loysn
við
eini
ferjulegu á Eiðinum tí hann
sigur, at botnkanningar og
kanningar av streymi vísa,
at tað er tann besta loysnin.
Hendan ætlanin kostar 30
milliónir krónur, eitt nú tí at
tá slepst undan at gera
tunnil.
Norðoyingar fáa betri
samband sum skjótast
Í ár verða ongir pengar brúktir til nýggja Ritu at sigla
ímillum Nólsoy og Havnina.
Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, landsstýris
kvinna í lógarmálum í løgtinginum í gjár.
Í løgtinginum kjakaðust tey um ferðasambandið til
tær smærru oyggjarnar norðanfyri og í hesum
sambandi var Kaj Leo Johannesen vónbrotin av, at
samgongan hevur ikki sett eitt klovið oyra av til nýtt
skip til nólsoyarsiglingina á fíggjarlógini fyri í ár,
hóast tíðin langt síðani er farin frá Rituni.
Helena Dam á Neystabø sigur, í ár fekk hon bara
3,5 milliónir á fíggjarlógini til íløgur og tær ætlar hon
at brúka upp á nýtt skip til Fugloyar og Svínoyar
ístaðin fyri Másan.
Hinvegin staðfesti hon, at næsta ár er ætlanin at
seta pening av á fíggjarlógini til nýggja Ritu.
Í hesum sambandi sæst í uppskotinum til fíggjarlóg
fyri í ár, at fyribils ætlar samgongan næsta ár at seta
20 milliónir krónur av tíl nýggja Ritu.
Men Helena Dam á Neystabø nevndi eisini møgu
leikan fyri at tvinna ætlanina um betri ferðasamband
til Nólsoyar og Svínoyar og Fugloyar, saman.
Ì hesum sambandi nevndi hon, at verður nýtt skip
útvegað til nólsoyarsiglingina, kann ein møguleiki
vera at flyta Rituna til Norðoyar at sigla til Svínoyar
og Fugloyar.
-áki-
Flaggdagshald í Hvalvík
Skótaliðið Borgin í Hvalvík skipar fyri Flaggdags
haldi við skúlan í Hvalvík fríggjadagin klokkan 16.
Magni Laksafoss, løgtingsmaður, flytur fram røðu,
og Eiðis Ljómfelag spælir. Aftaná verður tombola í
skúlanum til frama fyri skótarnar, og høvi verður
eisini at fáa sær ein kaffimunn við onkrum góðum
afturvið. Skótar og ítróttarfólk møta í Gamla skúla
kl. 15:45, sigur Skótaliðið Borgin.
... í Kollafirði
Flaggdagshald verður í skúlagarðinum í Kollafirði flagg
dagin klokkan 13.30. Skótar og ítróttarfólk ganga skrúð
gongu frá Bygdarhúsinum. Durita Tausen heldur røðu.
Sólvá Ford syngur, og Bjørn Djurhuus stendur fyri felags
sanginum. Aftaná verður kakao og franskbreyð til øll og
andlitsmáling til børnini. Skótar og ítróttarfólk skulu
møta við Bygdarhúsið klokkan 13.15, sigur Skótaliðið
TÚGVAN í Kollafirði.
... og á Oyrarbakka
Á Oyrarbakka er tað Skótaliðið Knúkur, sum skipar
fyri flaggdagshaldi flaggdagin klokkan 15. Tað verður
Frits Johannesen, lærari og listamaður úr Fuglafirði,
sum heldur flaggrøðuna og Eiðis Ljómfelag spælir.
Másin er avgamal og hevur
leingi bíðað eftir avloysa.
Men tað gongst illa hjá
svínoyingum at semjast um,
hvør loysn er tann besta fyri
svínoyingar og fugloyingar
Nólsoyingar
mugu bíða