Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 123 - 30. juni 2001 Nr. 123 - 30. juni 2001 31 gult30 cyan30 magenta30 svart30 gult31 cyan31 magenta31 svart31 TILTØK AA-fundur í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19 – (á loftinum, inngongd niðanfyri). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvíta- skúla. (gamla læraraíbúð- in). Javni Skrivstovan er stongd vegna summarfrí. Ringjast kann til ein av nevndar- limunum. Eirikur Dam, tlf. 422087 Jógvan Elias á Løgmans- bø, tlf. 317686 Jarvin Feilberg Hansen, tlf. 320237 Malena Arnholdsdóttir, tlf. 441395 Diana í Puntabyrgi, tlf. 316510 – fax 310557 email: punta@post.olivant.fo Spælistovan í Meinig- heitshúsinum í Havn er opin mánadag-mikudag og hósdag frá kl. 9.00- 12.00 fyri foreldur at børnum uttan ansing. LFÚ-skrivstovan hevur opið týsdag og hós- dag millum kl. 13 og 17. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA skrivstovan hjá Listafólka- sambandi Føroya í Dj. í Geilsgøtu 1 er opin mánadag kl. 14-18 og hósdag kl. 14-20. Teldu- postur lisa@lisa.fo – heimasíða www.lisa.fo Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200 Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. KRIS í Føroyum Ráðgevingar og viðtalu telefonin er nú opin hvørt mánakvøld og hóskvøld á tlf. 458181 frá kl. 20-22. Møguleiki er eisini fyri at skriva beinleiðis til felagið á adressu: KRIS í Føroyum, boks 345, 700 Klaksvík. Amnesty International Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Skrivstovan er opin: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 13–17. Føroyskir fiskimenn uttanlands, tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svø- ríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. MBF Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 9.00 og 16.00. Vit hava stongt vegna summarfrí frá 5. juli til 15. august. Tlf. 317373 · Fax 310813 e-mail: mbf@post.olivant.fo Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mána- dag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 31.7597, fartlf. 22.2381, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf@post.- olivant.fo heimasíðan: www.deaf.fo Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimunum: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Giktafelag Føroya Skrivstovan er stongd í summarfrítíðini. Lýst verður tá opið er aftur. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 315673, Katrin Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið Íslandsvegur 10c Tlf./fax 311419 Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 31 79 59, telefax 31 57 27. E-mail: ffk@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við fel- agið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17A 1620 København V Tlf. 33239980 Fax: 33239234 Teldupostur: fo.raadgivning@get2net.dk Hjálp og vegleiðing í sosi- alum, persónligum og lestrarligum spurningum. Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30-15.30, mikudag kl. 14-18, fríggja- dag stongt (donsk tíð). EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Hvør er Jesus? Í kirkjunum verður í morgin prædikað yvir tey bæði líknilsini, sum standa at lesa hjá Lukasi evangelistur í 15. kapitli, versini 1-10: Líknilsið um hin burturmista seyðin og líknilsið um hin burturmista peningin. Hvat vildi Jesus við hesum smásøgum? Millum annað vísa okkum, hvør ið hann er. Tí segði hann tey á fyrsta sinni. Har eru nakrir farisearar og skriftlærdir, sum knarra og skelda og eru misnøgdir um, at Jesus fagnar syndarum og etur saman við teimum. Tað kemur ikki væl við hjá hesum lógtrúgvu jødum, at allir tollarar og syndarar halda seg nær at Jesusi fyri at lýða á hann. Teir skilja bart út ikki Jesus, hann eins og minkar í virði í eygum teirra. Heldur enn at geva seg í orðaskifti við teir, velur Jesus at svara teirra undran og ábreiðslu við líknilsum. Við teimum kann kann lýsa sitt kall og sín gerning, við teimum kann hann gera farisearunum tað greitt, hví hann er teirra millum, hví hann yvirhøvur er komin til jarðar. Vit hava lært at kalla Jesus okkara frelsara. Men hava vit eisini gáað um, hvat hetta navnið ber í sær: - av kærleika og umsorgan - av ósjálvsøkni og offurvilja - av sorg