hósdagur 24. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 78 - 24. apríl 2008
kronikk
Magni Laksáfoss, búskapar
frøðingur og løgtingsmaður
1. partur
Í mong ár lá oljuprísurin um 20-
25 dollarar, men í 1999 fór hann
niðurum 15 dollarar. Serfrøðing-
arnir stóðu oman á hvørjum øðr-
um fyri at spáa, at útboðið av olju
var so stórt, at prísurin neyvan
nakrantíð fór at fara upp um 20
dollarar aftur. Longu árið eftir var
hann væl omanfyri 20 dollarar.
Hetta vísir bæði hvussu torført
tað er at spáa um oljuprísin -
men eisini at skalt tú spáa um
nakað sum helst, mást tú hava
gjørt títt heimaarbeiði fyrst,
soleiðis at tú hevur kvalifiseraðar
metingar og ikki einans gitingar.
Nakrir serfrøðingar høvdu tó
longu ávarað um, at útboðið av
olju komandi árini fór at verða
avmarkað, og at vit tí máttu
rokna við hækkandi oljuprísum.
Hesir vórðu hildnir fyri gjøldur
og blivu kallaðir fyri dómadags-
profetar. Kanska skuldu vit havt
lurtað betur eftir teimum?
Vanliga er nógv lættari at fáa
fólk at taka undir við eini posi-
tivari forsøgn heldur enn eini
daprari forsøgn, sum krevur at tú
tekur støðu og gert nakað við
tingini. Hetta var støðan tá for-
søgnirnar komu í 1999 og er
eisini støðan í dag.
Í dag eru tó allir serfrøðingar
samdir um, at oljuprísurin kom-
andi árini fer enn longur upp enn
hann er í løtuni. Ósemjan liggur
tó í um hann fer at halda sær á
høgum støði, ella um hann fer at
fara niður aftur um t.d. 5 ár.
Verðins mest handlaða vøra
Olja er verðins mest handlaða
vøra. Eingin onnur vøra hevur
eins stóran part av verðinshandli-
num og oljan hevur tað. Hetta
merkir, at útboð og eftirspurn-
ingur eftir olju eru altavgerandi
fyri prísin á oljuni. Sjálvsagt er
eisini spekulatión inni í prísinum,
men høvuðsprísásetingin er stýrd
av útboð og eftirspurningi.
Tí fáa tey minstu tingini, ið
hava ávirkan á útboðið, eisini
ávirkan á prísin: Um Hugo
Chavez hóttir við at minka um
oljuútflutningin til USA, um
onkur er burturfluttur í Nigeria
ella um onkur oljupipeline í
Irak er sprongd – alt ávirkar
prísin.
Skulu vit meta um gongdina í
oljuprísinum komandi árini, er
tískil neyðugt at meta um gond-
ina í útboðnum og eftirspurning-
inum. Lat okkum tí hyggja eftir
eftirspurninginum og
útboðnum.
Eftirspurningurin
Seinastu árini er eftirspurningur-
in eftir olju øktur rættiliga nógv
frá skjóttvaksandi búskapum,
sosum Kina, India og londum í
Miðeystri. Øll tekin eru um, at
hóast prísurin er farin nógv upp,
vil hetta einans minka um vøkst-
urin í eftirspurninginum, men
ikki fáa eftirspurningin til at
minka.
Kinesarar, Indarar og onnur
stremba eftir tí vesturlendska
livistøðinum, og búskapar-
vøksturin í londunum gevur
teimum møguleika fyri at fáa
dreymarnar uppfyltar.
Fleiri av londunum hava
stuðulsskipanir fyri oljuprísirnar
– tvs. at brúkarnir í hesum lond-
unum merkja í nógv minni mun
hækkandi oljuprísirnar, og tískil
veksur eftirspurningurin nógv
hóast at prísurin á verðinsmarkn-
aðinum er farin nógv upp.
Evropa hevur megnað at hildið
eina nøkunlunda javna oljunýtslu
síðan oljukreppurnar í 70’unum,
meðan USA, sum brúkar 25% av
allari verðinsoljuni, hevur havt
hækkandi nýtslu. Metingarnar í
dag eru, at sjálvt um eftirspurn-
ingurin úr USA møguliga minkar
nakað, orsakað av fíggjarkrepp-
uni sum er í løtuni, vil eftir-
spurningurin úr øðrum londum
vaksa so mikið nógv, at samlaði
eftirspurningurin neyvan fer at
minka, men heldur vaksa.
Aðrar orkukeldur?
Tá olju-kreppurnar vóru í
70’unum, minkaði oljunýtslan
við, at man skiftið burtur frá olju
til aðrar orkukeldur, har tað bar
til. Tað var serliga innan el-fram-
leiðslu, upphiting og líknandi at
tað var gjørligt at skifta. Mun-
andi verri er at skifta til aðra
flutningsorku – tvs. at fáa bilar,
flogfør, skip o.a. til at nýta aðra
orku enn olju.
Í dag verður oljan einans nýtt,
har tað veruliga er neyðugt at
brúka júst olju – tvs. sum flutn-
ingsorka og til kemikaliir.
Møguleikin fyri at skifta til
aðrar orkukeldur í komandi árum
er tí ógvuliga avmarkaður.
Fyri Føroyar er støðan tó ein
onnur, tí her verður bæði upphit-
ingin av húsum og el-framleiðsl-
an framleidd úr olju. Her eru
sostatt møguleikar fyri at skifta
orkukeldur – hetta venda vit aftur
til í triðju kronikkini, har kjakast
verður um møguligar loysnir.
