hósdagur 24. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2008
15
T
á dagstovnar eru á skránni í
fjølmiðlunum, er tað oftast
um okkurt, sum ikki er so gott,
eitt nú vánaligar normeringar,
ov fáar pedagogar og børn við
serligum tørvi, sum ikki fáa ta
hjálp, sum teimum tørvar.
Umráðandi sjálvandi, men alt
ov sjáldan verður tosað um
møguleikarnar og innihaldi
innan teir karmar, sum eru. Nú
er á skránni, hvussu dagstovn
arnir kunnu tillaga børnini til
skúlan, so tey verða, sum skúlin
vil hava tey at vera.
Tað eru Pisaúrslitini, sum
enn einaferð seta dagsskránna,
ella kanska heldur tann mátin,
ið fjølmiðlarnir velja at skilja
Pisaúrslitini uppá.
Størsta ynski hjá foreldrum
er, at børnini hava tað gott, at
tey eru glað og væl nøgd, og
tað er umráðandi hjá foreldrum,
at børnini klára seg væl í skúla
num, tí so rokna tey við, at
børnini eisini hava betri
framtíðarmøguleikar.
Men hvat er tað fyri
læruhugsan, sum er í hásæti?
Er tað ein læruhugsan, sum
gevur besta grundarlagið fyri
einum innihaldsríkum lívi bæði
nú og í framtíðini, og er tað ein
læruhugsan, sum skapar tað
besta grundarlagið fyri einum
framkomnum samfelag?
Hugsa vit yvirhøvur um, at
barnagarðar eru til fyri børnini,
ella halda vit, at barnagarðarnir
eru til fyri vinnulívið, so
foreldrini kunnu koma út á
arbeiðsmarknaðin?
Uppgávurnar og skyldurnar
Samfelagsuppgávurnar og
skyldurnar hjá pedagogum og
lærarum eru fyrst av øllum stað
festar í Barnarættindasáttmála
num hjá ST, dagstovnalógini og
fólkaskúlalógini. Uppgávan er
at skapa møguleikar fyri, at øll
børn fáa góðar menningar
møguleikar.
Í Barnarættindasáttmálanum
er ásett, at børnini eiga at verða
hoyrd og vird og tikin við uppá
ráð. Tey skulu hava medávirkan
á egið lív í barnagarðinum og í
skúlanum.
Tað mugu vit ongantíð
gloyma.
Tosa verður nú um at minka
lopið millum skúla og barna
garð. Skal tað skiljast soleiðis,
at barnagarðarnir skulu tillaga
seg til skúlan, so børnini eru
soleiðis, sum lærararnir vilja
hava tey at vera, at tey sita still
og taka ímóti. Tað læra tey
eisini okkurt av, men tað er
heilt vist meira saft og kraft í at
lata børnini vera virkin.
Tað er einki framtíðarsam
felag, sum hevur brúk fyri lýdn
um og passivum borgarum. Tað
er støðugt størri og størri tørvur
á borgarum, sum klára umskifti,
og tað er brúk fyri borgarum,
sum eru førir fyri at taka nýggj
ar og fjølbroyttar uppgávur á
seg. Eitt framkomið vinnulív
spyr eftir fólki sum hugsa
nýggjar og skapandi tankar.
Nýggir veruleikar
Vit eru á veg inn í eitt samfelag
við nýggjum veruleikum, sum
eru samansettir, lítið ítøkiligir
og ósjónligir. Tað er í hesum
heimi, okkara børn skulu liva,
og tað er í hesum heimi, at tey
skulu mennast og hava eitt gott
lív. Tað er okkara ábyrgd, at tey
fáa so góðan førleika sum gjør
ligt at fóta sær í hesum saman
setta veruleika. Og tá røkkur
tann fastlæsta og avmarkaða
læruhugsanin ikki langt.
Vit skilja ofta læru sum tað,
sum fer fram í skúlanum, og
helst meðan børnini sita á
einum stóli og lurta ella gera
eitthvørt, sum er teimum álagt.
Eitt orð, sum lýsir hesa læru
hugsanina sera væl, er orðið
frálæra. Lurta væl eftir orði
num, vend tað í munninum og
legg merki til, hvørjar myndir
tað gevur tær.
Og hugsa um hugtakið, at
børn skulu vera skúlabúgvin.
Hvussu eru tey tá? Hvør er
munurin á tí og eini hugmynd
um, at skúlin skal vera
barnabúgvin?
Jagstranin eftir góðum Pisa-
úrslitum skaðilig fyri børnini
Vit mugu ikki loypa fram av so
blindað av jagstrani eftir góðum
Pisaúrslitum, at vit gloyma
hvat tað er, sum tænir okkara
børnum og okkara framtíð best.
