hósdagur 24. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2008
7
tíðindi
Hóast játtanin til
Landssjúkrahúsið er
alt ov lítil, fer hann
beinleiðis at nokta
leiðsluni á Lands
sjúkrahúsinum at seta
neyðugu sparingar í
verk
Landssjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Kemur tað til skarpsker-
ingar, fari eg at nokta leiðs-
luni á Landssjúkrahúsinum
at seta sparingar í verk.
Tað staðfestir Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum.
Sostatt er lagt upp til
kríggj í samgonguni um
okkara meginsjúkrahús, tí
gongur sum restin av sam-
gonguni ætlar, fær Lands-
sjúkrahúsið alt ov lítið av
peningi at arbeiða fyri í ár,
eins og Allan Skaalum,
sjúkrahússtjóri, greiðir frá í
greinini niðanfyri.
Hans Pauli Strøm sigur,
at hann royndi av øllum alvi
at fáa samgonguna at seta
meiri pening av til Lands-
sjúkrahúsið, men tað mis-
eydnaðist.
Tí hevur hann góðtikið
játtanina, sum nú stendur á
fíggjarlógini, sum varð lagt
fyri løgtingið fyrr í vikuni.
Men tað var ikki treyta-
leyst, at hann góðtók tað.
Gevur samgonguni
kravboð
- Hetta var ein neyðsemja
sum eg góðtók við teirri
treyt, at hvussu víkir og
vendir, skal virksemið hjá
Landssjúkrahúsinum
skal
ikki skerjast.
Hans Pauli Strøm sigur,
at hann kann rætt og slætt
ikki liva við, at landssjúkra-
húsið noyðist undir umfat-
andi sparingar, soleiðis sum
leiðslan hevur boðað frá,
verður avleiðingin av teirri
játtan, sum samgongan hev-
ur sett av á fíggjarlógini.
Verður tað sostatt neyðugt
við hægri játtan fyri at varð-
veita virksemið, skal Lands-
sjúkrahúsið hava hægri játt-
an.
Tá í fíggjarlógin er endali-
ga avgreidd úr Løgtinginum,
fer hann sostatt at geva
leiðsluni á Landssjúkrahúsi-
num beinleiðis forboð ímóti
at seta sparingar í verk, sum
raka virksemið, sum er á
Landssjúkrahúsinum.
- Tað skal ongin funktión,
sum er neyðug fyri tað virk-
semi, sum er, skerast burtur
og tað skal ongin deild
stongjast. Tað fær leiðslan á
Landssjúkrahúsinum
for-
boð fyri frá mær, staðfestir
hann púra greitt.
Hann sigur, at hevur hann
gjørt landsstýrinum púra
greitt.
Hann sigur, at tað hevur
mangan verður nevnt, at
skal tað muna við sparing-
um, verður neyðugt, at
niðurleggja heila funktiónir
og í hesum sambandi hevur
dialýsuviðgerð av nýrasjúk-
lingum
onkuntíð
verið
nevnt.
- Men Landssjúkrahúsið
sleppur hvørki at niðurlegg-
ja dialýsuviðgerðina ella
virksemið í sambandi við
krabbamein, diabetis ella
annað neyðugt virksemið.
- Tað einasta, vit fáa burt-
ur úr tí er, at játtanin til ser-
viðgerð
uttanlands
má
hækkast og tí er skilaleyst
við slíkum sparingum.
- Eg góðtaki heldur ikki,
at deildir verða stongdar, tí
tað fer at føra til longri bíði-
listar og at skaðar verða ver-
ri og í longdini verður tað
dýrari fyri allar partar.
Hann sigur, at nú skal ein
óheft fíggjarlig kanning ger-
ast av virkseminum á Lands-
sjúkrahúsinum og verður
niðurstøðan, at tað ikki ber
til at varðveita virksemið,
sum nú er á Landssjúkra-
húsinum, við teirri játtan,
sum er, skal játtanin hækk-
ast.
Annars hevur hann givið
leiðsluni á Landssjúkrahúsi-
num boð um at ansa eftir, at
útreiðsluhækkingum, men
tað skal ikki raka tað virk-
semi, sum er og sostatt sku-
lu ongar týdningarmiklar
funktiónir niðurleggjast.
- Sostatt skal tað virksemi,
sum nú er á Landssjúkra-
húsinum
ikki
skerjast,
endurtekur hann.
Hans Pauli
Strøm dregur
revolvaran
Hans Pauli Strøm bjóðar
samgonguni av í kríggj. Er
játtanin til Landssjúkrahúsið
ov lítið, skal hon hækkast,
hvussu so víkir og vendir,
tí hann fer rætt og
slætt at geva leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum forboð
ímóti at spara
Fær samgongan sín
vilja, má Landsjúkra
húsið seta umfatandi
sparingar í verk
og tað verður bæði
neyðugt at spara lønir
og at niðurleggja
tænastur, sigur Allan
Skaalum, sjúkrahús
stjóri
heiLsuverkið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fær Landsjúkrahúsið ikki
hægri játtan enn tað, sum
samgongan hevur sett av á
fíggjarlógini, fer tað at fáa
álvarsligar avleiðingar.
