leygardagur 30. juni 2001síða 18
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 123 - 30. juni 2001
Nr. 123 - 30. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Vesturvón ætlar ikki
at fara undir at
heilfrysta fisk, hóast
flakaprísurin er
svikaligur í løtuni
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Reiðaríið hjá flakatrolaran-
um Vesturvón hevur ongar
ætlanir um at fara at heil-
frysta fisk, hóast prísurin á
hesum er hægri enn flaka-
prísurin í løtuni.
– Vit halda fram við at
skera flak, hóast marknað-
urin er sum hann er í løtuni.
Tað halda vit loysir seg best
í longdini, sigur Ólavur
Petersen, reiðari á Vestur-
vón.
Í Noregi eru verksmiðju-
trolararnir farnir at heil-
frysta ein part av síni veiði,
tí hetta gevur góðan prís.
Við at heilfrysta upp til ein
triðing av veiðini, ber til at
fáa millum 10 og 20 pro-
sent meiri burtur úr, halda
norðmenn.
Orsøkin til hetta er, at
prísurin á heilsfrystum
fiski, sum verður virkaður
til saltfisk og klippfisk, er
høgur í løtuni, samstundis
sum flakaprísurin er lækk-
aður.
Tað er fyrst og fremst
toskur yvir 2,5 kilo, sum
verður heilfrystur, men
summir trolarar frysta eis-
ini fisk niður til 1,5 kilo, tí
prísurin fyri rundan fisk er
so góður í løtuni.
Gospelbólkurin I Am
hevur aðalroynd í
Sørvági, áðrenn teir
fara til størsta gospel-
festivalin í Norður-
europa at spæla
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Leygarkvøldið
klokkan
23.00 fer gospelrockbólk-
urin I Am at spæla í Bio-
høllini í Sørvági. Hetta er
seinasta royndin hjá bólk-
inum, áðrenn teir fara til
Noregs at spæla á stórum
gospelfestivali.
Teir í I Am fara av land-
inum
sunnudagin,
og
mánadagin byrjar festival-
urin, sum verður hildin á
Risøya, sum liggur nærind-
is Kristiansund har suðuri í
Noregi.
Skærgaardsfestivalurin
verður vanliga vitjaður av
50.000 fólkum, og konsert-
ir eru á eini átta pallum. I
Am skal spæla fýra ferðir á
ymiskum
pallum
á
festivalinum, og teir hava
fyrireikað seg sera væl til
ferðina.
Ein umboðsmaður fyri
Skærgaardsfestivalin var í
Føroyum herfyri og lurtaði
eftir I Am. Eftir hetta vórðu
teir bodnir at luttaka.
– Vit eru væl nøgdir við
tíðirnar, sum vit skulu
spæla, tí teir liggja klokkan
10 og 11 á kvøldið, sigur
Birgir Sigurðsson, sum er
sangari í I Am.
Geir Wardum
venja Stjørnuna
Kvinnuliðið hjá
Stjørnuni hevur
fingið nýggjan
venjara, og nú
verður sett hol á
hondbóltsárið í
Klaksvík
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tað verður
Geir Wardum, sum nú
skal
venja
besta
kvinnuliðið hjá Stjørn-
uni. Venjarin seinastu
árini, Rógvi Nielsen,
flytir til Havnar at verða
venjari.
Geir Wardum hevur
drúgvar royndir sum
hondbóltsspælari,
og
hann hevur eisini verið
venjari áður. Hann skal
saman við Guttormi
Sørensen, sum verður
konditiónsvenjari, fáa
kvinnuliðið
í
rætta
formin
til
komandi
kappingarár.
Stjørnan
hevur
seinastu
tvey
árini
vunnið ávíkavist gull og
silvur í landskappingini,
og nú verður hol sett á
hondbóltsarbeiðið aftur.
Mánakvøldið klokkan
21.00 hevur Stjørnan
ársfund á loftinum í KÍ-
høllini.
I Am hitar upp í Sørvági
I Am stendur frammanfyri eini risaavbjóðing í Noregi í komandi viku.
Mynd: Jens Kr. Vang
BIRGITH MORTENSEN
fødd Sivertsen
andaðist mikudagin 27. juni í heiminum í Hoyvík,
55 ára gomul.
