Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 78 - 24. apríl 2008 ] Kvinnulandsliðið úttikið Álvur Hansen og Jacob Thomsen hava gjørt av, hvørjar spælarar teir skulu hava við sær, nú kvinnulandsliðið í fótbólti fer til kapping í Luksemburg. Á ferðini skal føroyska liðið spæla móti Kasakhstan, Letlandi og Luksemburg, og verða dystirnir spældir 10., 12., og 15. mai. Tær, sum nú hava fingið ferðaboð, eru Asta Magnussen og Elin Katrina Haraldsen úr AB, Heidi Sevdal, Rakul Magnussen og Rúna Højgaard úr B36, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Olga Kristina Hansen, Doris í Garði Joensen, Randi S. Wardum og Elsa Maria Simonsen úr KÍ, Fríðrún Danielsen úr Skála, Rósa Magnussen, Anna Kristina Joensen og Hanna Isaksen úr Víkingi, Annelisa Justesen úr BK Skjold og Steintóra Joensen úr B52. Leiðarar á ferðini eru umframt teir báðar venjararnar Niklas á Líðarenda, ferðaleiðari, Sonja á Líðarenda, liðleiðari og Maria Vang Justinussen, fysioterapeutur. Jákup Í fongsul fyri tackling Rachid Bouaouzan, sum í dag spælir við Wigan, hevur fingið seks mánaða treytað fongsul fyri ein tackling, sum hann gjørdi í 2004, tá hann spældi við Sparta Rotterdam Í dystinum millum Sparta Rotterdam og Go Ahead Eagles í 2004, framdi Bouaouzan eina somikið ógvus­ liga tackling móti Niels Kokmeijer, at hesin breyt beinið og síðani mátti gevast heilt við fótbóltinum. Bouaouzan skifti í fjør til enska Wigan, men talan hevur leingi verið um rættarmál í Hollandi, og í gjár gjørdi hægstirættur í Hollandi av, at spælarin skal revs­ ast við seks mánaða treytaðum fongsulsdómi. Hetta er fyrsta ferðin, at ein spælstøða á fótbóltsvølli­ num, hevur viðført dóm í sivilu rættarskipanini. Teir dómir, sum áður eru feldir um harðskap á fótbóltsvøllum, hava allir snúð seg um hendingar, sum ikki hava verið spælstøður. Tacklingin, sum nú hevur kostað dómin, sæst á youtube.com/watch?v=tC_c_71Cbcg. Jákup Tem skoraði móti Brøndby Tem Hansen vann Lyngby eitt stig, tá teir í gjár spældu 2-2 móti Brøndby Lyngby er at kalla longu flutt niður úr donsku super­ liguni, men tað forðar ikki liðnum í at stríðast til hvønn dyst. Í gjárkvøldið stillaði Brøndby ikki í sterkastu uppstill­ ing, tí venjarin valdi at spara nakrar spælarar til steypa­ finaluna móti Esbjerg. Tvær ferðir var Lyngby enntá á odda, og seinnu ferð­ ina var tað føroyski landsliðsspælarin, Tem Hansen, sum skoraði. Christian Lamhauge Holst var eisini við á liðnum hjá Lyngby, men tá venjarin seinastu løtuna vildi verja javn­ leikin, varð føroyski áleyparin skiftur úr. Tem Hansen var millum teir fyrstu 11, men varð skiftur út eftir 66 minuttum. StÍF fær styrk úr Kyndli StÍF, sum í fjør vann silvur í bæði lands­ og steypakapping, hevur hvørki David Edvardsen ella Danni Syhler við á liðnum komandi ár. David Edvardsen fer tá at spæla við Neistanum, og roknað verður við, at Syhler fer av landinum. Hinvegin verður talan eisini um tilgongd. Á heimasíðu sínari skrivar felagið, at tey hava gjørt avtalu við 20 ára Rúna Johansen, sum í vetur var partur av Kyndils­liðnum. Fótbóltsskipanin liðug Hóast trý umfør longu eru farin av Formula­deildini, so er kappingarskipanin hjá FSF nústaðni komin á handilshillarnar. Í skipanini sæst yvirlit yvir allar fótbóltskappingarnar í ár, eins og hentir upplýsingar eru um limafeløgini í FSF og upplýsingar um fótbóltssambandið og landsliðsvirksemið. Jákup Tríggjar av teimum, sum í vetur spældu við kvinnuliðnum hjá Neistanum, verða ikki við á liðnum komandi kappingarár. Men talan verður um eina styrkta bakketu Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á heimasíðu sínari skrivar Neistin, at hópurin, sum Svein Rógvi Nielsen í ár skal taka sær av, nú hevur tikið endaligt skap. Og talan verður um ein hóp, sum fær tilgongd. Tordis Tróndarson, sum í ár hevur spælt við Kyndli, verður aft­ ur í Neistanum, og tað sama verður Annika Ljósstein, sum eisini hevur spælt í fe­ lagnum áður, men sum upp­ runaliga er úr Stjørnuni. Hartil verður hópurin styrktur við tveimum bak­ spælarum, sum koma úr Viborg. Hinvegin er eisini talan um frágongd. Elin Holm, Marjun Danberg og Ása á Neystabø fara nevnliga allar landinum í útbúgving­ arørindum. Talan gjørdist ikki um so nógvar minuttir á vøllinum, men nú hondbóltsárið er av, kann Nikolina Eyðbjørnsdóttir kalla seg fyri lekrasta spælaran í Sunset- kappingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skal metast eftir SMS’un­ um, sum komu inn teir 90 minuttirnar, sum atkvøðu­ greiðslan vardi, so var áhug­ in fyri at finna lekrastu hondbóltskvinnuna í Føroy­ um ovurstórur. Hetta hendi í Pink­send­ ingini á Rás2 í gjár, og yvir 400 lurtarar nýttu høvið til at senda sína atkvøðu inn. Fyri at hava skil á upptelj­ ingini, varð ein av føroysku altjóða hondbóltsdómarun­ um, Eyðun Samuelsen, komin í útvarpsstovuna, og hann hevði úr at gera við at halda skil á, hvussu nógvar atkvøður einstøku spælarar­ nir fingu. Ikki minst, tí talan í nøkrum førum var um spammarar, sum sendu tíggjutals boð inn við sama navni. Hesi boð vórðu sjálvandin tikin frá, men talan var fram­ vegis um sera javna kapping millum fleiri av finalist­ unum., Endin varð tó, at Nikolina Eyðbjørnsdóttir var tann, sum hevði flestu atkvøðurnar. Og umframt heiðurin vann hon eisini gávukort frá frisørsalong og mótahandli. Hinar, sum vóru í final­ uni, vóru Bára Mortensen úr VB, Durita Christopher­ sen úr Stjørnuni, Ása á Neystabø úr Neistanum, Randi S. Wardum úr Kyndli og Ninna K. Johansen úr StÍF. Neistin styrkir bakketuna Nikolina var lekrast Sambært lurtarunum hjá Pink, so var Nikolina Eyðbjørnsdóttir lekrasti spælarin í Sunset-kappingini í farna kappingarári Mangulin upp á bakspælarar var helst størsti veikleikin hjá Neistanum í fjør. Men tað er eitt mál, sum felagið nú hevur gjørt nakað við