hósdagur 24. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 78 - 24. apríl 2008
nøvn
Í dag 24. mai verður ein vælkend
Bíggjarkona, Hervør Guttesen,
65 ár. Vit bæði hava kenst síðan í
70-unum, tá ið vit gingu í flokki
saman í handilsskúlanum í Havn.
Tann sum einaferð er komin at
kenna Hervør, ja, hann kennir
hava fyri altíð.
Tí fáa vit altíð eitt prát tá ið vit
hittast, og tað er eins lívgandi
hvørja ferð. Hon er eitt av hesum
positivu fólkunum, sum tað altíð
er ein fragd at hitta.
Hervør er ættað úr Miðvági.
Sum tað kann roknast út, er
Hervør fødd mitt undir krígnum.
Hon er eisini eitt úrslit av øðrum
heimsbardaga, tí mamman fekk
hana við einum enskum hermanni.
Hon er eitt av 200 børnum í somu
støðu.
Hervør hevur valt at vera púra
opin um, hvussu hon hevur upp-
livað hetta. Tað hevur hon gjørt í
bókini Kærleiki undir Krígnum
og blaðnum hjá Føroya Tele, Tráð-
urin.
Hetta vísir, at Hervør er ein
kvinna við dirvi, og hon man við
hesum hava hjálpt mongum í
somu støðu.
Mamman Herga var ein megnar-
kvinna. Hon var altíð í góðum
lag, og hon var sera arbeiðssom.
Fyrstu árini búðu tey hjá abbanum
og ommuni, og Hervør merkti
einki til, at hon var øðrvísi enn
hini. Øll í familjuni vóru eisini
góð við hana.
Men tá ið Hervør fór í skúla
fekk hon at merkja, at hon ikki
var sum onnur. Hetta tók sjálvsagt
meint hjá einum barni, og tað er
hetta Hervør greiðir frá.
Mamman bygdi eini lítil sethús
í Miðvági, har tær báðar búleik-
aðust. Hervør fór 14 ára gomul til
Havnar at tæna. Seinni fór hon at
læra í tryggingarfelagnum Trygd.
Mamman giftist við Andrass,
ættaður úr Funningi, tá ið Hervør
var 20 ár. Tey høvdu tað sera gott
saman. Hann var ógvuliga góður
við Hervør og hennara synir. Men
eydnan hjá mammuni gjørdist
stutt. Herga gjørdist bert 59 ár.
Stutt eftir, at Hervør kemur til
Havnar, hittir hon Jóan Hendrik
Guttesen, sum er ættaður úr Bø.
Tey giftast í 1962 og bygdu í
Havn. Tey høvdu í fleiri ár Kjøt-
handil oman Stóragarð. Her var
sjálvsagt nógv at gera til dagligt,
og um kvøldini seymaði Hervør
rullipylsur niðri í hølum teirra á
Bryggjubakka. Tað er eitt stórt tal
av rullipylsum, sum hon hevur
greitt úr hondum.
Tey bæði fingu tveir synir,
Jákup og Heri.
Til Bíggjar
Í 1976 doyr ein mammubeiggi
Jóan Hendrik, og tey fingu í boði
at flyta til Bíggjar at yvirtaka garð-
in. Tá vóru synirnir 13 og 7 ára
gamlir.
Hetta var sjálvsagt ein stór
avgerð og ein stór broyting, serliga
hjá synunum, sum ikki kendu til
annað enn at búgva í einum býi.
Men tey høvdu so nógv at gera
har vesturi, at tey hugsaðu ikki
um tað. Tey fluttu eisini inn í
barnaheimið hjá Jóan Hendrik,
men tey hava fyri kortum bygt
sær nýggj hús.
Teimum hevur eisini dámað at
búgva í hesum vakra umhvørvin-
um, og tey hava ikki angrað, at
tey fluttu vestur. Tað verður eisini
sagt har vesturi, at Hervør hevur
verið ein framúr stuðul hjá Jóan
Hendrik sum bóndakona.
Gjørdist
bygdaráðsformaður
Fyrstu árini arbeiddi Hervør á
Tryggingarsambandinum vesturi
í Vágum. Men hon fekk skjótt
annað enn bóndaarbeiði at takast
við. Hervør er sera politiskt áhug-
að og kom í bygdaráðið fyri Bíggj-
ar kommunu, sum eisini umfataði
Gásadal.
Her kom hon at sita í 12 ár, og
átta av teimum var hon formaður.
Hervør kom millum annað at
skipa fyri at leggja kloakk í Bø,
og vegirnir vórðu asfalteraðir. Aft-
urat hesum fekk hon stovnað
landsins minstu dagrøktarskipan.
