leygardagur 30. juni 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 123 - 30. juni 2001
Nr. 123 - 30. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Fyri tíggjundu ferð
fingu næmingar á
Fiskivinnuskúlanum
handað fráfaringar-
prógv. Í ár vóru næm-
ingarnir níggju í tali
PRÓVHANDAN
Edvard Joensen
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna: –Tað er ivaleyst, at
summi tykkara ætla sær á
toppin í vinnulívinum. Men
minnist altíð til, meðan tit
eru á veg upp, at halda
vegin opnan, so tit koma
væl niðuraftur.
Soleiðis
tók Thomas
Arabo, lærari á Fiskivinnu-
skúlanum, millum annað til
í røðu síni fyri næmingun-
um, sum hósdagin fingu
prógv frá skúlanum.
Hann vísti á, hvussu um-
ráðandi tað er hjá tí, sum
hevur verið á toppinum, at
duga at fóta sær, tá hann
aftur er komin niður á slætt.
Og tað fór so ella so at vera
endin hjá teimum flestu,
segði hann.
Tað er trongt í stovuni á
Fiskivinnuskúlanum, har
hátíðarhaldið er. Næming-
ar, næstringar, vinir, kenn-
ingar, lærara og onkur
hendinga pressufólk eru
stúgvað saman í hesi trongu
stovuni. Heitt er. Kvalið, so
næstan ikki er inniverandi,
hóast stjórin í góðari tí
hevur latið bæði hurðar og
vindeygu upp.
Fólk verða boðin væl-
komin og kunnað um tað,
sum fer at henda. Sangur og
røður. Men sjálvandi er
stórhendingin, tá næming-
arnir, sum lidnir eru, fáa
endaligu prógvini.
Eitt ark við nøkrum sang-
um á er býtt út, og sungið
verður, áðrenn landsstýris-
maðurin við undirvísingar-
málum, Óli Holm fær
orðið.
Hann
segði
millum
annað í røðu síni, at vænt-
ast kann, at altjóða handils-
avtalur fara at seta krøv til,
at tey, sum framleiða mat-
vørur, hava førleikar og
kunnu skjalprógva teir.
Størri dentur fer at verða
lagdur á umhvørvisviður-
skiftini og á burðardygga
gagnnýtslu - og at hava
starvsfólk, sum vita hvat
hetta merkir.
Tí verða arbeiðsmegi og
førleikarnir hjá starvsfólk-
unum øki, sum eru sera
týdningarmiklir spurningar
at arbeiða við komandi ár-
ini, segði Óli Holm, lands-
stýrismaður.
Jákup Andreasen, stjóri á
Fiskivinnuskúlanum, hand-
aði næmingunum prógv.
Fyrst teimum, sum hava
lokið fyrsta árið, støðisárið.
Síðan kom túrurin til tey
endaligu prógvini, og fekk
hvør næmingur eina stutta
viðmerking frá stjóranum.
Onkur møtti tíðliga. Onk-
ur var so virkin í ítrótti, at
hann eftir stjórans meting
var ov mikið burtur. Tó
hevði hann sannført stjóran
um, at soleiðis var ikki
kortini. Onkur var, sum
stjórin helt seg kenna. Men
tað var kortini skeivur per-
sónur, tá saman um kom,
og so framvegis.
Og
meðan
prógvini
vórðu handað teimum ein-
støku, høvdu øll hini úr at
gera við at reisa seg og
sleppa sum best fram at at
taka myndir og ævigtgera
løtuna.
Eftir handanina høvdu
bæði næmingar og lærarar
orðið, áðrenn løtan sera há-
tíðarliga endaði við, at
fyrsta ørindi av Tjóðsang-
inum varð sungið.
Eftir sjálva próvhand-
anina beyð skúlin kaffi og
smákøkur, meðan næming-
arnir gingu runt og góvu
hvørjum øðrum blómur.
Tríggir brøður ur
Hvalba fara at um-
boða Føroyar á
European Business
Game í Italia. Teir
fingu allir prógv á
Fiskivinnuskúlanum
hósdagin og fóru av-
stað i gjár
UMBOÐAN
Edvard Joensen
Fiskivinnuskúlin: Føroyar
verða í ár umboðaðar á
European Business Game í
Bolzano í Italia av næming-
um av Fiskivinnuskúlanum
í Vestmanna. Teir fara t
sýna fram hugskotið til eitt
útjaðarahús.
Teir tríggir, sum fara at
umboða Føroyar í ár, eru
hvalbingar. Teir eru brøður.
Tveir teirra eru tvíburðar.