Útboðið
Útboðið av olju liggur um 85
mió. tunnir um dagin. Hetta er
ikki einans útboðið frá vanligu
oljukeldunum, men eisini frá
oljuframleiðsluni úr tjørusandi-
num í Canada og Venesuela,
djúphavsolju, etanol, bio-olju,
gas-til-olju og aðrari ’ótradition-
ellari’ oljuframleiðslu.
Vanliga oljuframleiðslan – tvs.
har tú borar niður í undirgrund-
ina og pumpar oljuna upp –
liggur um 75 mió. tunnir um
dagin og hevur verið minkandi
seinastu árini.
Orsøkin til at samlaða olju-
framleiðslan í heiminum hevur
hildið sær, hóast minkandi tradi-
tionellu framleiðsluna, er, at
ótraditionellu framleiðslurnar
hava verið vaksandi.
Stóri spurningurin er, um
samlaða oljuframleiðslan fer at
vaksa ella minka í komandi
árum?
Stórt sæð allir serfrøðingar
halda, at framleiðslan kann vaksa
eitt vet afturat tey komandi 3-4
árini, men eftir 2011/2012 sær út
til at framleiðslan fer at minka, tí
vanliga oljuframleiðslan er í
minking.
Ótraditionella oljan
Nakrir serfrøðingar vænta, at tá
oljuprísurin gerst nóg høgur,
vilja aðrar framleiðslur loysa seg,
her verður serliga hugsað um
ótraditiónellu framleiðslurnar, og
tí vil samlaða oljuframleiðslan
aftur vaksa.
Hetta er uttan iva rætt í ein
ávísan mun, men her skal ein
hugsa um, at nógvar avmarkingar
eru fyri ótraditiónellu framleiðsl-
unum. Framleiðslan úr tjørusandi
er avmarkað av gass-framleiðsl-
uni og vatninum, framleiðslan av
etanol og bioolju er avmarkað av
at sama rávøra skal nýtast til mat
og tí er hendan framleiðslan við
til at leggja trýst á matvøruprís-
irnar. Aðrar ótraditiónellar fram-
leiðsur eru eisini til, men allar
hava sínar avmarkingar.
Tað er heldur ikki nøkur løtt
uppgáva at skula finna alterna-
tivir til oljuna – hetta er jú, sum
nevnt, verðins mest handlaða
vøra – tvs. har skal ein øgilig
mongd til av alternativari orku
fyri at seta í staðin fyri oljuna.
Hóast ótraditiónella oljan uttan
iva fer at fáa stóran týdning í
komandi árum, verður framleið-
slan neyvan stór nokk til at
kunna fáa avgerandi týdning fyri
samlaða útboðið av olju.
Hægri oljuprísur
Mest sannlíkt er tískil at meðan
eftirspurningurin eftir olju er
støðugt vaksandi, er útboðið av
olju í besta lagið støðugt og í
ringasta førið minkandi. Sam-
bært allari standard búskapar-
frøði vil hetta merkja vaksandi
oljuprísir – eisini í komandi
árum.
Ringt er at siga júst hvussu
prísirnir koma at síggja út í
komandi árum, tí vil eg heldur
ikki koma við nøkrum boðið her,
men bert nevna at serfrøðingar í
dag javnan tosa um bæði 200 og
300 dollarar fyri tunnuna innan
tey næstu 3-4 árini. Um vit
veruliga koma at uppliva eina
tvífalding ella meiri innan 3-4 ár
tori eg ikki at siga nakað um –
men kósin er sett uppeftir.
Avleiðingarnar og loysnir
Í tveimum komandi kronikkum
fari eg at siga eitt sindur um
avleiðingarnar fyri heimssam-
felagið og Føroyar av hækkandi
oljuprísum. Eisini fari eg at peika
á nakrar møguligar loysnir fyri
føroyska samfelagið.
Høgi oljuprísurin: Hvar endar hann?
Øll útlit eru fyri, at vit skulu rokna við enn hægri oljuprísum komandi árini.
Eftirspurningurin eftir olju er støðugt vaksandi, og útboðið er í besta lagið støðugt.
Sambært allari standard búskaparfrøði merkir hetta vaksandi oljuprísir. Summir
serfrøðingar spáa eina tvífalding ella meiri innan 3-4 ár. Hvar prísurin endar veit ongin,
men kósin er sett uppeftir
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður, fer í
trimum kronikkum at viðgera eina hina størstu búskaparligu
avbjóðingina í Føroyum og kring knøttin: teir hækkandi
oljuprísirnar.
Evnið verður skipað soleiðis í hvør sínari kronikk:
1. Trupuleikin: Hví hækka oljuprísirnir, og hvat skulu vit
rokna við í komandi árum?
2. Avleiðingarnar: Hvørjar eru avleiðingarnar fyri
heimsbúskapin, fyri Føroyar og einstøku familjurnar?
3. Loysnir: Hvat eiga vit at gera fyri at minka um negativu
árinini av hækkandi oljuprísum?
Hendan kronikkin viðger fyrsta partin, og evnið er hví
oljuprísirnir hækka?
- Mest sannlíkt er, at meðan
eftirspurningurin eftir olju er
støðugt vaksandi, er útboðið
av olju í besta lagið støðugt
og í ringasta føri minkandi,
sigur Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur og
løgtingsmaður