og líðing? Liknilsini hjálpa okkum til at síggja eina mynd av Guðs soni, sum kom til jarðar fyri at frelsa okkum. Sum ikki spardi nakað, sum ikki gavst á hondum, men fullgjørdi frelsuverkið. Tað skotska skaldið Elisabeth Clephane hevur sæð myndina av tí krossfesta í líknilsinum um seyðamannin, sum gongur um fjøllini og leitar, til hann finnur seyð sín, og um konuna, sum tendrar ljós og sópar húsið og ongan ómak sparir, til hon finnur drakmu sína. Hoyrið bara, hvussu skaldið syngur: Men eingin av teim bjargaðu veit, hvør torfør var henda ferð, ei heldur, hvat hirðin leið og sleit í síni frelsaragerð. Hann leitaði dag, hann leitaði nátt, í djúpum gjáum, í homrum hátt. Og hyggið, har gjøgnum alt skursl og grót, har liggur ein blóðug slóð; tí steinar skóru hans hond og fót, so blóðsporið eftir hann stóð! Við úlvin so grimliga bardist hann, so hjartablóðið hans tað rann. Við báðum líknilsunum letur Jesus fariseararnar og okkum við síggja, hvør ið hann er. Hvør ið frelsaragerningur hansara er: at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og bjarga tí. At hann er hin góði hirðin, sum setur lív sítt til fyri seyðirnar. Jákup Reinert Hansen Súni Christiansen, Tórshavn, hevur lokið prógv sum civilverkfrøðingur í umhvørvistøkni við Aalborg Universitet. Maja Akraberg Hansen hevur lokið prógv sum tví- málsligur siviløkonomur á Handilsháskúlanum í År- hus. Í dag, 30. juni kl. 14.00 giftast í Vesturkirkjuni Judith Eysturtún Joensen og Jógvan Rubeksen, bæði úr Tórshavn. Í dag, 30. juni kl. 14.00 giftast í prestagarðinum í Sandágerði Eyðhild S. Dam av Argjum og Herfinn Hansen úr Sørvági. Í dag giftast Unn Andreasen, Haldórsvík og Hjartvard Hansen, Rituvík. Adr.: Signabøur. Í dag, 30. juni kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Gitte Wernicke og Dávid Fjallsbak, bæði úr Havn. Veitslan verður í B36-húsinum fyri innbodnum. Í dag giftast í Kastes kirke Gerda Jónsdóttir, Hósvík og Thomas Hensing, Keypmannahavn. Brúdleypsadr.: Nordborggade 4, 4tv 2100 København Ø. Í dag kl. 15.00 giftast í Sandavágs kirkju Maria Ellefsen, Sandavágur og Jens Tummas Næss, Tórshavn. Veitsla verður í Argja Róðraneysti kl. 19.00 fyri innbodnum. Í dag, 30. juni kl. 17.00 giftast í Fuglafjarðar kirkju Elsebeth Maria Abrahamsen úr Fuglafirði og Djóni á Boðanesi úr Havn. Veitslan verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Í dag, 30. juni kl. 17.00 giftast í Kirkjubøar kirkju Guðrið Tórsheim og Jóannes Patursson. Veitsla verður fyri innbodnum í Kirkjubø kl. 19.00. Leygardagin 7. juli kl. 14.00 giftast í ELIM í Søldafirði Lis Egholm, Fuglafjrøður og Dánial Hansen, Glyvrar. Brúðarveitslan verður fyri innbodnum í John´s Restaurant, Saltangará kl. 18.00. Leygardagin 7. juli kl. 14.00 giftast í Miðvágs kirkju Sólfríð Jacobsen og Bjørn Fjallsbak, Miðvágur. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 17 og vælkomst verður kl. 21 í bygdarhúsinum í Miðvági. Leygardagin 7. juli kl. 14.00 giftast í Tvøroyrar kirkju Turid Vang Jacobsen, Froðba og Sakaris Frederiksen, Porkeri. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Gistingarhúsinum í Øravík. Fríggjadagin 13. juli kl. 17.00 giftast í Leirvíkar kirkju Ann-Mari Heinesen, Leirvík og Jan E. Petersen, Klaksvík. Veistlan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, vera vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 443254, 456480 ella 252070 áðrenn 2. juli. Leygardagin 14. juli kl. 16.00 giftast í Kunoyar kirkju Marita Wang Sigurðsson, Tórshavn og Jógvan Vilhelm, Kunoy. Vælkomst verður í Skálanumí Klaksvík kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma, vinarliga sigi frá áðrenn 1. juli á tlf. 455168 ella 456811. Hósdagin 19. juli kl. 18.00 giftast í Havnar kirkju Ingunn Ósk Eiriksdóttir, Lopra og Heini Weihe, Tórshavn. Veitslan verður fyri innbodnum í Havnar klubba kl. 19.30. Leygardagin 21. juli giftast í Hvalbiar kirkju Elisa- beth Norðberg Eið, Hvalba og Svein Eliasen, Tórshavn, búsitandi Viborg. Brúdleypið verður hildið í Roynhøllini kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at ringja tlf. 319917, 375295 ella 0045 87254758 innan 5. juli. Leygardagin 21. juli giftast í Hósvíkar kirkju Birgit Christensen