Tað staðfestir Allan Skaal-
um, stjóri á Landssjúkra-
húsinum.
Í fjør brúkti Landssjúkra-
húsið 342 milliónir krónur
og á fíggjarlógini í ár ætlar
samgongan at seta 344
milliónir av til Landssjúkra-
húsið.
Tað er ein hækking upp á
tvær milliónir, ella ein
hækking upp á 0,5%.
Samstundis eru útreiðs-
lurnar munandi hækkaðar,
bæði lønir og heilivágur.
- Tað er púra greitt, at játt-
anin í ár fer langt frá at røk-
ka til tað virksemi, vit hava
í dag, sigur stjórin.
Samgongan krevur
skerjingar
Hann sigur, at Landssjúkra-
húsið hevur væl og virðiliga
greitt frá, hví tað er neyðugt
at hækka játtanina, men tað
hevur samgongan so ikki
tikið til eftirtektar.
- Svarið frá samgonguni
er ein játtan, sum stendur í
stað og tað kann ikki merkja
annað enn tað, at samgongan
krevur av okkum, at vit
niðurlaga
virksemið
á
Landssjúkrahúsinum fyri at
fáa játtanina at røkka til.
- Øðrvísi kunnu vit ikki
skilja boðskapin frá sam-
gonguni og tað fara vit
sostatt undir at fyrireika
okkum til nú, leggur hann
afturat.
Hann veit ikki, hvussu
stórar sparingar, tað er neyð-
ugt at seta í verk, tí tað hava
tey ikki havt stundir til at
rokna út, men fyribils metir
hann, at tað verður neyðugt
at spara minst 10 milliónir í
rakstrinum.
Í hesum sambandi stað-
festir hann, at tað verður
neyðugt at spara lønir, men
um tað verður neyðugt at
siga fólki upp, veit hann
ikki.
Hann heldur, at tað kans-
ka fer at bera til at skipa
vaktir øðrvísi, uttan at hann
tó hevur gjørt sær fær um
tað.
- Verður hetta endaliga
úrslitið, verður í øllum før-
um ikki pláss fyri øllum
teimum lønarútreiðslunum
vit hava nú.
Annars verður tað sjálv-
andi eisini neyðugt at gjøgn-
umganga allan raksturin
fyri at vita um tað ber til at
spara onkustaðni.
Tænastur
niðurleggjast
Men tað er eisini greitt fyri
Allan Skaalum, at sama,
hvat tey gera, fer tað undir
ongum umstøðum at bera
til at halda fram við øllum
tí virksemi, sum er á Lands-
sjúkrahúsinum í dag.
- Tað er ongin ivi um, at
vit kunnu ikki halda fram
við øllum teimum tænast-
um, vit hava í dag og tí verð-
ur tað neyðugt at skerja heil-
ar funktiónir burtur, stað-
festir hann.
Hvørjar funktiónir, talan
kann vera um, dugir hann
ikki at siga enn, tí tað er ein
spurningur, sum má takast
upp við tær ymsu depils-
leiðslurnar og tað skal eisini
gerast í samráð við Alman-
na- og heilsumálaráðið.
- Men tað er í øllum før-
um greitt, at verður hetta
endaliga játtanin, verður
tað neyðugt at skerja ymsar
funktiónir burtur.
Fyri deyvum oyrum
Allan Skaalum sigur, at tey
hava roynt at grundgivið
fyri, hví Landssjúkrahúsið
hevur tørv á eini størri játt-
an.
- Vit hava í fleiri ár grund-
givið bæði væl og virðiliga
fyri, hví játtanin til Lands-
sjúkrahúsið er ov lítil.
- Men úrslitið, sum nú
fyriliggur, er ein greið
ábending frá samgonguni
um, at tað kjakið er av á hes-
um sinni og so hava vit onki
at gera uttan at halda okkum
til tað og so er tað væl mein-
ingin, at vit skulu halda upp
at gera ymiskt av tí, sum vit
gera í dag.
- Øðrvísi kunnu boðini
ikki skiljast, leggur hann
afturat.
Allan Skaalum staðfestir
eisini, at játtanin er eitt vón-
brot.
- Sjálvandi veit eg, at tað
er tórført at fáa alt at ganga
upp, men tað er týðiligt, at
hetta følist sum at ganga í
mótbrekku, leggur hann
afturat.
Landssjúkrahúsið skerast inn á bein