hósdagur 24. apríl 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 78 - 24. apríl 2008
Leygarkvøldið 19. apríl
var konsert við Gestir og
ORCA í Bygdarhúsinum á
Strondum. Báðir bólkarnir
hava gott orð á sær, og fólk
vóru spent at vita, hvussu
tað mátti fara at ljóða.
Úrslitið varð, at fólk fóru
avstað aftur við rættiliga
blandaðum kenslum
Ummæli
Pætur G. Larsen
Bygdarhúsið
er torført at
finna. Ja, so
torført, at eg
má biðja um
hjálp frá
einum
staðkendum
bygdamanni. Tað er ikki ein og
hvør, ið tímir at brúka sovorðna
tíð uppá at leita eftir einari
konsert langt úti á bygd. Eg eri tí
rættiliga sannførdur um, at øll
tey, ið hava leitað sær inn higar,
eru her fyri at hoyra tónleikin og
ikki bara fyri hugnan í tí.
Stemningsfullur larmur
Tá eg endiliga komi inn í lítla
hølið í bygdarhúsinum, er tað
næstan fultsett. Eyka stólar verða
settir upp úti við síðuna, so øll
sleppa at sita. Tað fyrsta, eg beri
eyga við, eru øll tey løgnu
ljóðførini, ið fylla pallin. Ein
pelabassur, ein sýrudunkur, eitt
fløskuorgul og ein gøtu kustur
eru nøkur av ljóðførinum, ið ein
sær.
Rúmið er dimmlitt, og mesta
av ljósinum kemur frá eini video
uppvørpu, ið lýsir upp á pallin,
sum síðani kastar ljósið út aftur
yvir áhoyraranar. Tað er ein
góður stemingur her inni, ið
Knút Háberg Eysturstein skapar
við at leggja góðan tónleik á sín
plátuspælara. Fólk hugna sær og
práta óført, ímeðan tey bíða eftir,
at konsertin skal byrja. Fólk
tykjast eitt sindur forvitin at
hoyra hesar báðar bólkar, kanska
helst ORCA við teimum løgnu
ljóðførunum.
ORCA leggur út, og sjálvt um
fjøldin er lítil, klappar og floytar
hon, meðan manningin gongur
upp á pallin at finna síni ljóðføri.
Tað er næstan sum at vera til
fótbóltsdyst, so spentir eru
áhoyrararnir. Bólkurin byrja at
spæla, og tað tekur teimum bert
ein sang at fáa øll við uppá tað.
Fólk eru bergtikin og
rúnarbundin av tónleikinum.
Ymsar myndir og video verða
sýndar á eitt lørift, sum hongur
handan pallin. Hetta skapar ein
heilt serligan dám. Tónleikurin er
transukendur, og til tíðir droymi
eg meg í annan heim, ímeðan
myndirnar spakuliga skifta.
Aftaná næsta sangin hoyrist
ein øgiligur larmur, men eingin
tykist at taka sær av tí. Tað hoyrir
bara til framførðsluna. Men Kári,
forsangarin í bólkinum, greiðir
frá, at tað er ein luft kompressari,
sum ger, at ljóðførini kunnu
virka, og til tíðir tendrast hann og
larmar óført.
Eysturlendskt fólkatekno
Tá ORCA hevur spælt nakrar
sangir, royni eg at samanbera,
hvør annar ljóðar soleiðis, men
eg komi ikki á nakran. Kári
spælir uppá okkurt, ið ljóðar sum
ein eysturlendsk harpa, ímeðan
tað, hann syngur, ljóðar sum
okkurt fólkakent. Rútmurnar hjá
trummuleikaranum, Jógvan
Andreas, ljóða uppá onkran máta
teldugjørdar, sjálvt um tær eru
frá einari luftslangu og ymsum
tunnum. Heildin minnir um ein
føroyskan fólkatónleikara, sum
hevur búð í eysturlondum í nøkur
ár og gjørt aukustiskan tekno
tónleik. Ljóðar kanska eitt sindur
løgi, eg veit. Men tað er tann
tættasta samanberingin, eg kann
koma til.
Tað kemur sum ein skelkur
aftaná bert nakrar fáar sangir, tá
Kári sigur okkum, at teir nú
skulu spæla sítt síðsta lag. Tí eg
helt, at teir lógu inni við meira av
tilfari. Tá hesin sangurin er
liðugur, klappa øll og reisa seg
fyri teimum. Og sjálvandi verða
teir klappaðir uppaftur á pallin.
Kári sigur síðani, at teir til
allarsíðst skulu spæla ein
nýggjan sang. Og her er tað, ið
eg haldi er mest áhugavert:
Eykalagið hjá ORCA, sum eisini
er tað nýggjasta, er tað, mær
dámar best. Tað sigur mær so
mikið, at bólkurin er í fer við at
blíva betri. Aftaná sangin reisast
øll enn einaferð og klappa, sum
manningin gongur av pallinum.
Stílfullur larmur
Tað eru ivaleyst mong, ið hava
roynt at sett seg við eitt ómeta
liga dýrt og flott ljóðføri, men
tað einasta ljóðið, ið ein hevur
fingið klimprað burturúr, er
óljóð. ORCA er akkurát mótsetn
ingurin av hesum. Manningin í
bólkinum er partur av elituni
innan føroyska tónleikapallin,
men hetta kvøldið spælda teir
uppá heldur vánalig ljóðføri, sum
stemma illa. Ljóðførini tykjast
vera torfør at spæla uppá og
klossut at stemma. Serstakliga
Tónleikur
Orca/Gestir konsert ummæli:
Lovaða stjørnan úr fjósinum
Núverandi manningin í Gestir er Ólavur Jákupsson á gittara og vokal, Torfinnur Jákupsson á gittara, Jens L.
Thomsen á bass og Jógvan Andreas á Brúnni á trummur
Mynd: Kristfríð Tyril
Orca eru Jens L. Thomsen á hegnpelabass, Bogi á Lakjuni á einstreingjaða
slide rørlampu, Ólavur Jákupsson á fløskuorgul og vokal, Jógvan
Andreas á Brúnni á ymsar tunnur úr plasti og jarni, og Kári Sverrisson á
oljutunnuharpu, boga og sag og vokal
Mynd: Kristfríð Tyril