Jarðarferðin verður sunnudagin 01. juli kl. 14.00
úr Havnar kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Hans, Elisabeth og Niels
Halda fram við at skera flak
Heimskendu donsku
Brøðurnir Olsen
spæla fyrst í august
mánaði í ítróttar-
høllini á Hálsi.
Ætlaða konsertin í
Klaksvík er avlýst, tí
loyvi fekst ikki at
halda konsertina í
Grøv
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Donsku Brøðurnir Olsen
koma fyrst í august mánaði
til Føroya at spæla. Í fyrstu
syftu var ætlanin at halda
hesa konsert í Grøv í
Klaksvík, men hetta verður
nú av ongum.
Skógfriðingarnevndin
hevur noktað fyri, at tiltak-
ið kann haldast, hóast ein
samd mentanarnevnd hjá
Klaksvíkar býráði staðiliga
heitti
á
Skógfriðingar-
nevndina um at játta loyvi
til konsertina.
Formligi myndugleikin á
økinum er Skógfriðingar-
nevndin, og tí er tað henn-
ara avgerð, sum er endalig.
Skógfriðingarnevndin
grundgevur í sínum svari
fyri, at plantuvøksturin í
Grøv kann líða undir slík-
um stórum tiltaki, og ivin
má koma vøkstrinum til
góðar. Tí kann nevndin ikki
geva loyvi til konsertina.
T ó n l e i k a p o r t a l u r i n
Pop.fo, sum stendur fyri
vitjanini hjá Brøðrunum
Olsen, hevur tí avgjørt, at
konsertin verður í ítróttar-
høllini á Hálsi í Havn ístað-
in.
Konsertin verður leygar-
kvøldið 4. august kl. 21.00,
og umframt heimskendu
donsku Grand Prix brøð-
urnar verður eisini serligt
føroyskt
undirhald
á
skránni.
Leygardagin letur
Kiosk Vár upp stóra
kiosk í Klaksvík.
Kioskin skal hava
opið frá tíðliga av
morgni til seint á
kvøldi
HANDIL
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Nú fer Kiosk Vár
eisini at lata upp kiosk í
Klaksvík. Leygardagin let-
ur nýggja kioskin upp í
handilshúsunum við Klaks-
víksvegin.
Hans Petur og Paula Ell-
ingsgaard reka Kiosk Vár,
og tey hava í nógv ár havt
stóra kiosk í Runavík. Nú
fara tey at royna seg í
Klaksvík eisini.
Kiosk Vár fer at hava
opið stóran part av degn-
um – frá klokkan sjey á
morgni til klokkan 11 á
kvøldi.
Kioskin fer at selja
alskyns kioskvørur, og eis-
ini verður bakstur av yms-
um slagi at fáa. Latið verð-
ur upp leygardagin klokkan
10.
Árliga varmakeldu-
framsýningin er opin
um vikuskiftið. 80
listaverk av ymsum
slagi verða sýnd fram
LIST
Eyðun Klakstein
Fuglafjørður:
Fríggja-
kvøldið lat listaframsýn-
ingin upp í Fuglafirði. Tal-
an er um árligu varma-
kelduframsýningina, sum
verður hildin fyri 32. ferð.
Tað eru fyrst og fremst
listarfólk úr Fuglafirði,
sum
sýna
fram
á
framsýningini, men onkur
er eisini aðrastaðni frá.
Millum nøvnini, sum eru
við, kunnu nevnast Heðin
Kambsdal, Øssur Mohr,
Frits Johannesen, Magni á
Lakjuni. Jógvan Háfjall og
Marjun í Lambanum.
Samanlagt
eru
80
listaverk við á framsýning-
ini.
Framsýningin er í fim-
leikahøllini í skúlanumí
Fuglafirði, og hon er opin
alt vikuskiftið.
Brøðurnir Olsen
spæla í Havn
Brøðurnir Olsen spæla fyrst í
august mánaði á stórari
konsert í ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn
80 listaverk á
framsýning
Kiosk Vár til
Klaksvíkar
C
M
Y
K
3
2