Og allir tríggir fingu prógv
á Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna hósdagin.
Tað, hesir ungu hvalbiar-
brøðurnir fara at sýna fram
í Italia, er eitt uppskot um,
hvussu til ber at menna út-
jaðaran. Teir skulu gera eitt
sonevnt »multihús«. Eitt
hús, sum kann taka sær av
øllum tilfeingi, sum er at
fáa á staðnum, har húsið
verður sett.
Teir hava brúkt Skúvoy
sum dømi og hava kunnað
seg um viðurskiftini í
oynni, greiðri ein teirra,
Jens Sofus Thomsen, frá.
Tað, teir ætla at vísa fram
í Italia er, hvussu best kann
fáast burtur úr kjøti, fugli
og fiski.
Teir ætla at skera kjálkar,
salta og ræsa fisk. Fuglurin
verður hagreiddur eftir
gomlum, føroyskum siði og
ætlandi seldur í Føroyum,
meðan fiskurin verður út-
fluttur.
Teir hava hugsað nýtt,
hesir ungu menninir. Til
dømis ætla teir at selja
kjálkar í sós sum lidnan
rætt til Englands, meðan
lættsaltað fiskafløk eisini
skulu leggjast í sós og selj-
ast til Fraklands.
Men tað er ikki bara fugl-
ur og fiskur, sum fæst í
Skúvoy. Vitilit eru bæði
neyt og seyður í oynni, sum
eisini skulu fáast til høldar.
Og til tess er húsið eisini
góðkent, greiðir Jens Sofus
Thomsen frá.
Hann sigur, at teir væl
eru vitandi um vansar, sum
kunnu standast av at blanda
fisk og kjøt, og tí eisini
hava gjørt húsið í tveimum.
Framleiðsluhølini eru skild
hvørt frá øðrum, meðan
manningarrúmini eru fel-
ags fyri bæði, sigur hann.
Tó eru skiftirúmini hvør
sær.
Nú er tað so, sigur hann,
at føroyingar bara hava
loyvi at útflyta fisk og ikki
fugl og kjøt. Krøvini til
fiskaútflutningin
eru
strong, og tey skulu hald-
ast.
Tann parturin av verk-
ætlanini hjá hesum ungu
hvalbingunum er eisini í
lagi, siga teir. Teir hava
fingið
ráðgeving
frá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni alla tíðina, meðan teir
hava arbeitt við at menna
verkætlanina, sum teir fara
til Italia við.
Sjálvandi er talan um eitt
lítið hús, ikki nakað stórt
sláturvirki, tí fólkatalið í
eini bygd sum Skúvoy av-
markar tað sjálvt. Kortini
halda fyrrverandi næming-
arnir á Fiskivinnuskúlan-
um, at tað fer at bera til at
skapa støðugt arbeiði í ein-
um slíkum húsið til nøkur
fólk alt árið.
Men tað er ikki realist-
iskt, viðganga teir, at rokna
við, at ein bara kann byggja
eitt slíkt hús og fara í
gongd, og vænta, at tað fer
at bera seg beinanveg.
Teir eru greiðir yvir, sum
teir eisini hava víst á í rokn-
skapinum, teir hava lagt við
verkætlanini, at tað má
stuðul av einumhvørjum
slagi til fyri at koma í
gongd, og tað fara helst
eisini at ganga nøkur ár, áð-
renn tað er upparbeitt so
mikið, at tað fer at geva
pengar, siga teir.
Haldið altíð vegin opnan niðuraftur
Tríggir ungir hvalbingar á útferð
Hesi fingu prógv á Fiskivinnuskúlanum hósdagin. Í tilvildarligari røð:
Unnur Didriksen, Vestmanna, Malena Poulsen, Klaksvík, Sólrun Kristensen, Tórshavn, Sóllind Oskarsdóttir, Vestmanna, Eli
Müller, Vestmanna, Fríðleif Lydersen, Skálavík, Jens Sofus Thomsen, Hvalba, Símun Thomsen, Hvalba og Dánjal Jóhan
Thomsen, Hvalba
Teir tríggir hvalbiarbrøðurnir Símun, Dánjal Jóhan og Jens Sofus Thomsen fara at umboða
Fiskivinnuskúlan og Føroyar í Europeiskari kapping í Bolzano í Italia
Mynd: Edvard Joensen
Hóast eingin olja var
funnin í boringini í
Grønlandi herfyri, so
eru kortini stórar
vónir til oljufund har.
Og eisini føroyingar
hava og eru við í
fyrireikingunum til
komandi oljuleiting.
