Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2008 27 Annar partur Nakrar av orsøkunum til, at tað er alneyðugt, at vit fáa hesar orðabøkur, sum eru umrøddar í grein 1, sigur Bjarni Djurholm (= BD) m.a. vera, altjóða­ gerðin, óvissan um okkara egna mál, tí støðan ”við veikum málsligum festi sum okkara, eru vit løtt at syfta av fótum”, fremm­ andaárinið á føroyskt, at føroyskt, sum frálíður, druknar í floyminum uttan­ eftir og okkara drúgva tilknýti at donskum undir­ vísingarkervi og donskum orðabókum. Eg kann bert geva BD rætt í hesum sjónarmiði, men tað eru nú longu 10 ár liðin, síðan handa grein varð skrivað, og teldutøkn­ in er broytt so ómetaligt nógv í hetta drúgva tíðar­ skeið í KT­tøknihøpi, tí tað er so nógv, sum ikki var hugsandi tá, sum er geran­ diskostur í dag. BD skjýtur upp at lata onkran almenn­ an stovn standa fyri orða­ bókaútgávuni, t.d. Fróð­ skaparsetrið, Skúlabóka­ grunnurin skal vera karmur um orðabókadeildini og tey forløg, sum hava staðið fyri orðabókagerð og eisini Bókadeild Føroya Lærara­ felags. Men her man BD fara so ruddiliga skeivur, tí her eru alt ov nógvir liðir í hesum tiltaki føroyska málinum at frama, tí nú veit eingin, hvar ábyrgdin skal finnast. Teir klára, sum er, ikki at nøkta tann fíggjarliga karmin. Nei, BD er sjálvur inni á loysn­ ini. Hann skjýtur upp at seta bert ein og bert ein samskipara, sum verður settur fyri alt verkætlanar­ arbeiðið, men í fyrstu atløgu í eitt 5 ára skeið. Ta fyrstu tíðina skal tað vera eitt fulltíðarstarv, sum møguliga eftir nøkrum árum kundi verið sett niður í eina t.d. helvt. Hann skal so stjórna arbeiðnum, stíla fyri tí neyðuga samskifti­ num og hugsa nýtt í hesum KT­tíðum. Hesin samskip­ ari verður bert í starvi, so langa tíð, ið tað tekur at leggja tær mest átrokandi orðabøkurnar til rættis og fáa tær frá hondini, tí í framtíðini fara teir orða­ bókarithøvundar so sjálvir fyri samsýning at leggja rættingar og nýggj orð inn í tað elektroniska orða­ bókahandritið. Tað, sum eigur at verða hugsað um í framtíðini, er tann nýggja KT­tøknin, sum t.d. Zenith hevur ment, og sum t.d. Sprotin hevur nýtt í sínum nýggju útgávum. Orðabøkur í vanligum sniði á bóka­ hillum fara óivað at vera sum lundi á jólanátt. Tey ungu fara at nýta telduna ella serliga fartelefonina sum miðilin, har framtíðar­ orðabókin kemur at liggja. Hetta merkir, at tann fram­ komna tøknin gevur ein­ staklinginum høvi til at fara inn á teldutøku orða­ bókina til t.d. roynd í Føroyum ella á útferð í London. Ábøtur t.d. at leggja nýggj orð inn, ella um eitthvørt er komið skeivt fyri, kann so tann, sum stendur fyri viðkom­ andi bók, fara inn á orða­ bókina og rætta ella laga eitthvørt lýti til tað rætta, so tað er rætt framyvir. So einum orðabókarithøvundi nýtist ikki at hava sovorðn­ an ampa av, at alt er 100% rætt, tí ”brúkarin”, tað veri seg týðari, lærari, næming­ ur, handverkari, sølufólk, húsmóðir fær óivað eyga á nøkur brek, sum brúkarin so ger orðabókahandritaran varugan við, og so verða tey rættað. At gera orðabøkur er ikki løtuverk, og tað kostar. Men av tí at føroyskt ikki kann vera eitt privat mál ella øki, so eigur tað almenna, t.v.s. Løgtingið at seta tann neyðuga peningin av til at fáa tær neyðugu orðabøkurnar av bakka­ stokki, tí sum Jonhard Mikkelsen vísir á í bløð­ um, so selja tær ikki so væl, og tað kann ikki vera rætt, at privatur stovnur skal standa við fíggjarligari ábyrgd, meðan Orðabóka­ grunnurin fær orðabóka­ handritini fyri einki. Til ár 2008 eru fleiri milljónir latnar frá Løgtinginum, men hava tingfólk gjørt sær nakrar tankar um, hví so fáar orðabøkur eru fingnar fyri milljónirnar, sum skattgjaldarin hevur goldið? BD er inni á í 1997, at ein orðabók úr fremmandamáli í føroyskt kostar okkurt um 1,5 millj­ ónir, sum er mett út frá 1992 tølum, tá vit høvdu kreppuna, men henda upphædd eigur í dag at hækkast munandi, og 2 milljónir eru ivingarsamar, um hugsað verður um rættlestur, uppseting og útgávu. Orðabøkur úr før­ oyskum í fremmandamál nakað hægri (2,5 milljón­ ir?) sambært BD. Men tíðin, ið krevst til hetta endamál er ikki, sum t.d. ráðgevandi nevndin er inni á 5 ár, men heldur er tað soleiðis, sum BD metir eitt tíggjuáraskeið, sum skal til – men ikki sum hetta undanfarna 10 ára skeiðið. Tí um tað verður hugt eftir teimum orðabókum, sum krónutøl eru fyri, sum Mentamálaráðið hevur latið stuðul til, so er tíðin til at leggja eina orðabók til rættis helst 4 verkár. Hetta halda Annfinnur og Jonhard Mikkelsen eisini, tí teir siga í Donsk­før­ oysku orðabókini: ”…hon hevur 78.675 leitorð, og at vit meta, at tilsamans eru eini 4 ársværk farin til hetta arbeiðið.” Tann upp­ hædd, sum Løgtingið hevur játtað higartil, er tí í lægra lagi. Hon átti at verið hækkað munandi, sum tað sæst av roknistykkinum omanfyri, tí so hevði verið møguleiki fyri, at eini tvey trý fólk sum eitt toymi kundu sitið sum starvs­ felagar og hjálpst at, tá ið tvørleikar stungu seg upp – og ikki sum higartil aloft­ ast í sjálvdrátti, tí so kundi áramálið til hvørja orðabók­ ini eisini verið tað styttri. Men Løgtingið má seta heilt onnur krøv til Menta­ málaráðið við aðalstjóra, fráfarna deildarstjóra eins væl og núverandi deildar­ stjóra, tí her kunnu ikki vera nakrar greiðar manna­ gongdir hjá stovninum at ganga eftir. Spyrjið eftir teimum, og biðið um eitt kopi av einum sáttmála, hvussu ein tílíkur sáttmáli er orðaður, hvørjar treytir eru lagdar við orðabóka­ handritinum, tí um hesir sáttmálar eru líka so ófanta­ ligir sum teir, ið Kári á Rógvi hevur sent mær, so skilji eg betur ta soltnu støðuna av lidnum orða­ bókum frá Orðabókagrunn­ inum og Mentamálaráðn­ um. Niðurstøðan av hesum broti er, at orðabókajáttan er ein uppgáva, sum má liggja hjá Løgtinginum. Tað má vera landspolitiskt mál at fáa teir neyðugu pengarnar til orðabøkurnar serliga til skúlabrúks, sum hevur nógv ta størstu brúkarafjøldina, sum skal vera berari av tí føroyska framtíðarmálinum. Gamalt var jú ”tað, sum ungur nemur, gamal fremur”. Tað kann ikki vera rætt, at for­ løg og orðabókarithøv­ undar skulu ganga biddara­ gong aftaná tógvið stríð við at fáa eitt orðabóka­ handrit undir land, at teir so harumframt skula drag­ ast við umsóknir til hvønn Hanus og Janus bæði innan­ og uttanlands. Her má leggjast á annan bógv! So tá BD skrivar: ”Men meginparturin av hesi upphædd kemur innaftur so hvørt orðabøkurnar verða seldar.” Hesum brotinum kunnu vit síggja burtur frá, tí orðabóka­ útgáva verður ongantíð nakað gullnám hjá nøkrum forlagi í nærmastu framtíð, so á hesum økinum verða Løgting og Landskassin noydd at leggja tær neyð­ ugu krónurnar út, uttan at Landskassin skal rokna við, at tær koma inn aftur í bræði – um yvirhøvur, men henda upphædd skal ikki metast sum ein útreiðsla, men sum ein skorða tí føroyska málinum at gagni. Nakað júst tað sama sigur Zakaris Svabo Hansen (= ZSH) í Máltingi 2/97 bls. 7,1 undir ”Avmarkaður marknaður”, har hann skrivar: ”Í grundregluni áttu orðabøkur á jøvnum føti við so nógv annað at kunnað hvílt í sær sjálvum fíggjarliga, men tað er helst tóm hvørvisjón í einum so lítlum málsam­ felag sum tí føroyska, mest av øllum orsakað av tí avmarkaða sølumarkn­ aðinum.” Hesir bæði heimildarfólkini munnu tíanverri hava rætt í hesum máli, tí sum ZSH eisini leggur dent á, at eitt lítið málsamfelag hevur líka stóran tørv á alskyns orðabókum, sum eitt stórt, og tí má hetta øki vera eitt landpolitiskt mál. Greinin hjá BD endar við orðunum: ”Og vit hava langt eftir á mál, tá ið talan er um at fara úr føroyskum og inn í