hósdagur 24. apríl 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 78 - 24. apríl 2008
hóast fígging nú er til ein
flokk á søgu- og samfelags-
deildini,
er
fíggjarlógin
komin so seint, at ein flokk-
ur ikki kann takast inn fyrr
enn fyrst í komandi ári.
Á leið 40 ung vóru komin
at lurta eftir framløgum,
skemti og tónleiki. Og sam-
bært Eir í Ólavsstovu, fyri-
skipara, var talan um ung,
sum umhugsaðu Fróðskap-
arsetri.
- Eg hevði kanska vænta,
at Jákup Weihe og Boys in a
Band fóru at tiltrekkja ung-
fólk, sum mest komu at lur-
ta eftir teimum, men so var
ikki. Tey sum komu, komu
fyri at hoyra um møguleik-
arnar á Setrinum.
útbúgving
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Benjamin
Rasmussen
Fróðskaparsetur Føroya er
eitt lítið og livandi universi-
tet, sum fegið vil hava fleiri
lesandi. Hetta var høvuðs-
boðskapurin í Miðlahúsi-
num í gjárkvøldið.
Og fyri at peppa tiltak og
ímyndina vóru føroysku
granskarnir farnir í sam-
starv við fremstu nøvnini
innan føroyskt undirhald og
føroyskan tónleik.
Bogi Hansen, havfrøðing-
ur, greiddi frá um Náttúru-
vísindadeildina, sum í
summar
bjóðar
tríggjar
útbúgvingar, eina nýggja
KT útbúgving, eina nýggja
samansetta hav- og jarð-
frøðisútbúgving og so van-
ligu
lívfrøðiútbúgvinga,
sum tó er meira smidlig enn
vanligt, tí tað verður møgu-
leiki at velja modulir frá
hinum báðum útbúgvingun-
um.
Føroyamálsdeildin tekur
eisini ein flokk inn, men
Setrið selur seg
Jákup Weihe spældi sjónvarpshungrandi kvinna, sum var púra vekk í X-factor og øðrum sjónvarpskappingum. - Og um tit
fara á Setrið og eru íðin og lesa nógv, sleppa tit í bestu sendingina í føroyska sjónvarpinum, føroyska svarið til útlendskar
hyggjaramagnetir: SPEKI, segði lekra daman
Nýggi skrivarin á Setrinum, Vár í Ólavsstovu, skipaði fyri
tiltakinum í Miðlahúsinum. Bæði starvsfólk og lesandi á
Fróðskaparsetrinum løgdu dent á teir fyrimunir í eru við at lesa
í Føroyum: Tú hevur tættari samband við lærarnar, og tú fært
ein føroyskan vinkul til vitanina
Boys in a Band rokkaðu og larmaðu, so gamlir universitets-
professarar máttu rýma. Hóast hølini vóru lítil og fólkini eitt
sindur fá, so vóru Boys in a Band ikki minni villir, flipputur og
professionellir fyri tað
T ø k k
Øllum tykkum, sum á einhvønn hátt heilsaðu
mær á 60 ára degi mínum, takki eg hjartaliga.
Sólrún Michelsen
Fróðskaparsetrið skipaði í gjárkvøldi
fyri studentakvøldi í Miðlahúsinum,
har kunnað varð um møguleikarnar fyri
víðari lestri á føroyska universitetinum.
Á leið 40 ung høvdu leitað sær oman í
Vágsbotn, og tey fingu bæði bæði kunn
ing, tónleik og skemt