fríggjadagur 25. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2008
Maria Mørkøre í Leikalund
Leygardagin letur upp nýggj listaframsýning í Leikalund. Maria
sýnir fram oljumálningar, teir flestu málaðir í vetur.Málningarnir
lýsa menniskju, náttúru, bygdaløg ella ”stilllife”. Hendan dagin
verður eisini Noða í Leikalund og sýnir fram og selir sína vøru.
Cafein hevur eisini okkurt gott at bjóða og hevur opið til kl 22.00.
Bilka úr Danmark
Flest allir føroyingar, sum hava verið í Danmark, munnu
kennast við handlarnar Bilka, Føtex og Netto Tað er
Dansk Supermarked, sum eigur handlarnar, og í gjár
boðaði leiðslan frá, at hon leitar eftir nýggjum
handilsumráðum til Bilka. Bilka-handilshúsini eru so stór,
at donsk lóg loyvir ikki fleiri, og tí noyðast eigararnir av
landinum at byggja. Serliga verður hugt at londum sum
Týsklandi, Póllandi, Svøríki og Bretlandi, sigur DS.
Dansk Supermarked hevði 1,9 mia. krónur í avlopi í fjør
(Mynd: Polfoto)
Tiltakið »Ung í
arbeiði«, sum stig
varð tikið til í vána
ligu tíðunum í 90
árunum, hongur við
í fleiri kommunum,
og í Havn hava tey
ungu verið aktiverað
á hvørjum ári síðani
UngdómUr
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna hev-
ur í ár valt at fingið Lindu
Petersen at samskipa »Ung
í arbeiði«, og hetta er gjørt
út frá teirri sannroynd, at
hon sum starvsfólk á Marga-
rinfabrikkini longu framm-
anundan kennir fleiri av
teimum ungu og er von at
samskifta við tey.
Sjálv heldur Linda Peter-
sen, at tiltakið kemur øllum
pørtum tilgóða. Tey ungu
verða aktiverað.
- Hjá teimum, sum ikki
fara út at ferðast, kann
summarfrítíðin
mangan
tykjast long, so her fáa tey
ein gyltan møguleika at
hava okkurt at fara upp til,
samstundis sum tey for-
vinna sær nakrar krónur,
sigur Linda Petersen.
Tey ungu fáa eisini møgu-
liga fyri at nema sær kunn-
leika til handaligt arbeiðið.
Kommunan
hevur
sam-
stundis møguleikan at fáa
ymiskt arbeiði gjørt, sum
kanska liggur á láni. Tað fer
fram á tann hátt, at komm-
unan setur fram ynski um,
hvat tey kundu ynskt sær
framt, og síðani verða tey
ungu skipað í bólkar við
einum bólkaleiðara og sett
at gera hesi arbeiði. Ofta er
talan um arbeiði, sum fríðka
um kommununa.
Í næstum fer at verða søkt
eftir bólkaleiðarum, sum
saman við samskiparanum
fara at hava ábyrgdina av at
alt arbeiðið gongur sum tað
skal.
Tilmelding
Áður hava tey ungu meldað
til um telefon ella teldupost,
og hetta hevur til tíðir verið
rættiliga kaotiskt. Tí hevur
kommunan í ár valt at
menna eina skipan til heima-
síðuna
www.torshavn.fo,
har tey ungu melda til um
heimasíðuna við at uppgeva
navn og fartelefonnummar.
Kommunan gevur teimum
so boð um sms, um tey hava
fingið arbeiðið, umframt at
yvirlit verður lagt út á
heimasíðuna yvir bólkaleið-
arar og tey ungu. Melda
verður til frá 19. til 30.
mai.
Undanfarnu ár hevur ver-
ið stórur áhugi millum tey
ungu at melda til, og for-
eldrini tykjast sera glað
fyri, at børnini hava eitt
arbeiði at fara upp til.
Tey ungu fáa tvær arbeiðs-
vikur í part, og í ár eru
vikurnar 27, 28, 29 og 30
settar av til verkætlanina.