Vit mugu ansa eftir, at vit
ikki skapa tílíkar umstøður fyri
børnini, at vit taka møguleikar
nar frá teimum at menna allar
sínar ríku eginleikar. Børnini
kunnu verða skerd og taka
skaða av tílíkum hugburði.
Italski pedagogurin Mala
guzzi sigur í síni yrking: “Eitt
barn hevur hundrað mál”, at vit
taka tey nítiníggju frá teimum.
Vit eru so upptikin av at proppa
okkara vitan niður í børnini, at
vit gloyma at taka tey við upp á
ráð, og vit gloyma hvussu stór
drívmegi forvitnin er, og
hvussu fjølbroyttar lærutil
gongdir forvitnin kann seta í
gongd hjá okkum. Tann vitanin,
sum ber okkum longst á leið, er
tann vitanin, sum børnini vinna
sær við egnari megi.
Grundarlagið er fyrstu seks
árini
Tað er tey fyrstu seks árini í
lívinum, at vit læra mest. Tí
hevur tað so stóran týdning,
hvørjar møguleikar vit geva
børnunum at menna seg hesi
árini. Tað er ein rættur tey eiga
sambært Barnarættindarsáttmál
anum. Alt tos og skriving um,
at børnini seinasta árið í barna
garðinum skulu laga seg til
verandi skúlan, er avmarking í
almennu menning barnsins, og
tí brot á henda sáttmála. Tað
skal heldur vendast tann vegin,
at ein góður og fjølbroyttur
barnagarður gevur børnunum
teir fjølbroyttu menningar
møguleikar sum barnið hevur
rætt til, og sum tí nátúrliga
eisini ger tey betur før fyri at
møta teimum avbjóðingum,
sum skúlin gevur teimum. Men
sami skúli, sum sigst vera
dumpaður í altjóða kanningini,
má eisini taka í egnan barm og
spyrja, um tað bara er hetta
eina árið, sum eigur alla
skuldina, ella um skúlin,
soleiðis sum vit kenna hann,
ikki hóskar til okkara, og tí
sjálvur má broytast heldur enn
skáka sær undan at gera annað
enn tað, sum hann altíð hevur
gjørt.
Mugu hugsa nýgggjar tankar
Tí sigi eg: Come on – skulu vit
koma víðari, so mugu vit hugsa
nýggjar tankar og gera mangt
øðrvísi. Hjálpir tað nakað at
senda børnini enn fleiri tímar í
tann sama skúlan, við teimum
somu hugsanum, við teimum
somu traditiónum at hugsa læru
uppá, sum tann skúlin, sum
sigst vera dumpaður?
Tá er tað kanska ein spurn
ingur um at gera meira skaða
enn gagn.
Tað er neyðugt at gera eina
rættiliga høvuðsreingerð, og tað
er neyðugt, at tey sum arbeiða í
praksis, fáa góðar møguleikar
at gera nógvar royndir at lata
børnini menna sínar lærumøgu
leikar. Bæði dagstovnurin og
skúlin skulu vera eitt
grundarlag undir lívlangari
læru. Broyttur hugsanarháttur
kemur ikki bert úr erva við
fínum endamálsgreinum, læru
ætlanum ella nýggjum orðing
um. Skal ein verulig broyting
henda, so er neyðugt, at tey
sum arbeiða við børnunum,
bæði pedagogar í vøggustovum,
pedagogar í barnagørðum,
pedagogar á frítíðarskúlum og
lærarar í fólkaskúlanum fáa
góðar møguleikar til at gera
royndar og menningararbeiði,
fyri í veruleikanum at stuðla
uppundir góðum lærumøgu
leikum hjá børnum.
Veruligar broytingar henda
bert um tey, sum arbeiða í mark
ini, sjálv fara ígjøgnum eina
broyting, og ikki við at fáa
nýggjar lógir, reglugerðir og
nýggjar námsætlanir.
Hugburðurin til arbeiðið skal
vendast og snarast og hugsast
av nýggjum, og úti á pedagog
isku arbeiðsplássunum má tað
vera rúmd fyri veruligum
pedagogiskum orðaskifti.
Hetta er tann neyðugi vegur
in, sum vit mugu ganga, um vit
skulu seta nakrar veruligar
broytingar í verk.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Skal Pisa-grýlan seta
dagskránna fyri børnini
í barnagarðinum?
Næstu ferð:
Týsdagin skrivar Oddfríður
Marni Rasmussen, um framtíðar
útlit hjá føroyskari mentan
Tíðargreinin
tíðargreinin
Hildur Patursson
Meistari í pedagogikki