leygardagur 30. juni 2001síða 19
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 123 - 30. juni 2001
Nr. 123 - 30. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Okkurt óregluligt fór
fram á kommunu-
valinum á Eiði sein-
asta heyst. Hetta varð
greitt, tá fínteljingin
vísti, at ein atkvøðu-
seðil var meira í
atkvøðukassanum,
enn talið á veljarum,
sum vóru skrásettir at
hava verið á vali. 3.
partur:
KOMMUNUVAL
Jóanes N. Dalsgaard
Tá tað varð greitt, at
bygdarráðið á Eiði ikki
sjálvt fór at gera nakað við
málið, kærdi ein borgari
málið til landsstýrið. Í kær-
uni kravdi borgarin, at
greiða varð fingin á hvat
var hent.
Landsstýrið burturvísti
seinni kæruni. Landsstýrið
helt, at einki var sum bendi
á, at óreglusemið hevði
havt nakra ávirkan á val-
úrslitið. Og við hesi grund-
geving vildi landsstýrið
ikki gera meira við málið.
Umval í Oyndarfirði
Eftir kommunuvalið í 1996
avgjørdi landsstýrið at ný-
val skuldi vera í Oyndar-
firði. Hendan avgerð fall
eftir at tað var staðfest, at
óreglusemi hevði verið í
sambandi við valið.
Í
grundgevingini
frá
landsstýrinum stóð, at um-
val skuldi vera, hóast einki
var sum bendi á, at óreglu-
semið hevði havt nakra á-
virkan á valúrslitið.
Hvørjum líkist tað...?
Spurningurin er so, hvussu
landsstýrið kann koma til
tvær so fullkomiliga ymisk-
ar niðurstøður, á nærum
sama
grundarlag.
Ein
møguleiki er sjálvandi, at
grundarlagið undir báðum
avgerðunum, hóast líkt,
kortini er ólíkt á avgerandi
hátt. Latið okkum kannað
eftir, um so er.
Óreglusemi í
Oyndarfirði...
Málið um kommunuvalið í
Oyndarfirði 1996 snúði seg
um, at fýra fólk høvdu
verið inni í valhølinum og
greitt atkvøðu uttan, at val-
nevndin hevði verið til
staðar. Hetta var hent í
døgurðasteðginum, meðan
valnevndin var við hús og
fekk sær. Valhølið hevði
staðið opið, hóast val-
nevndin var burturstødd.
Teir fýra veljararnir høvdu í
góðari trúgv greitt atkvøðu,
og sæst hetta m.a. av at teir
høvdu lagt boð eftir seg til
valnevndina. Tá upptalt var,
var einki sum bendi á, at
teir fýra veljararnir høvdu
gjørt annað enn at greiða
eina atkvøðu í part.
Landsstýrið staðfesti í
sambandi við viðgerðina av
kærumálinum, at valnevnd-
in hevði borið seg skeivt at.
Kommunuvallógin ásetir, at
valhølið skal vera stongt, so
at einki fólk sleppur inn tá
valnevndin ikki er til staðar.
At valhølið hevði verið
opið, uttan at valnevndin
var til staðar var sostatt brot
á kommunuvallógina.
Samstundis
ásannaði
landsstýrið, at »feilirnir« í
sambandi við valið neyvan
høvdu havt ávirkan á val-
úrslitið. Tað var við øðrum
orðum einki sum bendi á, at
nakar við vilja hevði roynt
at ørkymla valúrslitið. Tað,
at teir fýra veljararnir
høvdu lagt boð eftir seg,
var í sær sjálvum tikin sum
ein greið ábending um, at
teir einki óheiðurligt høvdu
havt í kvittanum.
Hóast hetta, so legði
landsstýrið dent á, at
»formligu feilirnir við val-
inum [eru] so álvarsligir, at
valið eigur at fara fram av
nýggjum.« Niðurstøðan hjá
landsstýrinum í sambandi
við valóreglusemið í Oynd-
arfirði 1996 var við øðrum
orðum, at hóast eingin ill-
gruni var um, at valúrslitið
var ávirka tað minsta vet
orsaka av »feilunum« við
valinum, so skuldi umval
haldast.
...og óreglusemi á Eiði
Í Eiðismálinum er støðan at
kalla beint tann øvugta.
Málið snúði seg sum nevnt
um, at ein atkvøðuseðil var
komin í atkvøðukassan utt-
an, at nakar dugdi at siga,
hvaðani hann var komin.
Í sambandi við valið
verða vallistar førdir, m.a.
fyri at tryggja, at eingin
kann greiða atkvøðu meira
enn einaferð. Øll, sum fáa
ein atkvøðuseðil útflýggj-
aðan,
skulu
sambært
kommunuvallógini skráset-
ast á tveimum listum, sum
tveir valnevndarlimir skulu
føra hvør sær. Tá valið er
liðugt, skal talið á vallistun-
um báðum samsvara, eins
og talið á vallistunum og
talið á atkvøðuseðlum skal
samsvara.