Linda samskipar
ung í arbeiði
Í ár verður tað Linda Petersen, sum hevur royndir frá Margarinfabrikkini, ið samskipar tiltakið
»Ung í arbeiði«
Mynd: Jens Kristian Vang
Úrslitið í fyrsta
ársfjórðingi hjá
Eiksamtakinum
gjørdist munandi
verri enn í fjør. Eftir
skatt er avlopið 7,9
mió. krónur móti
einum avlopi upp á
117,5 mió. krónur
fyrsta ársfjórðing
í 2007. Við øðrum
tølum slakar 110 mió.
krónur eftir hæli.
Áðrenn virðisjavnan,
burturleggingar og
skatt er talan um eina
afturgongd upp á 3,7
mió. krónur
Fíggjarvinnan
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Hóast avlopið er tódnað
rættiliga nógv, so er stór
framgongd í inntøkunum
hjá Eik-samtakinum fyrstu
tríggjar mánaðarnar í ár.
Hetta hóast órógvin á fíggj-
armarknaðunum bar í sær
minkandi vinningsbýti og
kurstap av virðisbrøvum í
fyrsta ársfjórðingi.
Úrslitið áðrenn virðis-
javnan, burturleggingar og
skatt er 109,7 mió. kr. móti
113,4 mió. kr. somu tíð í
fjør. Orsøkin til afturgongd-
ina á 3,7 mió. kr. er serliga,
at vinningsbýtið fyrsta árs-
fjórðing í ár var 60,5 mió.
kr. lægri enn sama tíðarskeið
í fjør, skrivar Eik í tíðinda-
skrivi.
Úrslitið eftir skatt er 7,9
mió. kr. og sostatt munandi
verri enn í fjør, tá avlopið
var 117,5 mió. kr. í fyrsta
ársfjórðingi.
Órógv á altjóða fíggjar-
marknaðunum við fallandi
partabrævakursum bar í
sær, at virðisjavnan av
virðisbrøvum og gjaldoyra
gjørdust minus 87,9 mió.
kr. móti einum kursvinningi
á 17,7 mió. kr. somu tíð í
fjør.
Samanlagt hevur minkaða
vinningsbýtið og virðis-
javningin tyngt roknskapin
fyrsta ársfjórðing við 166,1
mió. kr. í mun til sama
tíðarskeið í 2007.
Hinvegin eru inntøkurnar
nógv øktar, og samanlagt
gjørdust rentu- og ómaks-
gjøld netto 204,5 mió. kr.
fyrsta
ársfjórðing
2008
móti 178,8 mió. kr. sama
tíðarskeið árið fyri. Hetta er
ein vøkstur uppá 25,7 mió.
kr. ella 14,4 prosent.
Rentu- og ómaksgjøld
fevna eisini um vinnings-
býti, sum var 5,0 mió. kr. í
ár, samanborið við 65,4
mió. kr. sama tíðarskeið í
fjør.
- Tað er positivt, at inn-
tøkur bankans vaksa, og at
grundleggjandi bankarakst-
urin er góður. Hinvegin
slepst ikki undan, at órógvin
á altjóða fíggjarmarknað-
unum merkist hjá Eik.
Kursirnir á partabrøvum
bankans serliga í Atlantic
Petroleum og í Spron vóru
óvanliga lágir, tá fyrsti
ársfjórðingur endaði. Talan
er tó um langtíðar íløgur,
og vanliga rættar parta-
brævamarknaðurin
seg
aftur, tá ein tíð er umliðin,
sigur Marner Jacobsen, for-
stjóri í Eik Banka.
Leiðslan í Eik-samtaki-
num væntar framvegis, at
úrslitið áðrenn virðisjavnan,
burturleggingar og skatt
verður 335 mió. kr. Hetta er
130 mió. kr. minni enn
metárið í fjør, tá úrslitið var
góðar 465 mió. kr.
Eik 110 milliónir eftir hæli
Órógv á fíggjar- og
virðisbrævamarknaðinum
sæst aftur í úrslitinum
hjá Eik, sum er minkað
úr 117,5 niður í 7,9 mió.
krónur
Savnsmynd