fríggjadagur 25. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 79 • 25. apríl 2008
96 ára gomul amerikansk kvinna,
sum Hans tosaði við. Hon hevði
verið í seks heimspørtum, men nú
vildi hon kunna siga, at hon hevði
verið í teimum øllum.
Langt til Suðurpólin
Tað skal tó sigast, at hetta kortini
er langt frá Suðurpólinum. Tað
er líka langt frá Rudolfo Marsh,
sum liggur á 62 st. suður, til
Suðurpólin, sum tað er úr Føroy
um til Norðpólin!
Antarktika er so ótrúliga stórt.
Tað er 13 mill. ferkilometur til
víddar, harav er 600.000 ísfrítt.
Til sammetingar kann sigast, at
Europa er 10 mill. ferkm.
Her er eisini so ótrúliga nógvur
ísur. Tað er níggju ferður so
nógvur ísur sum við Norðpólin.
Ísurin her er í miðal 2000 metur
tjúkkur. Tá tað hoyrist um ísflakar,
sum eru sum Bornholm, so ger
hetta ongan mun. Annars er tann
munur á ísflakum her og í Norð
uratlantshavi, at í Antarktis eru
teir flatir.
Her eru eisini fjøll, sum eru
upp til 5.000 m høg.
Her kann vera sera nógvur vind
ur, javnan er hann 100 m/s. Tað
er nógv avfall, fýra ferðir so nógv
sum í Danmark.
Tað er nógv lív í havinum, og
tí er djóralívið eisini ríkt. Eisini
við hvali, og hetta hevur ført
nógvar føroyingar á hesar leiðir
á hvalaveiðu. Tummas Jacobsen
av Skipanesi arbeiddi í 1913/14
á eini hvalastøð í Suður Georgia,
sum er á somu leiðum. Tá var
hann við til rigga skipið hjá
Shackleton til hansara kendu
ferð, har hann ætlaði at náa
Suðurpólin.
5.000 fólk í heilum
heimsparti
Men fólkatalið á Antarktis er lítið.
Á sumri eru tað eini 5.000, og er
hetta mest granskarar. Á vetri
er talið lægri. Tað eru 30 lond,
sum hava støðir her, og summi av
hesum gera krav uppá økið. Eitt
av hesum londum er Chile. Hesi
lond er tó samd um at samstarva,
og um at hernaðarligt virksemi er
bannað.
Her er eisini sera kalt. Miðal
kuldin er eini 40 kuldastig á sjálv
um Suðurpólin, og hægst máldi
kuldi hevur verið 88 kuldastig.
Við Rudolfo Marsh er tó ikki
heilt galið. Her er summarhitin 2
hitastig.
Tað, sum fólkini gera, er at fara
útferð við smærri bátum, tá ið
tey hava lent. Har kunnu tey sigla
millum ísflakarnar og síggja kóp
og pingvinir.
Sjálvur hevur Hans saman við
Luffu og Bergtóru verið ein slíkan
túr, men hetta var ikki væl dámt
av leiðsluni hjá flogfelaginum.
Um nakað hendi teimum, hevði
tað sett alt ferðalagið í eina
óhepna støðu. Men túrurin er
sera áhugaverdur.
Pingvinirnar eru sera spakar, og
tað ber til at koma tætt at teim
um. Tær kunnu eisini kenna seg
tryggar, tí pingvinin er friðað. Tað
sama er við kópi, men hann kann
eisini bíta frá sær, um hann følir
seg gingnan ov nær.
Her eru sjálvsagt onnur kópa
sløg enn vit kenna til. Eitt av teim
um er tann stóri elefantkópurin.
Tað ber til at fara í
kirkju
Á landi er kanska ikki so nógv
at síggja. Men kortini er ein lítil
ortodoks russisk
kirkja beint við
flogbreytina, og
hana ber til at vitja.
Hendan kirkjan
verður eisini nýtt at miða seg
eftir, tá ið tað verður lent. Her er
eisini prestur settur.
Ferðafólkatalið á hvørji ferð
hevur verið avmarkað til 50.
Hvør bólkur er 20 ferðafólk, so
vanliga eru tveir bólkar við. Men
væntandi fer hægst loyvda ferða
fólkatalið upp í 60, og tá kunnu
tríggir bólkar vera við.
Sum í Føroyum er viðhvørt
mjørki. Tá ber til at flúgva higar,
men tað verður funnið okkurt
annað áhugavert ferðamál, sum
til eina natúrpark, sum er beint
við Puerto Natales.
Føroyingar ganga
undan í Antarktis
Hesar ferðir verða bert gjørdar frá
oktober/november fram til apríl,
tá ið tað er summar á hesum
leiðum. Um veturin verður ikki
flogið. Lutvíst er veðrið verri, og
ta tíðina er eisini ísur á breytini,
sum ger tað vandafult at lenda.
Tað sum ger hesa flúgving so
áhugaverda fyri føroyingar er, at
hetta er fyrsta sivila jetflogfar,
sum flýgur við ferðafólki til
Antarktis, og tað við føroyskari
manning. Vit kunnu vera errin av
at hava fólk, sum kann slóða fyri
so langt burtur í
heimi!
Fara í kirkju hvønn
sunnudag
Føroyingarnir búgva í Puenta
Arenas. Her búgva eini 110.000
fólk. Her er lítið ella einki eftir av
upprunafólkinum. Her hava teir
hvítu gjørt bart sum so nógvar
aðra staðni.
Puenta Arenas er sunnasti stóri
býur í Suðuramerika og í øllum
heiminum. Hann liggur bert 3400
kilometur frá Kap Horn. Tað er
einki at tosa um í einum so stórum
landi.
Her er eitt sindur av fiskarí. Tað
mesta er igulker og krabbi, sum
tað er rættuliga nógv av.
Fólkið her tykist at liva hampi
liga væl. Nógv eru rættuliga
trivalig. Hetta kemst kanska av, at
tey eta ein stóran døgurða beint
áðrenn songartíð, og tað setir seg
á rivjabeinini.
Folkið er sera blítt, og summi
duga enskt, so tað ber til at
samskifta við tey. Føroyingarnir
plaga at fara í kirkju og hetta var
eisini gjørt. Hetta er eisini nógv
øðrvísi enn hjá okkum. Her er
eingin felagssangur. Tað eru kór
sum syngja. Síðan er tað roykilsi
og slíkt eftir katólskum siði. Men
tað er áhugavert at síggja nakað
sum er øðrvísi.
Tá summarið er liðugt hjá
okkum, og tað byrjar at sumrast á
sunnara parti av knøttinum, roknar
Hans við at fara avstað aftur.
Tá fara vit aftur at hava okkara
mann á Suðurpólinum!
Vit takka Hans fyri frásøgnina
og vit ynskja honum eydnu í hans
ara virksemi at umboða Føroyar
so væl, sum hann hevur gjørt tað
á sínum øki.
Punta Arena, har føroyingarnir búðu,
er snøggur, og útsýnið er vakurt
Pingvinir hava tey sæð nógv av
Hetta er kirkjan í Roberto Marsh, sum verður nýtt sum ýti við innflúgvingina
Hetta er so býurin Roberto Marsh, sum verður flogið til i Antarktis. Tað er
framvegis langt til Suðurpólin.
Hans saman við einum sjóelefanti