fríggjadagur 25. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 79 - 25. apríl 2008
tíðindi
Negativa føroyska
sjálvsmyndin fær ikki
so fá prik í nýggju
skemtirøðini hjá
Sjúrða Skaale, ”E elski
Førjar”, sum byrjar í
sjónvarpinum í kvøld
Satira
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hóast hann mest hevur
gjørt vart við seg sum poli
tikari seinasta árið, hevur
Sjúrður Skaale eisini givið
sær tíð til at hava tað stutt
ligt. Síðani einaferð í fyrrár
ið hevur hann arbeitt við
skemtirøðini ”E elski Føroy
ar”, ið er ein satirisk lýsing
av Føroyum og føroyingum
anno 2008. Og í kvøld verð
ur so tann fyrsti av seks
pørtum at síggja í sjónvarpi
num.
Kendir føroyingar
Í sendingini fara vit at hitta
eina røð av nýggjum typum,
tiknar úr føroyska gerandis
degnum, og sum tey flestu
av okkum uttan iva kenna
aftur á onkran hátt. Her hit
ta vit millum onnur tjóðveld
ismannin Harald, tann illa
Sofus, einsamalla Niels,
samkynda Kjartan, tey lek
ru Remi og Rosely, og smar
tu reportararnir Olgar og
Randi. Eisini vera fleiri
kendir føroyingar at síggja í
sendingini, har teir spæla
seg sjálvar, greiðir Sjúrður
Skaale heldur loyndarfullur
frá.
Men hvat er tað, sum ger
skemt serliga væl egnað at
lýsa okkum sjálvi?
Føroyingar dáma fyri
tað fyrsta rættiliga væl at
flenna at sær sjálvum. Og
tá vit flenna, taka vit uppá
onkran máta betri ímóti tí,
sum vit síggja og hoyra.
Tað var vist Holberg, sum
segði, at látur er meir filso
sofiskur enn grátur, og tað
haldi eg vera rættiliga bein
rakið. So vónandi kann het
ta skemtið geva okkum okk
urt at hugsa um og kanska
gera okkum eitt sindur klók
ari, sigur Sjúrður Skaale.
Typiskt føroyskt
Men sendingin skuldi helst
eisini gjørt tað eitt sindur
stuttligari at búgva í Føroy
um við at vísa, at alt her hei
ma ikki bara er neyð og
elendigheit, sigur Sjúrður
Skaale og sipar til heitið á
sendingini, sum helst skuldi
vent negativu fatanina av
Føroyum eitt sindur á høvd
ið
Øgiliga ofta siga fólk
"typiskt føroyskt", tá okkurt
ikki riggar, sum tað skal.
Hvønn einasta dag gera
fólk samanberingar við onn
ur lond, serliga Danmark,
sum skulu staðfesta, hvussu
elendigt alt er í Føroyum,
sigur hann.
Sambært Sjúrða Skaale
er sjálvsfatanin hjá nógvum
føroyingum so negativ, at
um onkur sigur seg elska
Føroyar, so halda tey hann
antin vera býttisligan ella
ironiskan. Eftir hansara tyk
ki er tað ikki landinum, tað
er galið við, men hugburði
num hjá nógvum føroying
um.
Nógvastaðni eru fólk jú
stolt av og góð við sítt land,
hóast tingini fungera nógv
verri har enn í Føroyum.
Og tað ger teirra land betri
og stuttligari at vera í. Á
sama hátt gera glaðir føroy
ingar Føroyar glaðari. Með
an súrir føroyingar gera Før
oyar súrari. Og eitt endamál
við ”E elski Førjar” er at
minna á, at tað er sgu nógv
í Føroyum, sum er stuttligt,
sigur Sjúrður Skaale av
gjørdur.
Har politikarin
endar ...
Hóast onkur kanska kundi
fingið ein illgruna, vissar
Sjúrður Skaale um, at ongin
ávísur politiskur boðskapur
liggur í nýggju sendirøðini.
Og hann er heldur ikki í
iva, tá hann verður spurdur,
hvar markið millum skemt
aran og politikaran Sjúrða
Skaale gongur.
Skemtarin byrjar, har
politikarin endar, og tey
bæði hava ikki tað minsta
við hvørt annað at gera.
Annað er arbeiði, hitt er frí
tíðarítriv,
sigur
Sjúrður
Skaale avgjørdur.
Hann minnir á, fólk neyv
an heldur leggja ein politisk
an boðskap í tað, tá sam
bandsmaðurin
Kaj
Leo
Johannesen spælir við í ein
um fótbóltsdysti. Líka lítið
hevur tað við politikk at
gera, at tjóðveldismaðurin
Sjúrður Skaale ger eina
skemtisending.
Nýggj skemtirøð prikar
Leikarar:
Sjúrður Skaale
Lív Reynheim
Elsa Maria Olsen
Bárður Persson
Jensina Olsen
Leikstjórn:
Elin á Rógvi
Upptøkur:
Bjarni Rubeksen
Ljóð:
Eyðbjørn við Skipá
Pauli Magnussen
Ljóðviðgerð:
Regin Toftegaard
Grafikkur:
Jóhannes Davidsen
Tónleikur:
Kári Jacobsen
Eyðfinn Jensen
Búnar:
Kristin Bæk
FAKTA
Pauli Magnussen, ljóðmaður,
Elin á Rógvi, intruktørur, og
Bjarni Rubeksen, fotografur,
gera seg klár til eina upptøku.
Við rygginum til sita
sjónleikararnir Lív Reynheim
og Elsa Maria Olsen
Jensina Olsen sum danska Yvonne, og Sjúrður Skaale sum
føroyski Haraldur í eini íbúð í Keypmannahavn
Bjarni Rubeksen tekur upp meðan Lív Reynheim spælir ein gift
karrierukvinna, og Bárður Persson spælir tann kontanti Sofus
Thomsen. Sofus hevur altíð eina meining um tingini!