hósdagur 24. apríl 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2008
41
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Plátufelagið Tutl er felag
til útgávu og sølu av
tónleikatilfari, nú við 31
árum á baki. Í annaðkvøld,
25. apríl kl 19.00, hevur
felagið aðalfund í
Pætursarstovu, har kjakast
skal um m.a samstørv í
útlondum, konsertferðir og
framtíðarætlanir felagsins
Farna árið hevur verið eitt virkið
ár fyri Plátufelagið Tutl við
nógvum útgávum, konsertferðum
og hendingum. Tutl hevur nýliga
fingið umboð í Brússel, og
sáttmáli fer í næstum at skrivast
við konsertfyriskiparar í
Týsklandi, Eysturríki og Sveis,
umframt distributión av Tutl
kataloginum í londum sum
Kanada, Danmark, Íslandi og
Týsklandi. Tískil er nokk at taka
saman um á fundinum, bæði hvat
viðvíkur undanfarna
tíðarskeiðnum og framtíðini.
Afturat kjakinum um samstørv
í útlondum, konsertferðir og
framtíðarætlanirnar hjá
felagnum, verður eisini viðgerð
av fløgu-kataloginum hjá Tutl og
val av nevnd. Núverandi limirnir
í nevndini eru Sólarn Solmunde,
Knút H. Eysturstein og Ólavur
Olsen. Dagligur leiðari er
Kristian Blak.
Tutl aðalfundur fríggjakvøldið
25. apríl í Pætursarstovu.
Aðalfundur hjá Plátufelagnum Tutl
Núverandi limirnir í Tutl nevndini eru Sólarn Solmunde, Knút H. Eysturstein og Ólavur Olsen. Dagligur leiðari er
Kristian Blak. Myndin varð tikin í 2005
fløskuorgulið, ið er sett saman av
plastikkfløskum við vatni í og
luftslangum, sum blása tónan
framm. Tað ávirkar tó ikki fram-
førsluna hjá teimum, tí teir duga
at larma við stíli. Áðrenn eg fór á
konsertina, hevði eg hoyrt nógv
gott um ORCA. Men eg var ikki
greiður yvir, at tað fór at vera so
gott. Teir eru uttan iva á rættari
leið og fara vónandi at vinna seg
fram úti í heiminum.
Gamlir Gestir
koma á vitjan
Tá steðgurin er av, og fólk byrja
at sessast aftur, er luftin tung.
Enn einaferð er fjøldin spent og
bíðar eftir, hvat Gestir nú munnu
fara at bjóða, tí útskifting hevur
verið í manningini. Ímeðan bólk-
urin stemmar síni ljóðføri, ger DJ
Knýtil tað aftur hugnaligt við
sínum tónleiki. Gestir eru til
reiðar og fara í gongd.
Onkur misskiljing ger, at teir
koma heldur klossut í gongd, og
ov langur steðgur millum sang-
irnar ger, at ein missir fokus.
Ljóðmyndin er stílfull, men tað,
teir borðreiða við, er bara ikki
gott nokk til hesar kræsnu
áhoyrarar. Myndirnar á stór-
skíggjanum megna heldur ikki at
halda lurtaranum. Eyguni byrja
at hyggja aðrastaðis enn á pallin,
og høvdini venda sær á. Til tíðir
spæla teir somikið hart, at oyruni
bara kitla, men lítið fer inn til
hjartað. Og sjálvt um teir ljóða
til at brúka nokk av brennievni,
megna teir ongantíð heilt at
koma á flog eins og ORCA.
Sum áður nevnt, hevur
manningin í Gestir havt eina
útskifting, og er tað elektroniska
elementið hjá bólkinum farið.
Enn hevur hann eina myrka
ljóðmynd, men bólkurin ljóðar
nú meira sum ein vanligur rock
bólkur, og minnir til tíðir ótrúliga
nógv um Radiohead. Fløgu
útgávan hjá bólkinum var
fjølbroytt og góð, men tað kann
ikki sigast um framførðsluna
hetta leygarkvøldið. Sum heild
minna sangirnir ov nógv um
hvønn annan. Ein veit ikki heilt,
nær ein sangur endar, og nær ein
annar byrjar. Tað, Gestir
framføra, livir ikki upp til tað, eg
hevði væntað av bólkinum.
Teimum vantar onkran struk-
turur, so tað er lættari at fylgja
við. Og eg haldi eisini, at fleiri,
ið sita í bygdahúsinum, eru samd
við mær í hesum.
Tá teir hava spælt nakrar
sangir, reisa summi seg upp, ikki
fyri at klappa, men fara út at fáa
sær fríska luft. Tað er kanska
ergiligt fyri tey, tí at ímóti endan-
um á konsertini koma Gestir fyri
seg. Við síðsta sanginum koma
teir heilt á flog, og teir fáa eina
væl uppiborna hond fyri avrikið.
Tíðin vil vísa
Tað tekur nógva tíð at skapa sær
eina nýggja ljóðmynd, kanska
fleiri ár. Gestir høvdu einaferð
fatur í rætta endanum, men tað
sær út til, at ORCA nú hevur
yvirhálað. Tað er skuffandi, tí tá
Gestir byrjaðu, høvdu teir eina
góða byrjan og ljósa framtíð, og
siðurin til Prix Føroyar var
uppiborðin. Men tá alt hetta er
sagt, so vóni eg eisini, at teir í
framtíðini koma sterkt aftur.
Í komandi tíðini verður
spennandi at vita, um hesir báðir
bólkarnir fara at kempa fyri at
útvikla sín tónleik. Tí sum
maðurin segði: Uttan møði,
eingin feitur tónleikur!
Ljóðførini, sum manningin í
Orca brúkar, eru øll gjørd úr burturkasti
og ymiskum avløgdum lutum, ið funnir vórðu
í einum fjósi innan Glyvur fyri umleið tveimum árum
síðani. Her á myndini sæst kompressarin, ið ger, at fleiri av
ljóðførunum kunnu rigga
Mynd: Kristfríð Tyril
- Heildin minnir um ein
føroyskan fólkatónleikara, sum
hevur búð í eysturlondum í nøkur ár og
gjørt aukustiskan tekno tónleik. Ljóðar kanska
eitt sindur løgi, eg veit. Men tað er tann tættasta
samanberingin, eg kann koma til, sigur ummælarin, Pætur
Larsen, um tónleikin hjá Orca
Mynd: Kristfríð Tyril