onnur mál” Her eigur at verða gjørt vart við, at vit 10 ár seinni hava tríggjar av teim alneyðugu orðabókunum á marknað­ inum (Fø­En; En­Fø og Da­Fø), sum Stiðin og Sprotin hava staðið fyri. Men einki av hinum mál­ unum hevur enn sæð dagsins ljós. Spurningurin er hví? Svarið er einfalt. Tað eru tvørrandi førleikar hjá Kára á Rógvi, for­ manni tey seinastu 5 árini í Orðabókagrunninum og teimum avvarðandi stjór­ unum í Mentamálaráðnum tey seinastu 10 árini. Jonhard Mikkelsen nýtir í grein 27.03.08 bls. 8 í Dimmu myndina av einum universiteti sum einum høvuðsmotori, sum við­ víkur tí føroyska málinum, myndin kann tambast nakað, og sigast kann, at orðabøkur eru ljósmotorar ella spøl umborð á einum skipi, men sum skula røkjast, og metir skiparin, at motorpassarin ella annar avvarðandi ikki dugir síni ting, so verður leitað eftir øðrum persóni, men mínir orðabókapassarar sita so rimmar fastir við tvey­ komponenta aralditti, at fyrr fari eg av verðini, áðrenn teir fara úr sínum fjálgu stjórastørvum. Orðabókapolitikkur hesi 10 seinastu árini Kári DaviDsen Hetta skriv er sent til landstýrismannin og bløðini Hoyrdu í útvarpinum Dýra biðidag, at landstyrismað­ urin í mentanarmálum hugsar um at lata stuðul til fólk, ið hava valt at lesa fjarlestur. Tó undrar tað okkum, at í innslagnum vóru bert tveir flokkar, ið hava tilknýtið til Danner semi­ narie í Jægerspris, nevndir, nevnuliga teir, ið eru mann­ aðir vit bert føroyskum næmingum og tískil hava møguleikan at fáa undir­ vísarar til Føroya. Tað var eisini nevnt í innslagnum, at hesir flokkar høvdu fingið 3000 krónur í stuðuli. Tað kann bert frøa okkum, at tað nú verður varpað ljós á net útbúgv­ ingina til námsfrøðing. Tí vilja vit við hesum vísa á, at vit eru tíggju næmingar, ið eru knýttar at tveimum donskum flokk­ um, og tí ikki hava møgu­ leika at fáa undirvísarar hendanvegin. Vit ferðast umleið sættu hvørja viku, tað vil siga níggju ferðir í hvørjum kalendaraári, til Danmarkar at fáa undirvís­ ing. Hesa útreiðsluna gjalda vit fyri sjálvar, og ger tað okkara útbúgving umleið 100.000 krónur dýrari bert í ferðaflutningi ­ havandi í huga, at vit sjálvsagt eisini gjalda fyri flutning til og frá flog­ vøllinum, bæði herheima og í Danmark. Umframt hetta gjalda vit eitt brúkaragjald til semi­ nariið upp á 8000 krónur fyri hvørt semestur. Tað eru seks. So er tað eini 12­ 14.000 krónur fyri bøkur omaná. Harumframt er tað eisini starvslærutíðin. 12 vikur uttan løn. So, sum tað gløgga eyga longu hevur sæð, er hetta ein útbúgving, ið vit tá vit eru liðnar við hana, hava goldið uml 200.000 krónur fyri. Tá nú møguleikin at lesa til námsfrøðing í Føroyum er so skerdur, samstundis sum allir dagstovnar, bústovnar og verkstøð hava stóran tørv á fleiri náms­ frøðingum, burdi tað verðið ein sjálvfylgja, at landsins myndugleikar taka ábyrgdina av at fáa útbúgvið fólk, og at teir eisini taka ábyrgdina av at gjalda sín part av hesi útbúgving. Eitt land sum ætlar sær at verða millum heimsins fremstu lond vísandi til Visión 2015. Vit, ið lesa á Danner seminarienum, vilja eisini gera vart við, at fyri nakrar av okkum var hetta einasti møguleiki at lesa, og at hendan útbúgvingin tryggjar okkum arbeiði framyvir. Samstundis undrar tað okkum, at vit ikki fáa somu sømdir sum onnur, ið velja at fara til Danmarkar at lesa. Her verður hugsað um ferðastuðul og stuðul til bøkur o. a. Við vón um at tit fara at hugsa um okkum eisini, og at okkum verða veittar somu sømdir, ið verða veittar øðrum fjarlesandi. Vinarliga MS07N Hansina M. Clementsen, Katja Dam og Elsebeth Mohr og MS06N Mary K. Petersen, Rikke B. Sørensen, Judith J. Joensen, Masa K. Nybo, Anne S.E. Olsen, Sigurgunn Kjelnæs og Tove H. Jakobsen Opið bræv til landstyrismannin í mentanamálum viðmerkingar