Hetta seinasta var ikki
uppfylt tá fínteljingin av
Eiðisvalinum var liðug. Ein
atkvøða var meira í at-
kvøðukassanum enn tað
talið av veljarum, sum skrá-
sett var á báðum vallistun-
um.
Eingin kann siga, hvat er
hent, men møguleikarnir
eru bara tveir. Antin hava
tveir valnevndarlimir í senn
gloymt at skriva tann sama
veljaran upp á hvør sín
vallista. Ella hevur onkur
sníkt eina atkvøðu í at-
kvøðukassan uttan, at val-
nevndin hevur varnast tað. Í
báðum førum er talan um
lógarbrot, í tí seinna føri-
num um álvarsligt revsi-
lógarbrot.
Hóast illgrunan um, at
onkur hevur roynt at benda
valúrslitið, so er niðurstøð-
an hjá landsstýrinum, at
valið skal standa við makt.
»[A]t ein atkvøða er meiri
við fínteljingina í mun til
tað, sum vallistin vísir... er
[ikki] orsøk nokk til, at
spurnartekin... kann verða
sett við... uppgerðina av
valinum.«
Á Eiði er støðan
øðrvísi...
Borgarin, sum reisti Eiðis-
málið vísir sjálvur til
Oyndarfjarðarmálið í sam-
skifti sínum við landsstýr-
ið. Men landsstýrið vísir
aftur, at málini kunnu
samanberast: »[Í] Oyndar-
firði var talan um, at ein
grundleggjandi partur av
eftirlitinum við sjálvari at-
kvøðugreiðsluni sveik. Á
Eiði er støðan øðrvísi...«.
Tilvildarlig og støðuleys málsviðgerð
Men vit tryggja sær,
at útrokningarnar hjá
landsstýrinum eru í
lagi. Lógaruppskot
hesum viðvíkjandi
verður lagt fram í
heyst
SJÁLVSTÝRISMÁLIÐ
Eirikur Lindenskov
– Eg havi biðið kenslu-
málaráðharran og almanna-
málaráðharran um at seta
seg í samband við lands-
stýrið fyri at leggja til rættis
samráðingarnar um yvir-
tøku av málsøkjum eftir
grein 2 í Heimastýrislógini.
Hetta sigur Poul Nyrup
Rasmussen,
forsætisráð-
harri í brævi til løgmann,
sum er svar upp á seinasta
útspælið frá landsstýrinum
í sjálvstýrsimálinum.
Í brævingum til forsætis-
málaráðharran, sum var
dagfest 31. mai 2001,
kunnaði løgmaður um yvir-
tøku av skúlaverkinum og
almannaforsorgini sum før-
oyskt sermál.
Upp á spurningin um at
taka yvir ávís málsøki sigur
forsætisráðharrin, at stjórn-
in í samsvar við grein 2 í
Heimastýrislógini sjálvandi
viðurkennir
rættin
hjá
heimastýrinum at taka yvir
tey málsøki, sum er nevnd á
lista A.
– Stjórnin er somuleiðis
sinnað at ganga ynskinum
hjá landsstýrinum á møti
um, at blokkstuðulin fyri
2002 verður minkaður.
Vil tryggja sær at alt
er í lagi
Í brævinum til løgmann
leggur
forsætisráðharrin
dent á, at stjórnin er av
teirri sannføring, at yvir-
tøkur av málsøkjum krevja
eina skilagóða avkláring av
lógarligum og fyrisitingar-
ligum spurningum. Hann
sigur eisini, at í praksis
hevur Føroya Landsstýrið
dagligu umsitingina av á-
vísum økjum, og nevnir
hann í hesum sambandi
skúlaøkið.
– Samráðingar um hesar
spurningar skulu fyri tey
øki, tú nevnir í brævinum,
vera við ávikavist kenslu-
málaráðharran og almanna-
málaráðharran, sigur for-
sætismálaráðharrin, sum tí
hevur biðið hesar báðar
ráðharranar taka sær av
málunum.
Viðvíkjandi málinum at
lækka blokkstuðulin næsta
ár sigur forsætisráðharrin:
– Við respekt fyri ynsk-
inum hjá meiralutanum í
løgtinginum og umbønini
frá
landsstýrinum,
er
stjórnin sum útgangspunkt
sinnað at ganga ynski
landsstýrissins á møti um at
lækka blokkstuðulin 356
milliónir í 2002.