Ein teirra, Eyðfinnur
Jacobsen er júst heim-
afturkomin men skal
vera ráðgevi fyri
grønlendskar ráevnis-
myndugleikar
FLYTING
Jan Müller
Eftir at hava arbeitt sum
deildarstjóri í grønlendsku
ráevnisumsitingini í hálvt-
annað ár er Eyðfinnur
Jacobsen nú komin heim
aftur á klettarnar saman við
konu og børnum. –Hetta
hevur verið ein sera lærurík
og spennandi tíð. Vit fóru
til Grønlands at royna nak-
að annað enn man hevur
verið vanur við. Nú vildi
familjan so aftur til Føroya
sigur Eyðfinn Jacobsen,
sum er útbúgvin løgfrøð-
ingur og nú fer nú lutvíst
aftur til sítt gamla fak.
Hann skal vera filialleiðari
hjá fyritøkuni Dania Advo-
kater, sum hevur latið upp
deild í Havn undir heitinum
Dan Law. Hon heldur til í
nýggja sparikassabygning-
inum við Tinghúsvegin.
Skrivstovan kemur fyrst og
fremst at taka sær av
altjóða uppgávu, eitt nú í
sambandi við komandi
oljuvinnu.
Áðrenn Eyðfinn Jacob-
sen fór til Grønlands ar-
beiddi hann sum leiðari í
kolvetnisskattadeildini
í
Fíggjarmálastýrinum.
Undan tí rak hann sjálv-
støðugt
advokatvirki.
Hann hevur gjørt av ikki at
fara aftur í almennu umsit-
ingina at arbeiða.
Grønlendingar góðar
vónir
Meðan Eyðfinn var í
Grønlandi boraði Statoil á
Fyllabankanum. Tað var
við sama boriskipinum,
West Navion, sum nú kem-
ur til Føroya at bora fyri BP.
Eyðfinn sigur, at hóast
brunnurin,
sum
varð
boraður í Grønlandi í heyst
varð turrur, so eru vónirnar
um at finna olju í Grøn-
landi ikki viknaðar. Arbeiði
er í gongd við at fara undir
fyrstu útbjóðingina. Hon
skuldi vera í summar men
er útsett í eitt hálvt ár.
Orsøkin er tann, at lands-
stýrið ætlar at seta linari
treytir til feløgini, sum fara
at bora eitt nú við at lækka
partafelagsskattin úr 35
niður í 30%. Eyðfinn
Jacobsen sigur, at grøn-
lendingar hyggja væl eftir,
hvat hendir í Føroyum og í
londunum her um leiðir.
Eisini verður fylgt við
gongdini í New Foundlandi
og Kanada. Oljuboring í
Grønlandi er sum so ikki
nakað nýtt fyribrigdi. Í 70-
unum vórðu boraðir einir
seks brunnar í Vesturgrøn-
landi. Eisini hevur verið
borað í Eysturgrønlandi.
Alt uttan úrslit. Men grøn-
lendingar hava sum sagt
ikki mist vónina. Eyðfinn,
sum í arbeiði sínum eisini
hevur havt tætt tilknýti til
vinnulívið sigur, at altjóða
oljuídnaðurin hevur ikki
mist áhugan fyri Grønlandi
sum
framtíðar
oljuøki.
Metingar
jarðførðingar
hava gjørt benda á, at Grøn-
lendska undirgrundin kann
goyma risastórar nøgdir av
gassi og olju.
Umframt komandi virk-
semi sítt í Føroyum er ætl-
anin at Eyðfinn Jacobsen
skal halda fram sum ráð-
gevi hjá grønlendsku rá-
evnisumsitingini.
Heimaftur úr Grønlandi
Eyðfinn Jacobsen saman við
konuni Maibritt og
tvíburðunum Silju og Bjørk,
sum øll hava verið í
Grønlandi í gott og væl eitt
ár.
Maersk Air bjóðar
aftur ferðafólki at
ferðast bíliga millum
Føroyar og Danmark.
Hesaferð er talan um
ferðing í háarstíð
FLOGFERðSLA
Edvard Joensen
Um tú ætlar til til Keyp-
mannahavar í summar ber
til at ferðast millum Vágar
og Kastrup fyri 1865,-
krónur báðar vegir. Og tá
eru øll avgjøld íroknað.
Soleiðis stendur í tíð-
indaskrivi, Maersk Air hev-
ur sent út um dagarnar. Tíð-
arskeiðið, ferðast kann fyri
hendan prísin, er frá 7. juli
til 2. september. Í sama
tíðarskeiði ber til at ferðast
úr Vágum til Billund og
aftur fyri 1.903,- krónur.