Tað vóru tey sum ivaðist í, um tað
var nakað skil í at skipa dagrøkt í
so lítlari kommunu. Men Hervør
vildi vísa, at hetta víst bar til.
Í fyrsta umfari vóru tey bert trý
børn, men komu tey upp í 10. Nú
er Bøur lagdur saman við Sørvágs
kommunu. Sostatt er øll barnaans-
ingin flutt til Sørvágs, men børn-
ini koma kortini til Bíggjar í úti-
barnagarð í gamla skúlanum.
Leggjast kann afturat at í Bø
eru nú 21 hús. Bygdin hevur ment
seg væl seinastu árini. Síðan Her-
vør kom vestur til Bíggjar eru
komin 9 nýggj hús.
Her kann verða nevnt, at heilt
tilvildarliga er frásøgnin Hendur
ið Sleptu hesa ferð ein partur av
Bíggjar søgu, nevniliga um ommu
og abba William Heinesen. Her
verður lívið í Bø í gomlum døgum
væl lýst. Tá vóru her fyrst fýra og
seinni sjey hús. Tískil er talan um
eina stóra menning av eini lítlari
bygd.
Her skal verða endurgivið eitt
lítið brot úr frásøgn hjá Caroline
Heinesen, mammu William, úr
Bø: Der var også andre familier i
bygden, som man besøgte, blandt
andre var der skomageren Ole Jac-
ob Guttesen og hans kone Anna
Elisabeth, som var søster til onkel
Elias, (giftur við systur Heina,
abba William). De var to prægtige
mennesker, der blev vi altid bedte
ind når vi var på Vågø. De havde
det også hyggeligt.
Umrøddi Ole Jacob var forfaðir
til Jóan Hendrik.
Skjeyt Gásadalsbergholið
ígjøgnum
Hervør hevur eisini barst fyri und-
irsjóvartunellini, og tað gongur
sjón fyri søgn, at hetta var ein røtt
avgerð. Hon gjørdi eisini sítt til at
fáa berghol til Gásadals. Her fekk
hon eisini heiðurin at skjóta síðsta
skot. Gásadalur er eisini við at
mennast. Her eru tvey hús í gerð.
Hervør legði frá sær í bygda-
ráðnum í 1992, men hon hevur
havt onnur álitisstørv. Hon hevur
verið formaður í umboðsráðnum
hjá Tryggingarfelagnum Føroyar,
og hon er í Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd.
Hervør og Jóan Hendrik hava
synirnar nærindis. Annar sonurin
hevur yvirtikið garðin. Hin sonur-
in býr í Sandavági, so nú kunnu
tey bæði taka sær eitt sindur meira
av løttum. Hervør eigur fimm
ommubørn frá 5 til 24 ár.
Fann sína ensku familju
Men heilt av løttum tekur Hervør
sær ikki. Hon hevur nevniliga
funnið sína bretsku ætt.
Tíbetur er hugburðurin broyttur,
so tað ikki longur er skomm at
hava ein ókendan pápa. Tey er eis-
ini mong “eingilskmannabørn”,
sum hava funnið fram til pápa sín
ella hansara familju.
Herga og pápi Hervør, Frederic
Holland, hildu saman alla tíðina,
hann var í Vágum undir krígnum.
Tey høvdu eisini samband í eini
tvey ár eftir, at hann var farin av-
stað aftur. Pápin sendi nakrar ferð-
ir heilasanir til Hervør, seinast tá
hon var 25 ár. Annað samband var
ikki teirra millum.
Hervør minnist ikki pápan og
hevur ikki annað minni um hann
enn eina mynd av honum, sum
mamman gav henni.
Hervør fór at leita eftir pápa sín-
um fyri 18 árum síðani. Men tá
kom einki burtur úr, og hon hevði
mest sum mist vónina.
Men fyri einum 11 árum síðani
fór Hervør aftur at leita og nú
eydnaðist. Men tá var pápin deyð-
ur. Tað vísti seg, at hann var giftur
í 1947, og at hann átti eina dóttir.
Í 1998 fór Hervør til Bretlands
og hitti pápabeiggja sín og dóttir
hansara. Tað er ikki altíð at tað
riggar so væl, tá familjur soleiðis
hittast, men hjá teimum var tað
stak væleydnað. Pápabeiggin og
systkinabarnið tóku hana til sín,
sum um tey altíð høvdu kenst.
Hervør kennir fleiri av ættini í
Onglandi og Australia, og fleiri
teirra hava eisini vitjað í Bø.
Stutt sagt kann sigast um Her-
vør, at hon er nakað serligt. Tað er
gott, at vit hava fólk sum hana.
Hiðani skal verða ynskt henni
hjartaliga tillukku.
ó.
Hervør í Bø 65 ár
Hervør og mamma hennara
Gomul mynd av Bø
Hervør Guttesen