og Lars Bisgaard Kristensen, Hósvík. Vígslan verður kl. 16.00 og veitslan verður í bygdarhúsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at ringja tlf. 422127, 422215 ella 220957 innan 11. juli. Leygardagin 21. juli kl. 17.00 giftast í Sørvágs kirkju Tordis Nielsen, Sørvágur og Kim Lorenzen, Sønderborg. Tey, ið ætla at gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin at siga frá innan 7. juli á tlf. 332149 ella 321464. Leygardagin 21. juli kl. 14.00 giftast í Havnar kirkju Sunrid Petersen, Argir og Leivur Ree Torvadal, Tórshavn. Veitsla verður fyri innbodnum Millum Gilja 89 Hoyvík, kl. 19.00. Leygardagin 21. juli giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Finngerð Sólbjørg og James Forbes Clark, Luxemburg. Vígslan verður kl. 15.00. Veitslan verður á Hotel Norð, Viðareiði kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum á hjúnabandsdegnum, verða vinarliga biðin um at siga frá helst áðrenn 9. juli á tlf. 456423 ella 452002. Leygardagin 21. juli giftast í Hvalbiar kirkju Elisabeth Norðberg Eið, Hvalba og Svein Eliasen, Tórshavn, búsitandi Viborg. Brúdleypið verður hildið í Roynhøllini kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at ringja á tlf. 319917, 375295 ella 0045 87254758 innan 5. juli. Leygardagin 4. august kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Gunnvør Olsen, Syðrugøta og Gunnar Oluf Weihe, Tórshavn. Veitslan verður hildin í Pálsstovu kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 310306, 441459 ella 313897, áðrenn 21. juli. Til ber eisini at tekna seg á teldupost: geo@post.olivant.fo PRÓGV BRÚDLEYP www.in.fo/havnarbio Undanfrumsýning Leygardagin 30.06.kl. 2300 (Frumsýning 14.09.) Leygardagin 30.06.kl. 2330 Sunnudagin 01.07.kl. 2230 Undanfrumsýning Sunnudagin 01.07.kl. 2200 (Frumsýning 06.07.) Leygardagin 30.06.kl. 2030 Sunnudagin 01.07.kl. 1930 Leygardagin 30.06.kl. 2100 Sunnudagin 01.07.kl. 2000 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 C M Y K 31 30 Toll- og Skattstova Føroya Streymoyar Øki Størv leys at søkja Á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar Øki, eru hesi størv leys at søkja: Posttolldeildin: Eitt avloysarastarv niðursetta tíð til setan umleið 1. september og eitt ár fram, og eitt fast starv fulla tíð. Í báðum førum umfatar starvið kannan og edv viðgerð av tollingaráheitanum og annað arbeiði í sam-bandi við tollavgreiðslu. Umsøkjarar við royndum innan tollarbeiði hava fyrimun. Kassin á Tollbúðini: Eitt fast starv fulla tíð sum hjálparfólk við kassan. Arbeiðsuppgávur: Vanligt kassaarbeiði, inn- og útgjøld umframt annað ar- beiði í samband við kassan.Umsøkjarar við kunn- leika til kassa/avgreiðsluarbeiði hava fyrimun. Virkiseftirlitsdeildin: Eitt fast starv fulla tíð. Arbeiði umfatar málsviðgerð og eftirlit innan skatt, toll og avgjøld. Ynskjandi er, at umsøkjarar hava í minsta lagi HH prógv e.l. og hava viðkom- andi útbúgving og royndir innan umsiting. Skattadeildin: Eitt fast starv fulla tíð. Arbeiðs- uppgávan umfatar partafelags/roknskapar-líkn- ing, eftirlit og annað arbeiði í hesum sambandi. Ynskjandi er, at umsøkjarar hava í minsta lagi HH prógv og royndir innan roknskapararbeiði. Toll- og Skattstovan bjóðar starvsfólkunum yms- ar innanhýsis útbúgvingar. Møguleiki er eisini at útbúgva seg uttanhýsis við ávísum stuðli frá stovninum. Kravt verður, at viðkomandi, ið settur verður, luttekur í øllum viðkomandi innanhýsis útbúgvingum,og helst eisini í viðkomandi uttan- hýsis útbúgvingum. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna- felagið.Lønin verður ásett eftir útbúgving og við- komandi starvsroyndum. Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, løgmansskriv- stovuna og deildir hennara, og tann, sum settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støð- um, um tað verður kravt. Nærri frágreiðingar um størvini fáast við at seta seg í samband við Eyðfinn Hansen, tlf. 310260. Størvini verða at seta august/september í ár, og skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, ummælum v.m. skulu sendast til Toll- og Skattstovu Føroya Streymoyar Øki Postboks 3139 110 Tórshavn innan 25. juli 2001. Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820