Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 78 - 24. apríl 2008 Stutt Sagt Menningar- tarnaður horvin Bretska løgreglan leitar eftir einum menningar­ tarnaðum drongi, sum eingin hevur borið eyga við síðani seinasta fríggja­ dag. Drongurin fór út sam­ an við mammu síni, og í gjár fann løgreglan líkið av mammuni. Sambært Sky News bendir alt á, at hon hevði tikið lívið av sær. Løgreglan sigur, at drongurin, sum eitur James Hughes, er ikki mentur meiri enn eitt átjan mánaðir gamalt barn, og at hann tí ikki er førur fyri at lívbjarga sær. Hann situr eisini í koyristóli. Mamman átti tríggjar synir, sum eru yngri enn James, og kenningar hava sagt løgregluni, at hon var illa sperd av James, sum kravdi nógva umsorgan alla tíðina. Skal bjarga flogfelagi Silvio Berlusconi Komandi italski forsætis­ ráðharrin, Silvio Berlus­ coni, ætlar sær at bjarga italska flogfelagnum Al­ italia, sum hevur verið í fíggjarligum trupulleikum leingi. Ætlanin var, at felagið Air France­KLM skuldi keypa Alitalia, men nú hevur franska felagið boðað frá, at haðni kemur einki boð. Silvio Berlusconi segði í gjár, at hann hevur fingið at vita, at eitt samtak av nøkrum feløgum arbeiðir við einum boði uppá Al­ italia, og at boðið ætlandi verður klárt um einar fýra ella fimm vikur. Berlus­ coni legði tó afturat, at skal italska flogferlagnum verða lív lagað, má tað koyra fleiri starvsfólk til hús fyri at spara lønarút­ reiðslur. Sitandi stjórnin í Italia hevur júst játtað Alitalia góðar tvær milli­ ardir krónur í láni. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Fyribils er støðam, at stjórnin luttekur í OL-setanini, men endaliga avgerðin kemur ikki fyrr enn í summar (Anders Fogh Rasmussen) útlond Broytingar í veður­ lagnum hava stóra ávirkan á ísviður­ skiftini norðan fyri Kanada og Alaska, og ísbjarnirnar har hava ilt við at fáa føði Ísbjarnirnar í Beauforthavi­ num norðan fyri Alaska og Kanada svølta í hesum døg­ um. Orsøkin er veðurlags­ broytingarnar, sum hava havt við sær, at ísurin er so tunnur, at bjarnirnar hava ilt við at veiða kóp, sum er teirra høvuðsføði hesa tíð­ ina á árinum. Heimsnáttúrugrunnurin WWF staðfestir í einari nýggjari frágreiðing, at broytingarnar í veðurlagnum hava størri ávirkan á tað arktiska økið, enn vísindin higartil hevur hildið. Frá­ greiðingin, sum er almanna­ kunngjørd í dag, er grundað á kanningar og útrokningar, sum fleiri granskarar hava arbeitt við tey seinastu trý árini. Um várið plagar kópurin í Beauforthavinum at gera sær tilhaldsstøð á ísinum, men nú er ísurin vorðin so tunnur, at kópurin fer aðra­ staðni, og tað ger tað trupl­ ari hjá ísbjarnunum at fáa nóg mikið av føði. Kanad­ iskir granskarar hava sæð fleiri dømi um, at svangar ísbjarnir drepa aðrar ísbjarn­ ir fyri at fáa føði. Kanadisku granskararnir siga, at tað finnast eisini fleiri dømi um ísbjarnir, sum eru rýmdarúr tí arktiska økinum norðan fyri Kanada, og sum hava gingið fleiri hundrað kilometrar inn í landið at leita eftir føði. Ísbjarnirnar eru farnar at eta hvør aðra av svongd, siga kanadiskir granskarar (Mynd: Polfoto) Blair gloymdi at gjalda Fyrrverandi bretski for­ sætisráðharrin Tony Blair fekk eina átalu mánadagin, tí tað vísti seg, at hann var farin við einum toki út í Heathrow floghavnina í London uttan at rinda ferðaseðilin. Blaðið Daily Mail skrivar, at Blair gjørdist sera illa við, tá eftirlitsmaðurin spurdi eftir ferðaseðli hansara. Blair noyddist at svara, at hann fekk ikki goldið, tí hann hevði ongar pengar uppi á sær. Ein av lív­ verjunum beyð sær til at rinda fyri Blair, men eftirlitsmaðurin lat hann fáa ferðina ókeyp­ is, skrivar Daily Mail. Tony Blair var farin við toki uttan at rinda fyri ferðina (Mynd: Reuters) Flúgvandi presturin ikki at finna Hendan myndin bleiv tikin, áðrenn tann brasilski presturin hvarv upp í luftina (Mynd: Polfoto) Brasilski presturin Adelir Antonio di Carli ætlaði sær at seta nýtt met sum ballónfari, men nú er hann horvin ­ Vælsignaðir, komið og bjargið mær. Sendið hjálp! Tað eru tey seinastu orð­ ini, sum nakar hevur hoyrt frá Adelir Antonio di Carli, síðani hann lætti sær á hang­ andi undir 1.000 helium­ ballónum. Mál hansara var at seta nýtt met fyri ferðum við tílíkum ballónum og at varpa ljós á eina ætlan um eitt tilhald til lastbilaførarar í havnini í býnum Parana­ gúa. Men týsdagin sendi Adel­ ir neyðarkall ígjøgnum fylgisveinatelefonina, og síðani hevur eingin hoyrt ella sæð hann. Týskvøldið fann brasilska sjóverjan fleiri ballónir fleiri fjórð­ ingar úr landi, og løgreglan heldur tí, at vindurin hevur ført ballónirnar og prestin til havs, og at hann er dottin niður har. Brasilska sjóverjan sigur, at Adelir Antonio di Carli var væl fyri likamliga og harafturat væl útgjørdur, so tað er ikki óhugsandi, at hann kann halda sær á lívi í sjónum í fleiri dagar. Ísbjarnirnar eta hvør aðra av svongd