Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2008 17 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Takkarkvøða Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum mintust meg á 85 ára degnum tann 11. mars. Takk fyri gávur, blómur, telegramm og til tykkum, sum ringdu. Eisini ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu til, so dagurin bleiv so sera hugnaligur. Harrin signi tykkum øll. Kærar heilsanir Thala Rókstein, Fuglafjørður Dagurin 25 . apríl. Flaggdagur Føroya. Tað var tann 25. apríl í 1940 at studenta­ flaggið Merkið var viður­ kent sum Føroya tjóðar­ eyðkenni. Tað gamla navnið á degnum er markusarmessa, til minnis um evangelistin Markus. Týdningurin av navninum er óvissur. Í øllum 80­unum untist mær at vera løgtingsgrannskoðari. Øll árini var Ólavur Olsen landsgrannskoðari. Tað er so ymiskt við samskifti mill­ um embætisfólk og politikkarar. Ofta halda politikkarar, at embætisfólk taka tey av ræði. Neyvan er tað so, heldur man tað vera, at tey fólkavaldu stundum kenna seg ótrygg, tá tað gerst teimum greitt, hvussu lítið tey í veruleikanum vita um samanhang. Í slíkum høpi var Ólavur Olsen íkki bara embætismaður men eisini starvs­ felagi, ið var fúsur at kunna okkum politikkarar um, hvat tað snúi seg um, og hvør okkara setningur var. Hjá okkum báðum passaði kemiin. Samstundis sum hann var hin spak­ føri, høviski og kunnandi embætis­ maðurin, so stóð tað ikki á hjá honum at venda sær til teir stovnsleiðarar undir landinum, ið ikki høvdu tamar­ hald á játtanum sínum – og at gera vart við, at nýtslan var ov høg. Hetta var ikki nøkur einføld og tøkksom uppgáva, m.a. tí vit tá ikki høvdu nakra stýrisskipanarlóg at halda okk­ um til. Stundum vóru vit atfinningar­ som, tá álitini til løgtingið vóru skrivað. Eisini kom fyri, at vit mæltu frá at góðkenna roknskapirnar. Her hevði Ólavur hepna hond við at føra pennin, klippa og skera orðingarnar, so tað var borðbart, ið var lagt fyri tingið. Hjá honum var tað sakin, ið hevði fyrstu raðfesting og ikki at gera vart við seg sjálvan. Vit bæði høvdu í frítíðini nøkur felags áhugamál. Dámdu at svimja og at ganga til konsertir og hoyrdu ofta somu guðstænastur.Vit høvdu nógv at práta um. Allir synir hansara og Odu: Heri, Ove og Kári spældu uppá ljóðføri í Havnar Hornorkestri. Stuttligt var at fylgja við, tá eisini abbasynirnir, sum hann var so errin av, gjørdu vart við seg í musiklivinum. Tað var hjartanemandi at hoyra teir Ólav, Andras og Trónd við jarðar­ ferðina í Vesturkirkjuni spæla sálmin Ver tú hjá mær fyri abba sínum. Eis­ ini Havnar Hornorkestur spældi á gravarbakkanum. Neyvan hava teir seinastu hálvhundrað árini yvirhøvur havt trúgvari áhoyrarar enn Ólav Olsen og konuna. Ólavur hevði mikla umsorgan fyri konu, børnum og abbabørnum og haraftrat var hann ein gentlemaður, sum eg altíð helt tað vera hugaligt at práta við. Vit komu at hava samband hvør við annan, eftir at arbeiðsdagur okkara í tinginum var lokin hjá mær í 1990 og hjá honum í 1991. Ólavur og Oda settu búgv í Grønu­ líð úti í Grønlandi í Havn fyri meira enn fimti árum síðani. Longri niðri í Grønlandi stendur í einum urtagarði felt niður í grótið av einum pápa og synum hansara á fronskum máli: tað er neyðugt at røkja sín urtagarð. Veit ikki, um Ólavur kendi hesi orð, men í øllum førum røkti hann við nær­ lagni sín urtagarð so leingi heilsan loyvdi tí. Eins og synirnir og abba­ synirnir hevði hann musisk evni, og tá desembur mánaður kom, hentaði hann tað úr urtagarðinum, ið brúkast kundi og gjørdi jólaborðprýði úr tí. Nú heilsan fór at bila, nívdi tað hann, at hann ikki longur kundi lætta um hjá konuni, tí heldur ikki hon var frísk longur. Eisini hon lá á sjúkra­ húsinum, nú hann fór til fedrar sínar. Sløk 60 ár untist teimum at vera gift. Hugur okkara leitar til Odu. Vóni og vænti, at hon hoyrir og finnir ugga í vøkru morgunlestrunum í Útvarpinum seinastu tvær vikurnar og hesa vikuna um sorg og kær­ leika. Friður verið við minninum um Ólavur Andreas Olsen. Karin Kjølbro Rættsinnaði tænastumaðurin Minningarorð um Ólav Olsen fyrrverandi. landsgrannskoðara f. 20.06.1923. d. 13.04.2008. Fríggjadagin, flaggdagin 25. apríl, letur upp nýggj framsýning í Listaglugg­ anum, Niels Finsensgøta 25 í Havn. Tað eru listamennirnir Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen og Eyðun av Reyni sum sýna fram. Tað eru uml. 30 málningar við á framsýningini, nærum allir eru nýggjir málningar, tó einstakir eldri málningar. Umleið helmingin av málningunum hevur Olivur við Neyst málað, meðan hina helvtina hevur Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen málað. Eisini eru einstakar vatnlitsmyndir við á fram­ sýningini. Olivur við Neyst sigur í stuttari viðmerking: “ Land­ slagið er framvegis framma­ liga í hugaheiminum, tá tað snýr seg um myndevnið, tó soleiðis at eg framflyti og einfaldgeri motiv, sum eg áður havi nýtt.” Listaverkini hjá Olivur, Torbjørn og Eyðun spæla væl saman, og onkusvegna styðja undir verkini hjá hvørjum øðrum. Trýggir av okkara fremstu listamonnum hava latið eina spennandi framsýning úr hondum, sum avgjørt er verd at vitja, verður sagt í tíðindaskrivi frá Listaglugg­ anum. Framsýningin letur upp flaggdagin kl. 16.00. Framsýning í Listaglugganum Olivur við Neyst Flaggdagshald verður í Havn fríggjadagin 25. apríl. Tað er sum vant Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri flaggdagshaldinum, og skrúðgongan fer úr komm­ unuskúlagarðinum kl. 15 saman við skótunum. Í ár verður tað nýggi stjórin í Kringvarpinum, Annika Mittún Jacobsen, sum fer at flyta fram røðu. Flaggdagshald í Havn