hósdagur 24. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 78 - 24. apríl 2008
mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
myndir: Jens K. Vang
Alt bendir á, at nýggi
bygnaðurin í stovninum
fyri norðurlendskt mentan
arsamstarv, Kulturkontakt
Nord, hevur stimbrað hugin
hjá listafólki at søkja stuðul
úr stovninum. Bara higatil í
ár eru heilar 335 umsóknir
komnar inn í mun til 706
umsóknir alt árið í fjør. Og
enn eru fleiri umsøknar
umfør eftir at troyta restina
av árinum.
Meir opin stovnur
Tað var eisini millum annað
fyri at lætta um manna
gongdina at søkja stuðul, at
stovnurin var umskipaður
fyri tveimum árum síðani.
Undir
gomlu
skipanini
skuldu umsøkjarar søkja
stuðul úr ymsum grunnum,
sum umboðaðu hvør sína
listagrein. Hetta gjørdi ofta
umsitingina
óneyðuga
tunga og dýra. Í dag verður
søkt um stuðul í tráð við
verkætlan, heldur enn lista
grein, umframt at alt fer
fram umvegis internetið.
Hetta ein roynd at skapa
meir opinleika kring stovnin
og harvið gera tað meir
lokkandi hjá listafólki at
venda sær til okkara við
sínum verkætlanum og hug
skotum,
sigur
Bergljót
Jónsdóttir, stjóri á Kultur
kontakt Nord.
Fyri at gera frástøðuna
millum Kulturkontakt Nord
og einstøku listafólkini enn
minni eru eisini verkætlan
arleiðarar settir sum umboð
fyri stovnin í teimum ymsu
Norðurlondunum. Verkætl
anarleiðari í Føroyum er
Urd Johannesen.
Mín uppgáva er millum
annað at kunna listafólk í
Føroyum um teir ymsu
stuðulsmøguleikarnar
og
vegleiða tey, tá tey ætla at
senad umsóknir inn, sigur
Urd
Johannesen,
sum
heldur, at tørvurin á einum
slíkum millumliði kanska
er serliga stórur í Føroyum.
Føroysk listafólk eru
ikki skipað undir stovnum
og feløgum, sum tey ofta
eru aðrastaðni. Í Føroyum
arbeiða listafólk ofta meir
einsæris og spjadd, og tað
setir onnur krøv til kunn
ingarhættir,
sigur
Urd
Johannesen, sum tískil ofta
fer út til ymsu listafeløgini,
tá ymiskt nýtt er at frætta
innan
eitt
nú
stuðuls
møguleikar og tíðarfreistir.
Lættari
at søkja
lista
stuðul
Kulturkontakt Nord er nýggjur stovnur undir Norðurlandaráðnum og var stovnsettur í
januar 2007.
Kulturkontakt Nord hevur til uppgávu at umsita, kunna og samskipa norðurlendska
mentanarsamstarvið.
Stjóri á nýggja stovninum er íslendska Bergljot Jónsdóttir.
Norðurlandahúsini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi og norðurlendsku mentastovnarnir í
Ålandi og Finnlandi fingið til uppgávu at virka sum kunningarlið fyri listafólk og
fyriskiparar.
Kontaktpersónur í Norðurlandahúsinum í Føroyum er Urd Johannesen
Stuðulsskipanir
Í mai 2007 byrjaði Kulturkontakt Nord sítt virksemi at taka ímóti umsóknum til nýggju
stuðulsskipaninar.
Stuðul verður veittur innan innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) og
búdeplar; mentan og list; og telduspøl.
Kulturkontakt Nord
Bill flaggrøðu í Runavík
Flagdagshaldið í Runavík verður á økinum sunnan fyri
Býráðshúsið flaggdagin klokkan 15. Bill Justinussen,
løgtingsmaður, flytir fram røðu, Nes Sóknar Horn
orkestrið spælir og skótarnir, Tjaldur, Nsí, Støkk, Nsí
kappróðrafelagið, Skála ítrottafelag, Skála róðrafelag
ganga skrúgongu. Til ber at keypa sær okkurt gott frá
skótunum. Skrúðgongan fer frá Glyvra skúla klokkan
14.30 Ítróttafólk og Skótar verða biðin um at møta
14.15 við Glyvra Skúla.
Jóhanna heldur fram
Jóhanna Køtlum varð á aðalfundi í gjárkvøldið afturvald sum
forkvinna í Almanna og heilsurøktarfelagnum. Jóhanna Køtlum
forkvinnan stóð fyri vali og var afturvald. Hon hevur verið for
kvinna í hálvt ár, men valið er annars fyri tvey ár. Fyri vali í nevnd
ini stóð Sunrid berg og Eyðna Hansen, sum báðar vórðu afturvald
ar.Hinir nevndarlimirnir eru næstforkvinna Anna Britt Eið og
Katrin Biskupstø. Katrin Biskupstø var nýggj vald.Tiltakslimir eru
Beinta Danielsen og Meta C. Palle.Í Almannaog heilsurøktara
felagnum eru 270 limir. 102 limir vóru møttir upp til fundin.
Talið á umsóknum til Kulturkontakt Nord um
listarligan stuðul tykist at økjast munandi, nú
stovnurin hevur gjørt tað lættari hjá listafólki
at senda inn umsóknir
Urd Johannesen,
verkætlanarleiðari,
harmast
fráboðaðu
sparingarnar
á jattani hjá
Norðurlanda
ráðnum til
mentan
Eitt av endamálunum við at seta á stovn Kulturkontakt
Nord var, at meir peningur skuldi fara til listarligar
verkætlanir og minni til umsiting. Í løtuni letur stovnurin
út við 35 milliónir krónur í listarligum stuðli, men Bergljót
Jónsdóttir dylur ikki yvir, at tey kundi hugsað sær at havt
meir pening at ráða yvir á hesum øki.
Tað verður tó neyvan av nøkrum í bræði. Herfyri frættist
nevniliga, at fimm prosent verða skavað av játtanini hjá
Norðurlandaráðnum til mentan, fyri at lata meir pening til
arbeiðið við altjóðagerð. Avgerðin kom so dátt við, at for
maðurin í nevndini fyri mentan og útbúgving, Lars
Wegendal, legði frá sær alt fyri eitt.
Eisini Urd Jóhannesen harmast fráboðaðu sparingarnar,
men vísir á, at hetta ikki nýtist at ávirka játtanina til
stuðulsveitingar.
Øll játtanin til mentan í Norðurlandaráðnum fer ikki
til Kulturkontakt Nord, so vónandi koma sparingarnar
ikki at raka virksemið við at stuðla mentanarsamstarvi og
listaverkætlanum, sigur hon.
Hinvegin haldi eg tað verða eitt sera keðiligt signal at
senda út, at Norðurlandaráðið soleiðis velur at raðfesta
mentan lægri enn onnur øki, sigur Urd Johannesen.
ave
Við nýggju møguleikunum at søkja stuðul frá
Kulturkontakt Nord vónar stjórin, Bergljót
Jónsdóttir, at fáa tættari samstarv við listafólk í
Norðurlondum
Óvæntaðar sparingar