Treytir eru tó lagdar við
hesum ferðaseðlum. Teir
skulu keypast í tíðarskeið-
num frá 29. juni til 25.
august og nýtast í áður
nevnda tíðarskeiði.
Fyri at fáa hesar bíligu
ferðaseðlarnar,
skulu
í
minsta lagi tvey fólk vera í
ferðalagi, eins og tey skulu
vera burtur minst eitt viku-
skifti. Ella sum tað verður
sagt í tíðindaskrivinum frá
Maersk Air, er leygar- og
sunnudagsreglan galdandi.
Tann, sum ferðast við slík-
um ferðaseðli, skal verða
burtur í mesta lagi 21 dag-
ar. Og ikki ber til at fáa ein
goldnan ferðaseðil endur-
goldnan ella broyttan.
Hetta tilboðið líkist nógv
teimum, sum Maersk Air
fyrr hevur boðið føroying-
um. Tó er tað nýggja í hes-
um, at tað er galdandi í há-
arstíð, meðan hini bert hava
verið uttan fyri sjálva
summarfrítíðina.
Keld Mosgaard Christen-
sen, rutustjóri hjá Maersk
Air, sigur í tíðindaskriv-
inum, at Maersk Air nú
endurtekur tey væleydnaðu
átøkini frá fyrr.
–Vit gleðast um stóru
undirtøkuna frá føroying-
um og vilja á hendan hátt
kvitta fyri ta undirtøkuna,
sigur
Keld
Mosgaard
Christensen, rutustjóri hjá
Maersk Air, í tíðindaksrivi í
samband við nýggja prís-
átakið á Føroyarutuni.
Aftur prískapping í luftini
Í dag letur nýggj sól-
miðstøð upp á Tvør-
oyri við teimum mest
framkomnu sólunum,
sum til eru
VÆLVERA
Áki Bertholdsen
Teir suðuroyingar, sum
vilja verða brúnir, fáa nú
ein møguleika afturat. Tí í
dag letur hin 21 ára gamla
tvøragentan,
Eyðbritt
Tjaldrastein, sólmiðstøð í
heimbýnum, í sama húsi,
sum teldukaféin Delphi er í
frammanundan.
Tað er í samstarvi við
Consul Sól, sum eigur sól-
irnar, at Eyðbritt Tjaldra-
stein nú letur sólmiðstøð
upp á Tvøroyri. Hon leigar
sólirnar frá Consul sól, sum
frammanundan hevur sólir
í Havn, Fuglafirði og í
Klaks vík.
Í nýggju sólmiðstøðini á
Tvøroyri eru tríggjar sólir
og hetta eru tær mest
framkomnu sólirnar, sum
til eru. Eigarin sigur, at tær
hava nýggj rør, sum ikki
hava lyndi til at brenna so
illa sum summar aðrar,
eldri sólir, men hinvegin
brúnka tær meir.
Sólirnar hava eisini ser-
ligar køliskipanir og luft-
skifti, so at tað ikki kennist
kvalandi heitt at liggja und-
ir teimum.
Serliga tann eina sólin er
sera framkomin, Har er
undirlagi lagað til kroppin,
Hon hevur eisini fløgu-
spælara, so tilber at hoyra
góðan tónleik ímeðan ein
sólar sær. Tað ber tó ikki til
at hava fløgur við, men
fløgur lagdar í spælaran og
tær verða so skiftar út av
við regluligum millumbili.
Hendan sólin sigur eisaini
frá, hvat hendir, eitt nú, tá
ið hon kølir, ella tá í lós
tendrar o.s.fr.
Eitt snilt við hesi sól-
miðstøðini er, at tað er
óneyðugt at biðja um tíð.
Støðin er ómannað, men
eitt ljós sigur frá, um onkur
av sólunum bundin, ella
ikki. Tann, sum ætlar at
sóla sær, skal koyra pening
í og leggur seg tilrættis.
Tað kostar 20 krónur fyri
seks minuttir undir teirri
fínu sólini og 20 krónur fyri
sjey minuttir undir hinum
báðum.
Nýggja sólmiðstøðin á
Tvøroyri er opin hvønn dag
í vikuni frá kl. 7 á morgni
til á midnátt.
Lagt er enn einaferð upp til
prískapping á flogrutunum
millum Føroyar og Danmark
Fáa nú meiri sól á Tvøroyri
Eyðbritt Tjaldrastein letur í dag nýggja sólmiðstøð upp á
Tvøroyri við teimum mest framkomnu sólunum, sum til eru
C
M
Y
K
7
6