Hetta er tó treytað av, at
ein nærri gjøgnumgongd
og avmarking av hesum
báðum málsøkjum stað-
festir, at búskaparliga upp-
gerðin hjá landsastýrinum
er røtt, sigur forsætisráð-
harrin eisini íbrævinum.
Fyrst samráðast um
yvirtøkurnar
Poul Nyrup Rasmussen
sigur víðari, at restin av
blokkstuðlinum
verður
veittur – eftir somu prin-
sippum sum í dag – til út-
reiðslunar hjá heimastýrin-
um á teimum málsøkjum,
sum frá 1. januar 2002
framvegis eru umfatað av
grein 9 í Heimastýrislógini.
– Eg haldi tað tí vera
rættast, at ein endalig avtala
um blokkstuðulin fyri 2002
bíðar til eftir at samráð-
ingarrarbeiðið er fingið frá
hondini, sigur Poul Nyrup
Rasmussen, sum leggur
afturat, at stjórnin í heyst
fer at seta fram uppskot um
lóg um blokkstuðulin fyri
2002.
At enda sigur forsætis-
ráðharrin í brævinum til
Anfinn Kallsberg, løg-
mann, at ætlanin hjá stjórn-
ini er at greiða búskapar-
ligu og fyrisitingarligu
spurningarnar so tíðliga, at
neyðugu lógartiltøkini frá
stjórnarinnar síðu kunnu
føra til, at tað verður
gjørligt at fremja ætlan
landsstýrissins 1. januar
2002.
Stjórnin sinnað at lækka blokkin
Anfinn Kallsberg fekk umsíðir svarið frá Poul Nyrup Rasmussen. Hann sleppir at taka yvir
skúla- og almannaøkið og at lækka blokkin 356 milliónir krónur – um allar útrokningarnar
annars eru í lagi
– Tað hevði verið heilt
sinnisjúkt av okkum
at stuðla Føroya
Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðs-
mannafelag í verk-
fallinum, sigur Karl
Johansen
FAKFELAGSSTRÍÐ
Áki Bertholdsen
– Eg veit hví Ingeborg
Vinther er so óð.
Karl Johansen, formaður
í Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, skilir ikki, hví Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag eru so
óð um, at Havnar arbeiðs-
mannafelag og arbeiðara-
feløgini í Klaksvík nú hava
fingið somu sømdir við
aldursviðbót til arbeiðs-
fólkið, sum tey sjálvi hava
fingið.
Eftir, at Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag
høvdu
verið í verkfalli, endaði tað
við, at tey fingu aldur-
viðbót omaná vanligu tíma-
lønina. Síðani er tað hent,
at arbeiðsgevararnir av sín-
um eintingum hava givið
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgunum í Klaksvík
somu aldursviðbøtur.
Í brævi til arbeiðsmenn-
inir í Havn, feløgini í
Klaksvík og Føroya Ar-
beiðsgevarafelag, hava Før-
oya Arbeiðarafelag hvass-
liga funnist at hesum og
átalað, at hini feløgini fáa
tær sømdir, ókeypis, sum
tey hava verið í verkfalli
fyri og tey spyrja eisini,
hvar fakfelagsliga medvitið
er.
Hevur skyldina sjálv
Men handan skolan rørir
ikki formannin í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Karl Johansen sigur, at
Ingeborg Vinther hevur
sjálv størstu skyldina av, at
arbeiðafeløgini ganga í
sjálvdrátti. Tí skilir hann
ikki, hvat hon er óð um.
– Tað var hon, sum ikki
vildu samráðast saman við
okkum. Tað vóru ikki vit,
sum ikki vildu samráðast
saman við henni, tvørtur-
ímóti, sigur Karl Johansen.
Hetta gjørdi hon fyri at
hevna, at vit ikki fyri nøkr-
um árum síðani vildu fara í
24 samhugaverkfall við
Starvsmannafelagið.
– At vit ikki vildu taka
undir við tí, er í veruleikan-
um tað, sum framvegis elv-
ir til ósemjuna, tí sum
hevnd noktaði Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag at sam-
ráðast saman við okkum.
– Síðani hava vit sam-
ráðst hvør sær. Og tað end-
aði so við, at Havnar Ar-
beiðsmannafelag og feløg-
ini í Klaksvík, valdu at gera
sáttmála, heldur enn at fara
í verkfall og tað er ikki ann-
að, enn hon kann vænta,
kann henda, tá ið feløgini
samráðast hvør sær.
Orsøkin til verkfallið
varð hinvegin, at í seinastu
samráðing í 1999, fingu
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag
75 oyru meir um tíman fyri
skiftisvakt.
–Tað var fyri at tvíhalda
um, at at tey skuldu hava
hesi 75 oyruni meir, at Før-
oya Arbeiðarafelag og Hav-
nar
Arbeiðskvinnufelag,
fóru í verkfall. Tey fóru í
verkfall uppá, at tey skuldu
fáa meiri í løn enn vit.
– Hon vildi ikki sleppa
hesum lønarmuni upp á 75
oyru. Hetta er ikki tað, sum
eg kalli fakfelagsligt med-
vit, sigur Karl Johansen.
– Tað vildi verið heilt sinn-
issjúkt av okkum, at vit
skuldu farið í samhuga-
verkfall og skriva yvirlýs-
ingar fyri at stuðla einum
verkfalli, sum hevði til
endamáls at tryggja, at ar-
beiðsmenn í Havn og
verkfafólk
í
Klaksvík
skuldu fáa minni í løn, enn
arbeiðsfólk aðrastaðni í
landinum, sigur formaðurin
í Havnar Arbeiðsmannafel-
ag.
Karl Johansen skammast
heldur ikki um, at, Havnar
Arbeiðsmannafelag og fel-
øgini í Klaksvík síðani hava
fingið somu sømdir.
– Hetta er ikki nakað,
sum vit hava biðið. Hetta er
nakað, sum arbeiðsgevar-
arnir hava tikið stig til, tí
teir kunnu ikki liva við, at
lønin er ymisk.
Hetta vikuskiftið
verða ymisk tiltøk á
skránni á Bygdar-
stevnuni, sum Royn
skipar fyri
BYGDARSTEVNA
Áki Bertholdsen
Hetta vikuskiftið skipar
Bóltfelagið
Royn
fyri
bygdarstevnu í Hvalba.
Hetta er aðru ferð í ár, at
ætlanin er at hava bygdar-
stevnu í Hvalba, men fyrru
ferðina kom verkfallið hjá
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag ímillum so at stevnan
mátti avlýsast.
Men hetta vikuskiftið
verður so roynt av nýggjum
við ymsum á skránni, bæði
til gamans og álvara.
Stevnan byrjaði longu í
gjár, tá ið pisufundur skuldi
vera á Skúlastykkinum,
hetta er fyrstu ferð, at pisu-
fundur er í Hvalba. Aftaná
skuldi Taxi hava konsert í
Roynhøllini.
Í dag byrjar stevnan
klokkan tvey, við skrúð-
gongu av fótbóltsvøllinum,
vestur á Skúlastykkið, har
Johild Hansen, hvalbingar,
búsitandi á Argjum, flytur
fram røðu. Tá fer Tvøroyrar
Hornorkestur
eisini
at
spæla.
Klokkan trý verða fleiri
tiltøk á skránni, Tá letur ti-
voli upp í Roynhøllini.
Samstundis ber til at sleppa
ein ríðitúr á Berghestum
við fótbóltsvøllin, og tá
fara eisini gamlar geggjur
(Old Girls) úr Vági og úr
Hvalba at spæla hondbólt.
Klokkan fýra verður ein
forvitnislig kapping ímill-
um eldri spælarar úr TB,
VB, ROYN og SUMBA.
Og tá verður eisini kaku-
tombola í Roynhøllini.
Klokkan
20
hevur
brøðrasamkoman útimøti
við Gamlaskúla. Og aftaná
spælir Taxi til dans í Royn-
høllini.
Sunnudagin verða eisini
nøkur tiltøk á skránni.
Klokkan 14 spæla smá-
dreingir
hjá
Royn
og
Sumba dyst og klokkan trý
verður
fólkafundur
á
Skúlastykkinum, Har fer
Steinbjørn B. Jacobsen at
flyta fram røðu, Barnakór
úr Hvalba fer at syngja,
næmingar úr Miðnáms-
skúlanum í Vági fara at
bera fram yrkingar og
Brandur Enni av Tvøroyri,
fer at syngja.
Klokkan trý letur eisini
Tivoli upp í Roynhøllini og
klokkan 16 verður skemti-
dystur ímillum fólk av
flakavirkinum á Tvøroyri
og flakavirkinum íHvalba.
Royn sigur, at allir ítrótt-
ardystir á stevnuni eru
steypadystir. Stevnudag-
arnar verða eisini lutaseðlar
seldir til frama fyri felags-
arbeiðið hjá Royn.
Karl Johansen: Eg veit
ikki hví Ingeborg er óð
Bygdarstevna í Hvalba
hetta vikuskiftið
– At Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðskvinnu-
felag ikki vilja samráðast
saman við okkum er hevd
fyri, at vit ikki vildu fara í
samhugafverkfall við
Starvsmannafelagið fyri
nøkrum árum síðani, sigur
Karl Johansen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag
Vælumtókti dansibólkurin, Taxi, fer at spæla á stórum stevnu-
dansi í Hvalba í kvøld
C
M
Y
K
5
4